Lívfrøðiliga grundarlagið

Góð vitan um fiskastovnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar, fyri at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert ávirka fiskastovnar við at áseta, hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum. Botnfiskasløgunum; toski, hýsu og upsa og uppsjóvarfiskasløgunum; makreli, sild og svartkjafti.

Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni

Á myndini niðanfyri sæst føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2025 í føroyskum sjóøki. Veiðan av toski og upsa vaks munandi frá 2024 til 2025, meðan veiðan av hýsu vaks eitt sindur í mun til 2024.

Føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa í føroyskum øki frá 1990 til 2025

Veiðan av toski var 11,2 túsund tons í 2025. Hetta er ein øking á heili 70% frá 2024, tá veiðan var 6,6 túsund tons, og er hetta tann hægsta mongdin síðani 2019. Veiðan í 2025 var tó næstan helvtina minni enn veiðan í 2019, sum var besta árið síðani 2004. Veiðan av toski hevur verið hækkandi síðani 2022.

Veiðan av hýsu í 2025 var 5,6 túsund tons í 2025, hetta er ein øking á umleið 17% frá 2024. Seinastu árini hevur veiðan verið frægari enn árini frá 2009 til 2017. Tó er hetta bert ein brotpartur av miðalveiðuni í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2007. 

Veiðan av upsa vaks eisini frá 2024 til 2025, frá 16,5 tonsum upp á 22,8 tons. Hetta er ein øking á 38%, og er hetta hægsta veiðan síðani 2017. Veiðan seinastu árini er tó rættiliga lág samanborið við miðalveiðuna í tíðarskeiðnum frá 2001-2010.

Stovnsmetingarnar frá Havstovuni í stuttum

Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum hjá Havstovuni um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum í 2026, umframt tilmælið hjá Havstovuni um fiskiskap á Føroyabanka í 2026, sum er bygt á stovnsmeting og ICES ráðgeving fyri tosk á Føroyabanka.

Sambært tilmælinum frá Havstovuni, er føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðan hevur verið undir søguligum miðal síðan 2010, og veiðan var umleið 20 túsund tons í 2024. Veiðulutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 2 tí minkast 5%.

Føroyski hýsustovnurin er væl fyri, og síðani 2019 hevur hann verið omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðutrýstið hevur verið lágt seinnu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Ábendingar eru um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og metta veiðulutfallið í 2025 er niðanfyri lágmarkið.

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið á lágum støði síðani 2004. Millum 2020 og 2024 var gýtingarstovnurin undir vandamarkinum, har serlig verjutiløk eru neyðug, men í 2025 kom hann upp um vandamarkið, hóast hann enn er undir lágmarkinum, har verjutiltøk eru neyðug. Veiðilutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 tí minkast 5%.

Yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka í 2024 og 2025 vísa, at nøgdin av toski er minkandi, men at hon tó er yvir miðal. Yvirlitstrolingarnar síðani september 2023 vísa, at toskurin á Føroyabanka hevur verið meira rak enn í tíðarskeiðinum frammanundan. Hetta bendir á, at tað ikki er so nógv føði á Føroyabanka, og at hetta kann føra til stórt veiðutrýst, tí toskur í størri mun kemur á línuna, tá hann er rak. Havstovan mælir tí til, at tað verða tillutaðir 150 fiskidagar í 2026 til eina blanding av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu), sum er sama fiskidagatal sum varð tilmælt í 2024 og 2025.

 
 

Stovnsmetingarnar frá ICES í stuttum

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í november 2025 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum, umframt fyri tosk á Føroyabanka í 2026. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2026 kann í mesta lagi vera 19.653 tons, sum er ein øking á 61% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Veiðutrýstið á hýsu hevur verið lágt tey síðstu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Eisini eru ábendingar um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og væntast kann, at 2023-árgangurin kemur inn í fiskiskapin í 2026.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2026 kann vera í mesta lagi 24.062 tons, sum er umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2025. Stovnsstøddin á upsa er yvir øllum vandamørkum, og tilgondin síðstu árini hevur verið yvir miðal.

ICES mælir til, at veiðan av toski á landgrunninum í 2026 kann vera í mesta lagi 6.075 tons, sum er ein hækking á 113% í mun til tilmælið fyri 2025. Toskastovnurin er nú komin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men er tó enn undir fyrivarnismarkinum. Betri tilgongd seinastu árini er høvuðsorsøkin til vøksturin í stovninum.

ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka í 2026 kann í mesta lagi vera 403 tons. Hetta er ein lækking á 30% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Lækkingin kemst av eini varnari veiðureglu, umframt at rannsóknarskipið hevur fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka.


ICES tilmæli fyri 2026

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli 2026

Toskur

🟡

🔴

🟢

6.075 tons (+113%)

Hýsa

🟢

🟢

🟢

19.653 tons (+61%)

Upsi

🟢

🔴

🟢

24.032 tons (-1%)


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri fiskiskap á Landgrunninum (ICES øki 5.b.1) í 2026.

Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka

Í november 2022 var fyrstu ferð síðani 2007, at ICES mældi til, at nakað av toski kundi veiðast á Føroyabanka. ICES mældi tá til, at veiðan av toski á Føroyabanka skuldi vera í mesta lagi 78 tons um árið í 2023 og 2024. Yvirlitstrolingar á Føroya Banka í 2024 vístu týðilig tekin um at stovnurin var komin fyri seg, og tí var ein stór hækking í tilmælinum fyri 2025, sum var 575 tons. Rannsóknarskipið hevur tó fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka í seinastuni, og er tilmælið 403 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 30%. Nýggjasta tilmælið frá ICES kann lesast her. Havstovan mælir til eitt fiskidagatal á 150 dagar í 2026, sum er óbroytt í mun til 2023 og 2024.

Myndin til høgru vísir søguliga fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka. Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka hevur nøkur einkult ár verið omanfyri 5 túsund tons, seinast í 2003, tá hann var sløk 5,7 túsund tons. Í 2024 vóru 616 tons av toski veidd á Føroyabanka, sum svarar til umleið helvtina av veiðuni í 2023. Veiðan fyri 2025 hjá føroysku fiskiførunum var 321 tons, sum er ein lækking á smá 48% í mun til veiðuna í 2024. Samlaða talið fyri 2025 verður tó eitt sindur hægri, tá veiðan hjá øllum londunum er uppgjørd hjá ICES.

Veiðan á Føroyabanka

Á grafinum niðanfyri verður hugt eitt sindur nærri at veiðuni á Føroyabanka seinastu fýra árini. Grafurin vísir veiðuna í nøgd (í tonsum) og í virði (í 1000 krónum) eftir mest veiddu fiskasløgunum umframt samlaðu veiðuna av øðrum fiskasløgum, sum í grafinum verða bólkaði saman í “Annað”.

Tað sæst, at veiðinøgdirnar ikki hava verið stórar hesi árini. Størsta veiðan av einstøkum fiskaslagi og samlað fyri árið var í 2022, tá 1.584 tons av hýsu vóru avreidd, og samlaða veiðan var 2.555 tons. Veiðan eftir ymsu fiskasløgunum sveiggjar nakað ár fyri ár. Í 2021 og 2022 varð mest veitt av hýsu og næstmest av longu, meðan mest hevur verið at fingið av toski, og síðani hýsu, í 2023 og 2024. Eitt vet av brosmu, havtasku og øðrum fiskasløgum hevur verið veitt øll árini. Tað sæst, at serliga lítið hevur verið veitt av toski árini undan 2023, og grafurin omanfyri, ið lýsir gongdina í toskaveiðuni á Føroyabanka, vísir eisini hetta.

Veiðan á Føroyabanka árini 2021-2025

Svartkjaftur

Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft

Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum verða fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.

Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland vorðin ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er enn eingin avtala gjørd millum øll strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti, at mest loyvda veiðan er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðardygt og at geva mest varandi veiðu.

Í 2024 var tó fyrstu ferð í áravís at Føroyar gjørdi avtalur við nøkur av strandalondunum um býtið av makrel- og sildakvotunum. Í juni 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar, Noreg og Bretland um makrelbýtið í 2024, og í desember 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar og Noreg um býtið av norðhavssild í 2025. Í desember 2025, legðist Ísland afturat semjuni um makrelbýtið fyri 2026. Sostatt er hetta fyrstu ferð í nógv ár, at fýra strandalond hava gjørt eina semju um kvotabýti. Eitt yvirlit yvir fiskiveiðiavtalur, sáttmálar og semjur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 30-45% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Ovveiðan seinastu 2 árini er tó minkað nakað, orsakað av semjum millum nøkur av strandalondunum. Niðanfyri sæst ásetta kvotan hjá strandalondunum umframt ICES tilmælið fyri tey trý fiskasløgini síðani 2006. Endaligu kvoturnar fyri 2026 eru enn ikki ásettar í øllum londum, og tí manglar hetta í grafunum.  

Makrelur

Hendan framhaldandi ovurfiskingin í mun til ráðgevingina merkir, at vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina, orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandalondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilmælini. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.  

ICES tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 70% í mun til tilmælið fyri 2025. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,74 milliónir tons, sum er væl undir burðardygga markinum (MSY Btrigger), og eisini undir Blim lágmarkinum á 3,07 milliónir tons. Veiðitrýstið er minkað munandi síðani 2003 og lá árini 2009 til 2021 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. Tó hevur nógva veiðan seinnu árini, saman við einum minkandi stovni, havt við sær eitt vaksandi veiðitrýst síðani 2019. Metta veiðitrýstið fyri 2025 er 0,29, sum er væl omanfyri hámarksvirðið (Fmsy = Fpa = 0,19). Stovnsmetingin fyri makrel varð eftirmett á vári 2025 (hetta verður kallað benchmark), og tað ávirkaði munandi fatanina av stovninum. Størsta broytingin í benchmark, er hægri nátturudeyði fyri ungan fisk og broytt fatan av tilgongdini. Hettar, saman við niðurgongd í gýtingarstovninum, eru høvuðsorsøkirnar til stóru niðurgongdina í tilmælinum fyri 2026.

ICES tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til tilmælið fyri 2025. Gýtingar­stovnurin er minkaður nógv síðani 2008, og er hann nú mettur at vera 3,01 milliónir tons, sum er beint undir markinum fyri, har varsemi skal vísast (Bpa = MSY Btrigger = 3,18), men omanfyri lágmarksvirðið (Blim = 2,29). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast tó at venda hesi gongdini, so at stovnurin fer at vaksa komandi árini. Veiðitrýstið seinastu árini hevur ligið undir markinum, nær varsemi skal vísast (Fpa = FMSY = 0,21), og metta veiðitrýstið fyri 2026 er 0,12. Sildastovnsmetingin varð eisini eftirmett (benchmark) á vári 2025, og dagførda stovnsmetingin hevur broytt nakað um gongdina í stovninum, men yvirskipað er fatanin av stovninum óbroytt eftir benchmark.

ICES tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 41% í mun til tilmælið fyri 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt orsakað av vánaligari tilgongd síðani 2022, umframt at metingin av góðu árgangunum frá 2021 og 2022 er justerað niður í nýggjastu stovnsmetingini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,65 milliónir tons, sum er væl omanfyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi (MSY Btrigger = 2,25 milliónir tons). Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri hámarkið og er tað nú 0,68, sum er væl omanfyri burðardygga hámarkið (Fpa = Fmsy = 0,32). Kanningar frá 2025 koma við ábendingum um, at 2024 árgangurin er yvir miðal, men enn er óvist, hvussu góður hann er, og hetta verður ikki tikið við fyrrenn í næstu stovnsmeting.


Støða

Gýtingarstovnur:

Tilgongd:

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fpa)

Tilmæli 2026:

Sild

Makrelur

2,74 mió. tons 🔴

🔴

🔴

🔴

174.357 tons (-70%)

Sild

3,01 mió. tons 🟡

🔴

🟢

🟢

533.914 tons (+33%)

Svartkjaftur

3,65 mió. tons 🟢

🟡

🔴

🔴

851.344 tons (-41%)


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.