Endurnýggjan og stødd á fiskiflotanum

Tal av fiskiførum í flotanum frá 2016 til 2025 býtt á skipabólkar

Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2025 í teimum seks skipabólkunum: Bólkur 2, Bólkur 3, Bólkur 4, Bólkur 4T, Nóta-og ídnaðarskip og Flakatrolarar.

Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av fiskiførum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum. Tá talan er um skip, har eitt er komið í flotan ístaðin fyri eitt annað, sum er farið úr flotanum, so telja hesi bara sum eitt skip. 

Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi. Talið av trolarum, sum hava avreitt er fallið frá 34 fiskiførum í 2016 til 20 fiskifør í 2022, t.v.s. við 14 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 41%. Tó er talið hækka eitt vet frá 2022 til 2023 við tveimum fiskiførum, í 2024 fór eitt burturav, men eitt fiskifar er komið afturat í 2025 og talið er nú á 22 fiskiførum.

Tal av fiskiførum í bólki 3, sum umboðar línuskip, hevur verið fallandi. Talið av fiskiførum var hægst í tíðarskeiðnum 2018-2021 við 17 fiskiførum, sum avreiddu, og lægst í 2023 við 12 fiskiførum. Árini frammanundan hevur talið ligið millum 15 og 16. Í 2025 hava 13 fiskifør avreitt, sum er óbroytt í mun til 2024.

Bólkur 4, sum umboðar útróðrarbátarnar, er ein samanlegging av bólki 4A og 4B, sum vóru lagdir saman í 2021. Í 2025 er talið av fiskiførum, sum hava avreitt bert 10. Hetta er tað lægsta tað hevur verið síðani 2016. Í árunum 2018 og 2019 var talið hægst við 19 bátum, og sostatt er hetta ein minking á 47%. Hugsast kann, at sveiggini í hesum bólki eru knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið til fiskiskap. 

Talið av fiskiførum í bólki 4T, sum umboðar trolbátarnar, hevur ligið ímillum 7 og 8 fiskifør øll árini uttan í 2025, tá talið fór niður á 6. Talið vaks frá 7 til 8 í 2019, og fór síðani niður aftur á 7 í 2022. Í 2023 vóru aftur 8 fiskifør, og í 2024 minkaði talið til 7 fiskifør – í 2025 vóru 6 fiskifør, sum avreiddu.  

Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og ídnaðarskip’, er vaksið við 6 skipum í tíðarskeiðnum frá 2016 til 2023. Hetta svarar til eina øking á 50%. Í 2016 høvdu 12 fiskifør avreitt í hesum bólki, men árini eftir hevur talið ligið ímillum 15 og 17 skip til talið fór uppá 18 í 2023, og hevur staðið í stað síðani. Sostatt hava 18 skip avreitt í 2025.

Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt í tíðarskeiðnum 2016 til 2025 verið støðugt og ligið ímillum 4 og 5 fiskifør. Í 2019 fall talið niður á 4 fiskifør og hevur talið verið óbroytt til tað fór uppá 5 fiskifør í 2024. Í 2025 fall talið av fiskiførum aftur til 4 skip.

Miðalaldurin á skipunum frá 2005 til 2025 býtt á skipabólkar

Á grafinum omanfyri sæst ein lýsing av miðalaldrinum av skipum, sum hava avreitt frá 2005 til 2025. Tað eru flakatrolarar, sum hava nýggjasta flotan seinastu trý árini, eftir at nýggi Akraberg kom í flotan í 2022, og Emerald og Gadus komu í 2023.

Næstyngstu flotarnir eru nóta- og ídnaðarskipini og trolbátarnir (bólkur 4T). Hjá trolbátunum er miðalaldurin farin frá 14,4 árum í 2005 upp til 24,2 ár í 2025, meðan nóta- og uppsjóvarskipini vóru í miðal 17,9 ára gomul í 2005, og eru nú 21,6 ár í miðal. Frá 2021 til 2022 er miðalaldurin á nóta- og uppsjóvarskipunum lækkaður, hetta er orsakað av nýggja Christian í Grótinum, sum kom í flotan í 2022. Í 2024 kemur nýggi Finnur Fríði í flotan, sum ger at miðalaldurin ikki veksur nakað serligt, og í 2024 til 2025 er aftur ein lítil minking í miðalaldrinum, sum er orsakað av nýggja Høgaberg, sum kom í flotan í 2025. Miðalaldurin á trolbátunum hevur gingið javnt uppeftir ár fyri ár samsvarandi árunum.

Miðalaldurin á línuskipum (Bólkur 3) er bert tvey ár hægri í 2025 í mun til 2005. Tó skal sigast at hann vaks í árunum frá 2005 til 2019 frá 36,4 til 46,5 ár. Síðani hevur miðalaldurin verið minkandi aftur, og er hann 37,4 ár í 2025. Hetta stendst av, at nøkur av teimum eldru fiskiførunum eru farin úr flotanum, og at nøkur av fiskiførunum eru endurnýggjaði síðani 2020. Útróðrarbátarnir á línuveiðu (Bólkur 4) hava elsta flotan, tá sæð verður burtur frá skeljabátum og garnaskipum. Miðalaldurin á útróðrarbátunum hevur verið rímiliga støguður øll árini. Hann er hægstur í 2022, tá hann er 51 ár. Síðani er miðalaldurin lækkaður, til hann vaks aftur í 2025 til 48 ár.

Miðal bruttotons á føroyskum fiskiførum 2006-2025 býtt á skipabólkar

Á grafinum omanfyri sæst miðal støddin í bruttotonsum á fiskiførunum í fýra av skipabólkunum í árunum 2006 til 2025. Hesir eru bólkur 2, bólkur 3, bólkur 4 og bólkur 4T. Við at koyra músina yvir linjurnar á grafinum síggjast miðal bruttotonsini fyri fiskiførini í hvørjum bólki.

Fiskiførini í bólki 2 og 3 eru blivin væl størri enn tey vóru í 2006. Serliga eru tað fiskiførini í bólki 3, ið eru vaksin nógv. Í 2006 varð miðal støddin á fiskiførunum í bólki 3 um 330 bruttotons og í 2025 vóru fiskiførini í miðal omanfyri 700 bruttotons. Hetta er ein øking á heili 117%. Tó hava tey verið størst í 2023, tá fiskiførini vóru í miðal um 740 bruttotons.

Fiskiførini í bólk 2 eru farin frá í miðal 400 bruttotonsum í 2006 og uppá gott 580 bruttotons í 2025. Hetta svarar til eina øking á umleið 44%.

Í bólkunum 4 og 4T er lítil broyting í støddini av fiskiførum síðani 2006. Miðal støddin á fiskiførum í bólki 4 hevur ligið millum 45 og 67 bruttotons, meðan miðal støddin í bólki 4T hevur ligið millum 106 og 128 bruttotons í tíðarskeiðnum.

Á grafinum omanfyri sæst miðalstøddin í bruttotonsum á fiskiførunum í fimm av skipabólkunum í árunum 2006 til 2025. Hesir eru flakatrolarar, nóta- og ídnaðarskip, rækjuskip, garnaskip, skeljabátar og hummarabátar.

Flakatrolararnir eru vaksnir serliga nógv. Í 2006 var miðalstøddin áleið 2400 bruttotons og í 2025 varð miðalstøddin á fiskiførunum áleið 4700 bruttotons. Hetta er ein øking á heili 97% og ta størsta flakatrolarnir nakrantíð hava verið. Í árunum frá 2008 til 2009 økist miðal støddin nógv, men bert hetta eina árið, tí í 2010 minka miðalbruttotonsini á fiskiførunum afturniður áleið 2000 bruttotons. Støddin á flakatrolarunum liggur støðug um tey 2000 bruttotonsini næstu 10 árini fram til 2020. Eftir 2021 koma fleiri nýggir flakatrolarar í flotan ,og á grafinum sæst, hvussu miðalstøddin økist ár aftaná ár hesi árini.

Støddin á nótaskipumum eru farin frá áleið 2000 bruttotons uppá áleið 2900 bruttotons í tíðarskeiðnum frá 2006 til 2025. Hetta svarar til eina hækking á 47%. Í 2020 vóru nótaskipini nakað størri enn í dag og støddin á nótaskipunum hevur sveiggjað nakað gjøgnum árini. Hetta kemst av nógva skiftinum av fiskiførunum inn í og út úr flotanum.

Miðalstøddin á rækjuskipunum er ikki økt nógv frá 2006 til 2025. Tó er ein stór øking í 2012, tá tey í miðalstøddin er um 3000 bruttotons samanborið við áleið 1700 bruttotons í 2006. Hendan ógvusliga broytingin er orsakað av einum nýggjum skipi í flotanum. Talan er um Høgaberg, sum er munandi størri enn hini rækjuskipini. Høgaberg er bert í flotanum tað eina árið, og tí lækkar miðalstøddin longu aftur í 2013. Frá 2018-2024 liggur miðalstøddin støðugt á 1720 bruttotonsum, tí tá er Arctic Viking einasta rækjuskipið í flotanum. Støddin fer uppá 1883 bruttotons í 2025, tá Hvítanes kemur í flotan ístaðin fyri Arctic Viking.

Miðalstøddin á garnaskipum hevur sveiggjað nakað í tíðarskeiðnum. Garnaskipini eru í miðal 343 bruttotons í 2006. Skipini eru nakað størri í tíðarskeiðnum 2012-2014. Frá 2015-2021 eru lítlar broytingar í miðalstøddini. Frá 2021 til 2022 gerast fiskiførini eitt sindur minni (250 bruttotons) og síðan er ongin broyting í miðal bruttotonsunum fram til í dag.  

Miðalstøddin á skeljabátum hevur sveiggjað millum umleið 170 og 240 bruttotons í tíðarskeiðnum, alt eftir um tað hava verið eitt, tvey ella trý skip í flotanum í árinum. Í 2006-2007 og 2011-2012 eru trý skip í flotanum, og tá er miðalstøddin 238 bruttotons. Tá tvey skip eru í flotanum fer miðalstøddin niður á umleið 220 bruttotons, tí størsta skipið fer úr flotanum. Seinastu 5 árini hevur bert tað minsta garnaskipið avreitt, og hettar skipið er 171 bruttotons.

Hummarabátar eru ikki við í hesum grafinum, tí støddin á bátunum í skipabólkinum bert finst fyri tveir av teimum á teyggjuni, og miðalstøddin harvið ikki er umboðandi fyri bólkin.

Sáttmálar um nýbygningar í 2026

Vesturleiki

Í oktober 2025 keypti P/F Brestir nýggjan trolara úr Danmark. Skipið varð bygt í 2021 á Karstensens Skibsværft í Skagen, og hevur enn ikki verið til fiskiskap – sostatt er talan um eitt nýtt skip. Skipið er 48 metrar langt, 11 metrar breitt og lastar umleið 300 tons av frystum fiski. Trolarin varð bygdur til fiskiskap í Norðsjónum, og tí skulu troldekkið og verksmiðjan tillagast til føroyska fiskiskapin. Trý kømur skulu eisini gerast afturat. Umbyggingin væntast at taka umleið 3 mánaðir. Keypsprísurin fyri Vesturleika var 115 milliónir krónur.  

Nord Vista

Í februar 2026 keypti P/F Thor Fisheries norska frystiskipið, Nord Vista, sum varð bygt í 1989 á Fiskestrand Værft í Noregi. Skipið er 38 metrar langt og 8,5 metrar breitt, og pláss er fyri einum manningartali á 20. Nord Vista er útgjørt til at fiska goggur og krabba, og Thor Fisheries arbeiðir í løtuni við nøkrum verkætlanum fyri skipið, sum varðveitir sítt navn.


Endurnýggjan av fiskiflotanum

Fagraberg

31. mars 2026 varð skipað fyri móttøku, tá nýggi Fagraberg kom á Fuglafjørð. Talan er um hetlendska trolaran, Serene, sum Sp/f Framherji yvirtók 1. mars. Skipið, sum er 82 metrar langt, 17,2 metrar breitt og lastar 2900 kubikk, varð bygt á Karstensens Skipsværft í Skagen í 2018. Nýggja skipið kemur í flotan fyri gamla Fagraberg, og verður eisini kallaður Fagraberg. Keypsprísurin fyri nýggja Fagraberg var 250 milliónir krónur.

Høgaberg

31. januar 2025 kom nýggi Høgaberg til Føroyar. Skipið fór beint til fiskiskap eftir at tað varð yvirtikið miðskeiðis í januar, men skipað var fyri móttøku, tá skipið kom á Fuglafjørð fyri fyrstu ferð og varð doypt. Sp/f Framherji skrivaði undir sáttmála við Karstensens Skibsvært tíðliga í 2022 um bygging av nýbygninginum, sum skuldi koma fyri gamla Høgaberg. Skipið er 88 metrar langt, 17,5 metrar breitt og lastar 3400 kubikk.

Nýtt frystilínuskip til Framherja

Á vári í 2026 skrivaði P/F Regn, sum er í Framherja-samtakinum, undir sáttmála um bygging av nýggjum skipi. Talan er um eitt framkomið frystilínuskip, sum verður umleið 50 metrar langt og fer at hava eina frystilast á 630 rúmmetrar. Hesin nýmótans frystilínubáturin verður fyrsti línubátur, ið er bygdur til fiskiflotan í fleiri ár, og tað er norska fyritøkan Sirius Design & Integration, sum hevur sniðgivið nýggja skipið. Skipið skal byggjast á Stadyard skipasmiðjuni í Noregi, og skrokkurin verður bygdur í Póllandi. Endamálið er at menna eitt framtíðarrættað frystilínuskip, sum sameinir effektiva arbeiðsgongd, orkusparandi rakstur og góðar manningarumstøður. Pláss verður fyri 17 fólkum í manningini. Eftir ætlan kemur nýggja skipið í flotan hjá Framherja á sumri í 2028.