Kapittul 3

Veiða og avreiðingar

HUGTØK

Hesi hugtøkini fert tú at møta í hesum partinum:

VEIÐA - AVREIÐINGAR - AVREIÐINGARNØGD - AVREIÐINGARVIRÐI - SJÓØKI - SKIPABÓLKUR

FRÁGREIÐING AV HUGTØKUM

VEIÐA: Fiskur og annað, ið verða fiskað.

AVREIÐING: Tá veiðan verður vigað, skrásett og latin ella seld.

AVREIÐINGARNØGD: Hvussu nógv verður avreitt, ofta mált í tonsum.

AVREIÐINGARVIRÐI: Virðið á veiðuni, tá hon verður avreidd.

SJÓØKI Havøkið, har veiðan er fiskað.

SKIPABÓLKUR: Skip, sum verða bólkað eftir m.a. stødd, reiðskapi ella fiskiskapi.

Innleiðsla

Hvat merkir at avreiða?
Tá eitt fiskiskip kemur til lands við veiðuni, verður fiskurin avreiddur. At avreiða merkir, at veiðan verður skrásett og vigað og síðan latin ella seld einum fiskakeypara ella virki. Upplýsingar um avreiðingar siga sostatt bæði nakað um, hvussu nógv verður fiskað, og hvussu stórt virði veiðan hevur. Avreiðingarnøgdin verður vanliga máld í tonsum, meðan avreiðingarvirðið vísir, hvussu nógv fiskurin er verdur, tá hann verður avreiddur.

Hvat verður hugt at í hesum partinum?
Í hesum kapitlinum verður hugt at, hvar føroysk skip hava fiskað, hvørji fiskasløg fylla mest í avreiðingunum, og hvussu avreiðingarnar eru býttar millum ymiskar skipabólkar. Fyrst verður víst, hvussu samlaða veiðan hevur býtt seg á ymisk sjóøki frá 2000 til 2025. Síðani verður kannað, hvørji fiskasløg fylla mest í avreiðingunum, bæði í nøgd og virði. At enda verður hugt at avreiðingunum hjá teimum ymisku skipabólkunum.

Nøgd og virði eru ikki tað sama
Tað er týdningarmikið at skilja millum avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði. Hesi tølini fylgjast ikki altíð, tí nógv tons merkja ikki neyðturviliga høgt virði. Eitt fiskaslag kann fylla nógv í tonsum, men kortini hava eitt lutfalsliga lágt virði. Eitt annað fiskaslag kann verða avreitt í minni nøgd, men hava eitt nógv hægri virði fyri hvørt kilo. Tí geva nøgd og virði ikki altíð somu mynd av fiskiskapinum. Dømi um hetta eru toskur og svartkjaftur, sum kunnu hava sera ymiskan týdning, alt eftir um hugt verður at nøgd ella virði.

Grafarnir í hesum partinum kunnu brúkast til at kanna henda munin og til at hugleiða um, hví summi fiskasløg hava størri búskaparligan týdning enn onnur.

Avreiðingar

Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum søguliga. Hugt verður at, hvørjum sjóøkjum fiskað verður í og hvørji fiskasløg roynt verður eftir. Umframt hetta verður hugt at avreiðingarnøgdum og avreiðingarvirðum hjá skipabólkunum.

Hvar eru tey føroysku fiskiførini til fiskiskap?

Frágreiðing um sjóøkini:

  • Føroyar: Økið beint rundan um Føroyar mitt á myndini.

  • Ísland: Økið rundan um Ísland, vestan fyri Føroyar.

  • Grønland: Økið fram við Grønlendsku strondini og rundanum Grønland, longst vestur á kortinum.

  • Noreg: Økið fram við norsku strondini eystan fyri Føroyar.

  • Stóra Bretland: Økið rundan um Bretland sunnan fyri Føroyar.

  • ES: Á hesum kortinum er tað fyrst og fremst havøkini hjá ES-londum, serliga vestan fyri Írland, kring Skotland og norðureftir móti Norðsjónum.

  • Russland: Ikki veruliga sjónligt á hesum útsnittinum. Russisku fiskileiðirnar liggja longur norðureftir og eystureftir móti Barentshavinum, uttanfyri høgra kant av kortinum.

  • NEAFC: Tey altjóða havøkini (smáu "fríu" økini), sum liggja uttanfyri búskaparligu sjóøkini hjá londunum. Á hesum kortinum hevði ein serliga hugsað um opnu havøkini: 1. millum Grønland, Ísland og Føroyar og 2. millum Føroyar og Noreg.

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2025. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa sjóøkið fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til einans at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við at trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey fella burtur. Legg til merkis, at ongin veiða er skrásett undir Stóra Bretlandi fyrrenn í 2022. Orsøkin til hetta er, at veiða í bretskum sjógvi hevur verið skrásett undir ES, áðrenn Stóra Bretland fekk egið sjóøki eftir Brexit.  

Í hvørjum sjóøkjum eru fiskiførini til fiskiskap?
Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna í árunum 2000-2025

Mynd 1: Kort yvir føroyska veiðu í ymsum sjóøkjum. HER SKAL EIN ONNUR OG BETUR MYND/KORT INN við heitum á sjóøkjunum

Heildarveiðan hevur sveiggjað nógv seinastu 20 árini, men er tó vaksin munandi í tíðarskeiðnum. Frá 2000 til 2003 varð heildarveiðan økt frá umleið 330 túsund tonsum til 550 túsund tons, og lá so rímiliga støðug fram til 2007. Í 2008 fall veiðan munandi, og í tíðarskeiðnum 2009-2012 lá veiðan líka omanfyri 300 túsund tons. Síðani er veiðan vaksin munandi aftur, og størsta heildarveiðan nakrantíð var í 2023, tá hon var omanfyri 760 túsund tons. Eitt týðiligt fall var frá 2020 til 2021, tá veiðan minkaði við góðum 100 túsund tonsum niður á umleið 500 túsund tons. Heildarveiðan í 2025 var góð 600 túsund tons, sum er ein minking uppá 6% í mun til 2024, tá heildarveiðan lá um góð 640 túsund tons.

Størsti parturin av fiskiveiðuni hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon hevur verið ein størri partur av heildarveiðuni síðani 2017. Beint eftir Brexit varð einki fiskað í ES øki, og bert heilt smáar nøgdir vórðu fiskaðar í Stóra Bretlandi í 2022 og 2023. Í 2024 fingu føroyingar tó aftur atgongd at fiska makrel í bretskum sjógvi. Nógv tann størsti parturin, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi er makrelur, tí vaksa nøgdirnar munandi í 2024 og 2025. Í 2024 vóru smá 33 túsund tons veidd í bretskum sjógvi, og í 2025 var veiðan góð 24 túsund tons.

Uppgáva: Spurningar til grafin

Hygg at grafinum omanfyri

  1. Í hvørjum sjóøki var størsta veiðan í 2025?

  2. Hvussu hevur veiðan í hesum økinum broytt seg síðan ár 2000?

  3. Finn eitt ár, har ein stór broyting sæst. Hvussu stór var broytingin?

Hvørji fiskasløg fylla mest í tonsum?
Prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í 2012-2025

Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í nøgd hesi árini umframt bólkin ‘onnur fiskasløg’, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.

Á myndini sæst, at størstu nøgdirnar koma frá svartkjaftinum, makrelinum og sildini, ið samanlagt eru meira enn 80% av samlaðu avreiðingarnøgdunum flestu árini. Hini 20% koma millum annað frá toski, hýsu, upsa og lodnu, ið eru fiskasløg við væl minni avreiðingarnøgdum.

Tað er týðiligt á myndini, at størstu avreiðingarnøgdirnar koma frá svartkjaftinum øll árini, undantikið í 2012 og 2013, tá avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild vóru størri. Frá 2015 til 2020 var helvtin ella meira av samlaðu avreiðingarnøgdini svartkjaftur. Frá 2020 til 2021 var eitt fall í avreiddu nøgdunum av svartkjafti, og avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild fyltu tá meira. Hetta er tí ásettu kvoturnar fyri svartkjaft vóru so lágar í 2021 og 2022. Í 2023 komu aftur omanfyri 50% av avreiddu nøgdunum frá svartkjafti og í 2024 og 2025 var svartkjafturin 67% av samlaðu veiðuni í nøgd. Fiskiskapurin eftir lodnu hevur sveiggjað nakað í tíðarskeiðnum. Í 2019, 2020 og 2024 varð ongin lodnukvota útskrivað, og avreidda nøgdin hesi árini var tí ongin ella bert hjáveiða. Lodnukvotan í 2025 var lág, og samlaða lodnuveiðan var einans 0,3% av samlaðu føroysku veiðuni

Uppgáva 2: Kanna grafin

Vel eitt ár í grafinum og svara spurningunum:

  1. Hvørt fiskaslag fyllir mest í avreiðingarnøgdini?

  2. Hvørt fiskaslag fyllir næstmest?

  3. Hvørt av teimum nevndu fiskasløgunum fyllir minst?

  4. Hvussu nógv prosent fylla tey trý størstu fiskasløgini til samans?

  5. Finn eitt ár, har býtið millum fiskasløgini broytist týðiliga. Hvat broytist?

Tons ella prosent?

Tons vísa sjálva nøgdina av fiski, sum er avreidd.

Prosent vísa, hvussu stórur partur nøgdin er av øllum fiskinum, sum varð avreiddur tað árið.

Dømi: Um 100 tons verða avreidd til samans, og 50 tons eru svartkjaftur, er svartkjaftur 50 prosent av samlaðu avreiðingarnøgdini.

Eitt fiskaslag kann hava somu nøgd í tonsum tvey ymisk ár, men kortini hava ymiskan prosentpart. Tað kann henda, um samlaða nøgdin av øðrum fiskasløgum broytist.

Hvørji fiskasløg hava størst virði?
Prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í 2012-2025

Heldur tú, at fiskaslagið, sum fyllir mest í tonsum, eisini hevur størsta avreiðingarvirðið?

Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í virði hesi árini umframt bólkin “onnur fiskasløg”, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.

Á myndini sæst, at samlaða avreiðingarvirðið serliga er býtt á svartkjaft, makrel, sild og tosk, sum í miðal hava umboðað umleið 75% í tíðarskeiðnum. Hesi fýra fiskasløgini hava tó, hvør sær, sveiggjað nakað frá 2012 til 2025. Hini 25% koma frá smærri avreiðingum, har lutfalsliga virðið av upsa er serliga nógv minkað síðani 2012.

Samanbering av avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði

Hyggja vit at avreiðingarvirðinum í mun til avreiðingarnøgdina sæst, at tey fiskasløgini við størstu avreiðingarnøgdunum ikki altíð geva størstu avreiðingarvirðini. .

Við eini samanbering av avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði fyri tosk í 2025 sæst, at avreiðingarnøgdin fyri tosk var einans 4% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men heili 25% av avreiðingarvirðinum. Verður harafturímóti hugt at svartkjaftinum sæst, at hann var umleið 67% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men einans 21% av avreiðingarvirðinum í 2025.

Hetta vísir, at nógv tons ikki neyðturviliga merkja høgt virði. Virðið veldst um prísin, sum fæst fyri fiskin. Tí er umráðandi at kanna bæði avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði, tá vit skulu meta um týdningin av einum fiskaslagi.

Uppgáva: Samanber grafarnar

  1. Hvat fiskaslag hevur størsta avreiðingarvirðið í 2025?

  2. Eru tey trý størstu fiskasløgini tey somu í báðum grafunum?

  3. Hvørji fiskasløg fylla meira í virði enn í nøgd?

  4. Hvørji fiskasløg fylla meira í nøgd enn í virði?

  5. Hvussu stórur er munurin á prosentpartinum hjá toski í nøgd og virði í 2025?

  6. Hvussu stórur er munurin á prosentpartinum hjá svartkjafti í nøgd og virði í 2025?

💡 .. Visti tú?

Høg avreiðingarnøgd merkir ikki altíð eitt stórt avreiðingarvirði

Í 2025 var svartkjaftur 67 prosent av samlaðu avreiðingarnøgdini, men bert 21 prosent av avreiðingarvirðinum. Toskur var bert 4 prosent av nøgdini, men heili 25 prosent av virðinum. Hetta vísir, at eitt fiskaslag kann hava stóran búskaparligan týdning, hóast tað ikki fyllir nógv í tonsum.

Hví broytist raðfylgjan?

Toskur fyllir nógv meira í avreiðingarvirðinum enn í avreiðingarnøgdini.
Svartkjaftur fyllir hinvegin nógv meira í nøgdini enn í virðinum.
Hvat kann vera orsøkin til henda munin?

Næmingurin skal nevna minst tvær møguligar frágreiðingar.
Millum annað kunnu kann næmingurin hugsa um:

  • prísin fyri hvørt kilo

  • eftirspurning eftir fiskaslagnum

  • góðsku og stødd

  • hvussu fiskurin verður hagreiddur og viðgjørdur

ROYN TEG SUM RÁÐGEVA

Í einum hugsaðum dømi skal eitt reiðarí
velja millum fiskiskap, sum gevur nógv tons, og
fiskiskap, sum gevur færri tons, men hægri virði.


Hugleið um hesa støðuna. Hvat hevði tú ráðgivið?

Føroysk fiskifør verða býtt í ymiskar skipabólkar. Skipini í hvørjum bólki kunnu vera ymisk í stødd og fiska við ymiskum reiðskapi eftir ymiskum fiskasløgum. Tí er eisini stórur munur á, hvussu nógv teir ymisku skipabólkarnir avreiða, og hvussu stórt virði veiðan hevur.

Hvørjir skipabólkar avreiða mest?
Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum í 2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2025. Veljast kann í vinstra horni, um myndin skal síggjast í avreiðingarvirði (krónum) ella í avreiðingarnøgd (tonsum). Á vinstru síðu á myndini síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á myndini eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við størstu samlaðu avreiðingunum er ovast, og tann við lægstu avreiðingunum niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist myndin soleiðis, at samlaðu avreiðingarnar í árinum fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um árligu avreiðingarnar hjá tí einstaka fiskifarinum. Skift millum avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði og kanna, um skipabólkarnir koma í somu raðfylgju í báðum grafunum.

Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini, sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var sløk 512 túsund tons í 2025, og hendan nøgdin gav eitt avreiðingarvirði á góðar 2,4 millardir krónur.

Nóta- og ídnaðarskipini avreiddu nógv mest í 2025. Tey avreiddu sløk 512 túsund tons fyri góðar 2,4 milliardir krónur. Bólkur 2 hevði næststørstu avreiðingarnøgdina við umleið 44 túsund tonsum, men var bert fjórðstørsti skipabólkurin, tá hugt varð at avreiðingarvirðinum.
Hetta vísir, at tann skipabólkurin, sum avreiðir næstflest tons, ikki neyðturviliga hevur næststørsta avreiðingarvirðið.

ORÐAFRÁGREIÐING

  • Avreiðingarnøgd vísir, hvussu nógv ein skipabólkur avreiðir, og verður máld í tonsum.

  • Avreiðingarvirði vísir, hvussu nógv avreidda veiðan er verd, og verður mált í krónum.

  • Skipabólkur er ein bólkur av fiskiførum, sum eru savnað undir somu skipan ella flokking

Kanna grafarnar

Uppgáva 1: Finn upplýsingar

Vel fyrst avreiðingarnøgd í grafinum og svara:

  1. Hvør skipabólkur avreiddi mest í 2025?

  2. Hvør skipabólkur avreiddi næstmest?

  3. Hvør skipabólkur avreiddi minst?

  4. Hvussu nógv tons avreiddi størsti skipabólkurin?

  5. Hvussu stórur er munurin á størsta og næststørsta skipabólkinum?

Vel síðani avreiðingarvirði og svara:

  1. Hvør skipabólkur hevði størsta avreiðingarvirðið?

  2. Hvør skipabólkur hevði næststørsta avreiðingarvirðið?

  3. Hvør skipabólkur hevði minsta avreiðingarvirðið?

  4. Er raðfylgjan tann sama sum í grafinum um avreiðingarnøgd?

  5. Hvør skipabólkur broytir mest støðu, tá tú skiftir millum nøgd og virði?

Uppgáva 2: Samanber tveir skipabólkar

Vel tveir skipabólkar og fyll út:

  • Skipabólkur 1: ____________________

  • Skipabólkur 2: ____________________

  • Hvør avreiðir mest í tonsum? ____________________

  • Hvør hevur størst avreiðingarvirði? ____________________

  • Eru svarini tey somu? ____________________

  • Hvat kann forklára munin? ____________________

Samanumtøka

Føroysk fiskifør verða býtt í ymiskar skipabólkar, sum avreiða ymiskar nøgdir og fyri ymisk virði. Skipabólkurin, sum avreiðir flest tons, hevur ikki altíð størst avreiðingarvirði. Virðið veldst millum annað um, hvørji fiskasløg verða fiskað, og hvussu høgur prísurin er fyri hvørt kilo. Tí er týdningarmikið at kanna bæði avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði, tá ið skipabólkar verða samanbornir.

Teir báðir grafarnir niðanfyri vísa gongdina í avreiðingunum hjá føroyskum fiskiførum frá 2000 til 2025. Tann fyrri grafurin vísir avreiðingarnøgdina í tonsum, meðan tann seinni vísir avreiðingarvirðið í 1.000 krónum.

Trýst á spæliknøttin og fylg við, hvussu avreiðingarnar hjá teimum ymisku skipabólkunum broytast ár fyri ár. Legg serliga til merkis, at skipabólkarnir ikki altíð koma í somu raðfylgju í báðum grafunum. Ein skipabólkur kann avreiða nógv tons, men kortini hava eitt lutfalsliga lágt avreiðingarvirði. Ein annar kann avreiða færri tons, men fáa eitt hægri virði fyri veiðuna.

Fylg við gongdini ár fyri ár og kanna, um skipabólkarnir, sum avreiða mest í tonsum, eisini hava størsta avreiðingarvirðið. Minst til, at virðisgrafurin er vístur í 1.000 krónum.

Avreiðingarnøgd hjá føroyskum fiskiførum frá 2000 til 2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000 til 2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarnøgdirnar bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.

Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi. Avreiðingarnøgdin var methøg í 2023 við eini samlaðari avreiðingarnøgd á omanfyri 690 túsund tons. Í 2025 var avreiðingarnøgdin 511,6 túsund tons, sum er ein lækking á umleið 50 túsund tons síðani 2024, og ein minking svarandi til 26% síðani 2023.

Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan bólkur 3, bólkur 4, rækjuskip og flakatrolararnir skiftast at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar í tíðarskeiðnum.

Avreiðingarvirðir hjá føroyskum fiskiførum frá 2000-2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000-2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.

Í 2025 varð tað hægsta virðið nakrantíð avreitt. Í 2025 avreiddu nóta- og ídnaðarskipini fyri 2,4 milliardir, flakatrolararnir fyri 692 milliónir og bólkur 3 fyri slakar 647 milliónir krónur.  Verður hugt at, hvussu avreiðingarvirðini broyttust frá 2024 til 2025 fyri tríggjar teir størstu bólkarnar, sæst ein hækking í øllum trimum bólkunum. Fyri nóta- og ídnaðarskip var hendan hækkingin 6%, hjá flakatrolarunum var hon 27,6%, og í bólki 3 sást ein hækking á umleið 50%.

Tað eru nóta- og ídnaðarskipini, ið hava hægsta avreiðingarvirðið øll árini uttan í 2000, tá bólkur 2, hevur hægsta avreiðingarvirðið. Í 2001 og framyvir eru tað flakatrolararnir, bólkur 2, bólkur 3 og bólkur 4, sum skiftast um næst-, trið- og fjórðstørstu avreiðingarvirðini. Í 2001 og 2022 og árini 2008-2017 er tað bólkur 2, sum hevur næststørstu virðini. Flakatrolararnir hava næststørstu virðini í 2006 og 2007 umframt í tíðarskeiðunum 2018-2022 og 2024-2025. Bólkur 3 hevur næststørstu avreiðingarvirðini í 2003 og 2023, og bólkur 4 í árunum 2004 og 2005.

Kanna grafarnar

Trýst á spæliknøttin og steðga grafinum við einum sjálvvaldum ári. Vel sama ár í báðum grafunum og svara:

  1. Hvør skipabólkur hevur størstu avreiðingarnøgdina?

  2. Hvør skipabólkur hevur størsta avreiðingarvirðið?

  3. Er raðfylgjan tann sama í báðum grafunum?

  4. Finn ein skipabólk, sum fyllir meira í virði enn í nøgd.

  5. Finn ein skipabólk, sum fyllir meira í nøgd enn í virði.

  6. Hvat kann vera orsøkin til munin?

Uppgáva

Vel tvey ymisk ár og samanber tey:

  • Hvussu er samlaða avreiðingarnøgdin broytt?

  • Hvussu er samlaða avreiðingarvirðið broytt?

  • Er virðið vaksið ella minkað í sama mun sum nøgdin?

  • Hvør skipabólkur hevur havt størstu broytingina?

DÁTUUPPGÁVA

Hvat siga avreiðingartølini um føroyskan fiskiskap?

Í hesi uppgávuni skalt tú arbeiða við dátum um veiðu og avreiðingar hjá føroyskum fiskiskipum. Tú skalt taka dátur niður, skipa tær í einum rokniarki og gera grafar, sum hjálpa tær at svara einari kanningarspurninginum.

Tú skalt taka støði í dátunum og grafunum í hesum partinum sum er viðgjørdur omanfyri. Har eru millum annað dátur um samlaða veiðu býtta á sjóøki frá 2000 til 2025 og avreiðingarnøgd býtta á fiskasløg.

Vel ein kanningarspurning

Vel eina av hesum spurningunum:

  1. Hvussu hevur føroyska veiðan broytt seg frá 2000 til 2025?

  2. Á hvørjum sjóøkjum fiska føroysk skip mest?

  3. Hvørji fiskasløg fylla mest í avreiðingarnøgdini?

  4. Hvørji fiskasløg hava størst avreiðingarvirði?

  5. Er samband millum avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði?

  6. Hvørjir skipabólkar avreiða mest í nøgd, og hvørjir hava størst virði?

Tú kanst eisini orða tín egna kanningarspurning.

Soleiðis loysir tú uppgávuna

1. Tak dátur niður

Finn eina hóskandi talvu ella graf í avreiðingarpartinum og tak dátugrundarlagið niður sum Excel- ella CSV-fílu.

Les dátufíluna og kanna:

  • Hvat vísir hvør teigur?

  • Hvat er eindin, til dømis tons, krónur ella prosent?

  • Hvørji ár eru við?

  • Eru nakrar dátur, sum mangla?

  • Hvør er keldan?

Minst til: Skriva niður, hvar dátugrundarlagið kemur frá.

2. Vel dátur

Tú nýtist ikki at brúka allar dátur í fíluni. Vel tær dátur, sum eru viðkomandi fyri tín kanningarspurning.

Tú kanst til dømis velja:

  • eitt ella fleiri sjóøki

  • trý til fimm fiskasløg

  • nakrar útvaldar skipabólkar

  • eitt ávíst tíðarskeið

  • nøgd, virði ella bæði

Greið stutt frá, hví tú valdi júst hesar dátur.

3. Ger minst tveir grafar

Ger minst tveir ymiskar grafar, sum lýsa kanningarspurningin.

Grafur 1: Vís eina gongd ella eitt býti

Tú kanst til dømis gera:

  • ein linjugraf, sum vísir gongdina í veiðuni yvir tíð

  • eina stabbamynd, sum samanber fiskasløg ella skipabólkar

  • eina prosentstabbamynd, sum vísir býtið millum fiskasløg

  • eina økismynd, sum vísir veiðuna býtta á sjóøki

Grafur 2: Ger eina samanbering

Tú kanst til dømis samanbera:

  • tvey ymisk ár

  • nøgd og virði

  • tvey ella fleiri fiskasløg

  • tvey sjóøki

  • tveir skipabólkar

Um tú samanber nøgd og virði, er ofta best at gera tveir grafar við somu fiskasløgum í somu raðfylgju. Tá er lættari at síggja, um fiskasløgini fylla eins nógv í nøgd og virði.

4. Greina grafarnar

Skriva eina stutta greining/tekst undir hvørjum grafi. Greiningin skal ikki bara endurtaka tølini, men eisini greiða frá, hvat tú sært í dátunum.

Svara millum annað hesum:

  1. Hvat er tað mest týðiliga, sum grafurin vísir?

  2. Hvat hevur størstu og minstu nøgdina ella virðið?

  3. Sæst ein vøkstur, ein minking ella stór sveiggj?

  4. Er nakað í úrslitinum, sum undrar teg?

  5. Er munur á myndini, tá tú hyggur at nøgd og virði?

  6. Hvat kann møguliga forklára gongdina?

Ger greitt, nær tú lýsir tað, sum dátugrundarlagið vísir, og nær tú kemur við einari møguligari frágreiðing.

Krøv til grafarnar

Hvør grafur skal hava:

  • eina yvirskrift

  • heiti á ásunum

  • røttu eindina

  • frágreiðing til litirnar

  • kelduávísing

  • litir, sum eru lættir at skilja sundur

Grafurin skal kunna skiljast, uttan at lesarin noyðist at lesa annað tilfar.


Samandráttur

Í hesum kapitlinum hava vit hugt at veiðu og avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum. Tá fiskur verður avreiddur, verður veiðan vigað, skrásett og latin ella seld einum fiskakeypara ella virki. Upplýsingar um avreiðingar vísa bæði, hvussu nógv verður avreitt, og hvussu stórt virði veiðan hevur.

Føroysk fiskifør fiska bæði í føroyskum sjógvi og á fiskileiðum uttan fyri føroyskt sjóøki. Grafarnir vísa, hvussu veiðan hevur býtt seg á ymisk sjóøki, fiskasløg og skipabólkar, og hvussu býtið hevur broyst gjøgnum tíðina.

Svartkjaftur, makrelur og sild fylla nógv í samlaðu avreiðingarnøgdini. Men fiskasløgini, sum fylla mest í tonsum, hava ikki altíð størsta avreiðingarvirðið. Toskur kann til dømis fylla lutfalsliga lítið í nøgd, men nógv í virði. Hetta kemst av, at prísurin fyri hvørt kilo er ymiskur frá fiskaslagi til fiskaslag.

Eisini er stórur munur á avreiðingunum hjá teimum ymisku skipabólkunum. Nóta- og ídnaðarskip avreiða vanliga tær størstu nøgdirnar, men raðfylgjan hjá skipabólkunum kann broytast, tá hugt verður at virði í staðin fyri tons. Tí er umráðandi at kanna bæði avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði, tá vit skulu skilja fiskiskapin og hvønn týdning fiskivinnan hevur fyri Føroyar.

Í hesum kapitlinum hava vit kannað, hvar føroysk fiskifør fiska, hvørji fiskasløg fylla mest í avreiðingunum, og hvussu avreiðingarnar eru býttar millum ymiskar skipabólkar. Grafarnir vísa, at nógv tons ikki altíð merkja stórt virði, tí fiskasløg hava ymiskan prís. Tí mugu vit hyggja at bæði nøgd og virði, tá vit samanbera fiskasløg og skipabólkar.