Oljunýtsla í fiskiflotanum
Tað eru serliga tvær orsøkir til at hyggja nærri eftir oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Fyrsta orsøkin er, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hevur sett sær fyri, at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fyri at avmarka veðurlagsbroytingar, og tí er umráðandi at minka um oljunýtsluna í øllum samfelagnum, og harvið eisini hjá flotanum.
Hin orsøkin er, at oljukostnaðurin er stórur partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipunum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lønsemið hjá flotanum, at hann brúkar so lítið av olju, sum gjørligt.
At fáa meira vitan um oljunýtsluna hevur verið eitt av fokusøkjunum hjá Sjókovanum síðani byrjan. Fyri at fáa eina góða mynd av oljunýtsluni hjá fiskiflotanum, hevur Sjókovin savnað inn hagtøl frá reiðaríum um oljunýtsluna fyri árini 2019-2025 hjá nøkrum skipum í flestu skipabólkunum. Við at lata skipini umboða bólkin, ber til at fáa eina mynd av oljunýtsluni í hvørjum skipabólki sær og eina samlaða mynd av oljunýtsluni í flotanum. Sjókovin fegnast um, at enn fleiri skip eru umboðaði í ár. Sjókovin takkar reiðaríunum fyri teirra vælvild at lata hagtøl til greiningarnar.
Eisini er vert at nevna, at Sjókovin í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst við at fáa enn fleiri upplýsingar um oljunýtsluna til vega. Sjókovin fekk tíðliga í 2023 saman við viðkomandi áhugapørtum og myndugleikum játtað pening frá Fiskivinnugransking til verkætlan at greina oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum. Hendan verkætlan ber heitið SmartFisk og fór av bakkastokki í mai 2023.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.
Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, fer verkætlanin at:
1. lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Saman við vinnuni, verður oljunýtslan skrásett, og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna.
2. kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.
3. Saman við vinnuni, eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna.
Við støði í omanfyristandandi skal verkætlanin koma við ítøkiligum tilmælum, um hvussu oljunýtslan kann minka - saman við viðkomandi áhugapørtum.
Samlaða oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum
Á myndini omanfyri sæst, at síðan fyrst í 1990’unum hevur samlaða oljunýtslan í Føroyum ligið millum 200-250.000 tons, men er síðan 2017 økt munandi og hevur seinastu árini ligið um 300.000 tons (gula linjan).
Økingin í oljunýtsluni stavar frá øðrum virksemi enn fiskiskapi, tí vit síggja at føroysk fiskifør ikki hava havt munandi vøkstur í oljunýtlsuni og er mestsum óbroytt síðani 2022 (bláa linjan).
Ovast á myndini ber til at velja at síggja oljunýtsluna hjá fiskiførum í prosentum. Her síggja vit, at oljunýtslan hjá fiskiførunum er lutfalsliga minkað í tíðarskeiðnum. Frá 1992-2005 hevur hon ligið um 40-45%, men minkar nógv árini eftir niður í áleið 30%. Her hevur hon ligið rættiliga støðugt síðani og í 2025 var oljunýtslan 28% í mun til samlaðu oljunýtsluna.
Lutfalsliga minkingin í nýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum skal ikki skiljast sum, at hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera nakað við oljunýtsluna hjá flotanum, tí tað er ein sannroynd, at tá føroysk fiskiskip umboða ein slakan triðing av oljunýtsluni, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.
Oljunýtsla í mun til avreiðingar
Oljunýtslan er sjálvsagt tætt tengd at gongdini í fiskiskapinum. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna vísir bláa strikan á myndini omanfyri, hvussu nógv kilo av veiddum fiski fæst fyri hvønn litur av olju, meðan gulu stabbarnir vísa avreiddu nøgdina.
Tað sæst, at tætt samband er millum støddina av samlaða fiskiskapinum, altso avreiðingarnøgdini, og hvussu nógvur fiskur fæst fyri ein litur av olju. Er nógvur fiskur at fáa, er gjørligt at fáa nógvan fisk fyri hvønn liturin av olju, meðan er fiskiskapurin vánaligur, fæst munandi minni fiskur fyri hvønn litur av olju.
Á myndini sæst, at avreiðingarnøgdirnar eru vaksnar nógv, og kilo av fiski fyri hvønn litur av olju er økt nógv frá 2021 til 2023, tó minkaði talið nakað í 2024 og 2025. Bæði avreiðingarnøgdirnar og hvussu nógvur fiskur fekst fyri hvønn litur av olju minkaðu í 2024 og 2025. Í fjør fingu skipini 6 kg av fiski fyri hvønn litur av olju. Hetta er ein lítil minking í mun til 2024, tá ein litur av olju gav 6.2 kg av fiski.
Ein onnur orsøk til, at alt meiri fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju, er effektiviseringin av flotanum. Tað, at færri skip eru til fiskiskap og fáa somu ella størri veiðinøgd upp á land ger, at fiskiskapurin kann gerast effektivari, og at oljunýtslan harvið minkar.
At enda er stór broyting hend í veiðusamansetingini, við tað at nógv meiri av uppsjóvarfiski verður veitt í dag í mun til áður. Samlaðu nøgdirnar av uppsjóvarfiski eru tó minkaðar.
Prosentbýtið av fiskaðu nøgdunum býtt á skipabólkar
Prosentbýtið av oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum
Prosentbýtið av virðinum av fiskaðu nøgdunum býtt á skipabólkar
Lagkøkumyndirnar omanfyri vísa støðuna í oljunýtsluni og veiðusamansetingini (í nøgd og virði) seinastu trý árini, t.v.s. árini 2023 til 2025.
Á myndini til vinstru sæst, at uppsjóvarskipini brúktu omanfyri helmingin (53%) av allari oljuni hjá føroyska fiskiflotanum. Trolarar brúktu 18% meðan flakatrolararnir brúktu 16%. Línuskipini og aðrir skipabólkar brúktu ávikavist 6% og 7%.
Hyggja vit at býtinum av fiskaðu nøgdunum, sæst, at uppsjóvarskipini landaðu 84% av samlaðu nøgdini, meðan hinir skipabólkarnir sostatt avreiddu írestandi 16%.
Í býtinum av virðunum síggja vit, at uppsjóvarskipini eru størsti bólkur og fáa 58% av virðunum. Flakatrolarar og línuskip fáa ávikavist 13% og 12%, meðan trolarar og onnur skip fáa umleið 9% hvør.
Viðmerkjast skal, at her er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.
Gongdin í oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum
Strikumyndin omanfyri vísir, hvussu nógv olja skuldi til fyri at fiska eitt kilo av fiski í ymsu skipabólkunum í árunum frá 2019 til 2025.
Tað er gleðiligt at síggja, at oljunýtslan er farin niður tvørturum skipabólkarnar frá 2024 til 2025. Í 2025 vóru tað stóru útróðrarbátarnir, sum brúktu minst olju í mun til hvørt kilo av fiski. Hetta talið var 0,07 litur. Tvs fyri hvønn litur av olju fingu teir 14 kg av fiski. Á nøkulunda sama støði vóru uppsjóvarskipini, sum brúktu 0.09 litrar av olju fyri hvørt kg fisk, sum er 11 kg av fiski fyri hvønn litur. Í tíðarskeiðnum hava hesi bólkarnir nýtt umleið 0,1 litur fyri hvørt kilo av fiski í miðal.
Eftir hesar skipabólkar, eru tað frystilínuskipini sum eru tey næst effektivastu, tá ið tað kemur til oljunýtslu. Í 2025 brúktu frystilínuskipini 0,27 litur fyri hvørt kilo, sum er ein lítil minking síðani 2024.
Partrolarar hava havt eina meira sveiggjandi gongd. Oljunýtslan var hægst í 2021, tá teir nýttu 0,52 litur av olju fyri hvørt kilo av fiski. Síðani lækkaði oljunýtslan í 2022, men tók seg upp aftur í 2023. Í 2024 og 2025 lækkaði oljunýtslan fyri hvørt kilo munandi. Oljunýtslan í 2025 var 0,28 litrar fyri hvørt kilo av fiski og lá tá sostatt eitt lítið sindur omanfyri frystilínuskip. Hetta svarar til 3,6 kg fyri hvønn litur.
Flakatrolarar og trolbátar høvdu hægstu oljunýtsluna gjøgnum alt tíðarskeiðið. Tað sást ein støðug øking í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski hjá flakatrolarunum síðani 2019 til 2024, men í 2025 lækkaði talið niður á 0,54 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski. Oljunýtslan hjá trolbátunum lá hægri í 2022 og 2023, men minkaði síðani í 2024 og 2025. Í 2025 brúktu teir umleið 0.5 litur fyri hvørt kilo av fiski, sum var ein lítil minking í mun til 2024.
Broytingin millum árini í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski stavar fyrst og fremst frá vánaligum ella góðum fiskiskapi, soleiðis at sjálv oljunýtslan hjá skipunum broytist ikki stórvegis, meðan fiskaða nøgdin sveiggjar munandi meir enn oljunýtslan.
Tað er vert at hava í huga, at framleiðslan ikki er tann sama í øllum bólkunum. T.d. koma verksmiðjuskip í land við einari lidnari vøru, meðan í øðrum bólkum verður fiskurin virkaður á landi. Hjá verksmiðjuskipunum liggur tískil øll orkunýtslan í sambandi við framleiðsluna á sjónum. Fyri neyvari at síggja hvat fyri veiðu- og framleiðsluhættir hava minst oljunýtslu og CO2 útlát, kann tað tí vera sera viðkomandi at gera lívsringrásgreiningar av ymiskum fiskavørum, har hædd verður tikið fyri, hvar virkingin av fiskinum fer fram.
Eins og omanfyri, er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.
Virði av fiski fyri hvønn litur av olju
Strikumyndin vísir gongdina fyri árini 2019 til 2025 í virðinum av avreiðingunum í mun til nýttu litrarnar av olju.
Øll fiskasløg hava ikki sama virði, og tí er ikki nokk einans at hyggja eftir fiskaðu nøgdini, tí tað er virðið av fiskinum, ið skal gjalda fyri oljunýtsluna. Tað er samstundis eyðsæð, at hækkandi oljuprísir raka serliga teir bólkarnar, sum fáa lítið virði fyri hvønn litur av oljum, tí minni verður eftir at rinda aðrar útreiðslur, tá oljan er goldin.
Tað fyrsta vit leggja til merkis er gongdin hjá stórum útróðrarbátum. Í tíðarskeiðnum hava stórir útróðrarbátar havt nógv tað størsta virðið av avreiðingum í mun til nýttu oljunýtsluna. Í árunum 2021 til 2024 fingu teir millum 129-210 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju. Hetta talið liggur í 2025 heilt uppi á 368 krónur liturin, sum er ein øking á yvir 153% síðani 2023.
Frystilínuskipini eru tey, sum fáa næststørst virði av avreiðingum í mun til nýttu oljuna. Í 2025 sæst eisini ein ávís øking í virðunum samanborðið við árini fyri. Í 2025 fingu línuskipini 104 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju.
Avreiðingarvirðini hjá trolbátunum og uppsjóvarskipunum vóru umleið 51 kr fyri hvønn litur av olju, meðan flakatrolararnir og partrolararnir fingu ávikavist 46 og 29 krónur fyri hvønn litur av olju. Hetta er ein øking hjá øllum bólkum. T.d. broyttist avreiðingarvirðið hjá partrolarunum frá 19 kr í 2024, og hetta er ein øking uppá 47 %.
Samanbering av oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum
Myndin omanfyri samanber oljunýtsluna hjá ymisku skipabólkunum í 2025. Blái prikkurin vísir lægsta virðið, tann guli miðal virðið og grøni prikkurin vísir mesta virðið.
Tað sæst, at uppisjóvarskipini í miðal nýttu 0,09 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski. Tað effektivasta skipið nýtti umleið 0,06 litrar, meðan tað minst effektiva nýtti umleið 0,15 litrar fyri hvørt kilo. Hetta merkir, at tað effektivasta skipið hevði eina oljunýtslu, sum var 40% av oljunýtsluni samanborið við tað skipið, sum nýtti mest olju fyri hvørt kilo av fiski, og 60% samanborið við miðalnýtsluna.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til munir millum skipini. Ein stór orsøk er munur millum kvotastødd og býtið millum fiskasløgini hjá ymisku skipunum. Ein annar munur kann vera at skrokkur og motorur á ávísum skipum eru effektivari. Eisini er fiskiskapurin ymiskur millum skipini og árini. Tað er tí møguligt, at skip kunnu liggja undir miðal eitt ár og omanfyri miðal eitt annað ár.
Bólkurin sum hevur størsta spennið var línuskipini, har ið effektivasta skipið brúkti 0.21 litrar fyri hvørt kilo av fiski, meðan tað, sum brúkti mest nýtti 0.39 litur fyri hvørt kilo, sum er næstan dupult so nógv.
Miðaloljunýtslan fyri hvørt kilo av fiski í partrolarunum var 0,28 litar, sum var nakað størri enn hjá línuskipunum, men allir partrolararnir nýttu væl minni enn tað minst effektiva frystilínuskipið.