Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2025. 

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2025. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa sjóøkið fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til einans at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við at trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey fella burtur. Legg til merkis, at ongin veiða er skrásett undir Stóra Bretlandi fyrrenn í 2022. Orsøkin til hetta er, at veiða í bretskum sjógvi hevur verið skrásett undir ES, áðrenn Stóra Bretland fekk egið sjóøki eftir Brexit.  

Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna í 2000-2025

Heildarveiðan hevur sveiggjað nógv seinastu 20 árini, men er tó vaksin munandi í tíðarskeiðnum. Frá 2000 til 2003 varð heildarveiðan økt frá umleið 330 túsund tonsum til 550 túsund tons, og lá so rímiliga støðug fram til 2007. Í 2008 fall veiðan munandi, og í tíðarskeiðnum 2009-2012 lá veiðan líka omanfyri 300 túsund tons. Síðani er veiðan vaksin munandi aftur, og størsta heildarveiðan nakrantíð var í 2023, tá hon var omanfyri 760 túsund tons. Eitt týðiligt fall var frá 2020 til 2021, tá veiðan minkaði við góðum 100 túsund tonsum niður á umleið 500 túsund tons. Heildarveiðan í 2025 var góð 600 túsund tons, sum er ein minking uppá 6% í mun til 2024, tá heildarveiðan lá um góð 640 túsund tons.

Størsti parturin av fiskiveiðuni hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon hevur verið ein størri partur av heildarveiðuni síðani 2017. Beint eftir Brexit varð einki fiskað í ES øki, og bert heilt smáar nøgdir vórðu fiskaðar í Stóra Bretlandi í 2022 og 2023. Í 2024 fingu føroyingar tó aftur atgongd at fiska makrel í bretskum sjógvi. Nógv tann størsti parturin, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi er makrelur, tí vaksa nøgdirnar munandi í 2024 og 2025. Í 2024 vóru smá 33 túsund tons veidd í bretskum sjógvi, og í 2025 var veiðan góð 24 túsund tons.

Prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í 2012-2025

Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í nøgd hesi árini umframt bólkin ‘onnur fiskasløg’, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.

Á myndini sæst, at størstu nøgdirnar koma frá svartkjaftinum, makrelinum og sildini, ið samanlagt eru meira enn 80% av samlaðu avreiðingarnøgdunum flestu árini. Hini 20% koma millum annað frá toski, hýsu, upsa og lodnu, ið eru fiskasløg við væl minni avreiðingarnøgdum.

Tað er týðiligt á myndini, at størstu avreiðingarnøgdirnar koma frá svartkjaftinum øll árini, undantikið í 2012 og 2013, tá avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild vóru størri. Frá 2015 til 2020 var helvtin ella meira av samlaðu avreiðingarnøgdini svartkjaftur. Frá 2020 til 2021 var eitt fall í avreiddu nøgdunum av svartkjafti, og avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild fyltu tá meira. Hetta er tí ásettu kvoturnar fyri svartkjaft vóru so lágar í 2021 og 2022. Í 2023 komu aftur omanfyri 50% av avreiddu nøgdunum frá svartkjafti og í 2024 og 2025 var svartkjafturin 67% av samlaðu veiðuni í nøgd. Fiskiskapurin eftir lodnu hevur sveiggjað nakað í tíðarskeiðnum. Í 2019, 2020 og 2024 varð ongin lodnukvota útskrivað, og avreidda nøgdin hesi árini var tí ongin ella bert hjáveiða. Lodnukvotan í 2025 var lág, og samlaða lodnuveiðan var einans 0,3% av samlaðu føroysku veiðuni.

Prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í 2012-2025

Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í virði hesi árini umframt bólkin “onnur fiskasløg”, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.

Á myndini sæst, at samlaða avreiðingarvirðið serliga er býtt á svartkjaft, makrel, sild og tosk, sum í miðal hava umboðað umleið 75% í tíðarskeiðnum. Hesi fýra fiskasløgini hava tó, hvør sær, sveiggjað nakað frá 2012 til 2025. Hini 25% koma frá smærri avreiðingum, har lutfalsliga virðið av upsa er serliga nógv minkað síðani 2012.

Verður hugt at avreiðingarvirðinum í mun til avreiðingarnøgdina sæst, at tey fiskasløgini við størstu avreiðingarnøgdunum ikki altíð geva størstu avreiðingarvirðini. Við eini samanbering av avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði fyri tosk í 2025 sæst, at avreiðingarnøgdin fyri tosk var einans 4% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men heili 25% av avreiðingarvirðinum. Verður harafturímóti hugt at svartkjaftinum sæst, at hann var umleið 67% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men einans 21% av avreiðingarvirðinum í 2025.

Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum í 2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2025. Veljast kann í vinstra horni, um myndin skal síggjast í avreiðingarvirði (krónum) ella í avreiðingarnøgd (tonsum). Á vinstru síðu á myndini síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á myndini eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við størstu samlaðu avreiðingunum er ovast, og tann við lægstu avreiðingunum niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist myndin soleiðis, at samlaðu avreiðingarnar í árinum fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um árligu avreiðingarnar hjá tí einstaka fiskifarinum.

Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini, sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var sløk 512 túsund tons í 2025, og hendan nøgdin gav eitt avreiðingarvirði á góðar 2,4 millardir krónur.

Fiskiførini í bólki 2 høvdu næststørstu avreiðingarnøgd við umleið 44 túsund tonsum. Teirra avreiðingarvirði var slakar 510 milliónir, sum ger at teir liggja sum fjórðstørsti bólkur í avreiðingarvirði.

Línuskipini, sum umboða bólk 3, avreiddu umleið 15,3 túsund tons við einum avreiðingarvirði á omanfyri 646 milliónir.

Flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á smá 14,6 túsund tons, og gjørdist avreiðingarvirðið fyri hesi tonsini slakar 692 milliónir krónur, og sostatt eru teir bólkurin við næststørsta avreiðingarvirði. 

Einasta rækjuskipið í flotanum avreiddi sløk 4 túsund tons, sum høvdu eitt avreiðingarvirði á góðar 107 milliónir krónur.

Útróðrarbátarnir í bólki 5A avreiddu 4550 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á 125 milliónir. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5B, og var samlaða veiðan 1452 tons, sum gav eitt avreiðingarvirði á 42,8 milliónir.

Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreiddur. 

Avreiðingarnøgd hjá føroyskum fiskiførum frá 2000 til 2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000 til 2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarnøgdirnar bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.

Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi. Avreiðingarnøgdin var methøg í 2023 við eini samlaðari avreiðingarnøgd á omanfyri 690 túsund tons. Í 2025 var avreiðingarnøgdin 511,6 túsund tons, sum er ein lækking á umleið 50 túsund tons síðani 2024, og ein minking svarandi til 26% síðani 2023.

Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan bólkur 3, bólkur 4, rækjuskip og flakatrolararnir skiftast at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar í tíðarskeiðnum.

Avreiðingarvirðir hjá føroyskum fiskiførum frá 2000-2025

Myndin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000-2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.

Í 2025 varð tað hægsta virðið nakrantíð avreitt. Í 2025 avreiddu nóta- og ídnaðarskipini fyri 2,4 milliardir, flakatrolararnir fyri 692 milliónir og bólkur 3 fyri slakar 647 milliónir krónur.  Verður hugt at, hvussu avreiðingarvirðini broyttust frá 2024 til 2025 fyri tríggjar teir størstu bólkarnar, sæst ein hækking í øllum trimum bólkunum. Fyri nóta- og ídnaðarskip var hendan hækkingin 6%, hjá flakatrolarunum var hon 27,6%, og í bólki 3 sást ein hækking á umleið 50%.

Tað eru nóta- og ídnaðarskipini, ið hava hægsta avreiðingarvirðið øll árini uttan í 2000, tá bólkur 2, hevur hægsta avreiðingarvirðið. Í 2001 og framyvir eru tað flakatrolararnir, bólkur 2, bólkur 3 og bólkur 4, sum skiftast um næst-, trið- og fjórðstørstu avreiðingarvirðini. Í 2001 og 2022 og árini 2008-2017 er tað bólkur 2, sum hevur næststørstu virðini. Flakatrolararnir hava næststørstu virðini í 2006 og 2007 umframt í tíðarskeiðunum 2018-2022 og 2024-2025. Bólkur 3 hevur næststørstu avreiðingarvirðini í 2003 og 2023, og bólkur 4 í árunum 2004 og 2005.