Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum
Uppsjóvarfiskiskapurin er størsti einstaki fiskiskapurin í Føroyum og stendur fyri einum munandi parti av samlaðu oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Tað er tí viðkomandi at greina oljunýtsluna í hesum partinum av vinnuni nærri.
Høvuðsfiskasløgini í uppsjóvarfiskiskapinum eru makrelur, sild og svartkjaftur, umframt nakað av lodnu.
Myndin til høgru vísir avreiðingarnar í tonsum fyri hesi fiskasløgini í tíðarskeiðnum 2020–2025. Svartkjaftur er klárt størsta fiskaslagið í nøgd, við árliga veiðu á umleið 200.000–450.000 tons. Makrelur og sild liggja á einum lægri støði, umleið 100.000 tons árliga, tó við lægri nøgdum í 2024 og 2025. Lodna hevur avmarkaðan týdning og verður einans fiskað í ávísum árum.
Hóast svartkjaftur hevur størstu nøgdina, hevur makrelur vanliga hægsta avreiðingarvirðið, umleið eina milliard krónur árliga. Lækkingin í makrelnøgdini í 2024 og 2025 hevur ikki ført til samsvarandi lækking í virðinum, orsakað av einum markantum prísvøkstri.
Sild hevur vanliga havt næststørsta avreiðingarvirðið, umleið eina hálva milliard krónur. Seinastu trý árini er virðið av svartkjafti tó vaksið munandi, og hevur í hesum tíðarskeiði ligið á einum støði kring eina milliard krónur, og harvið verið ájavnt makreli í samlaðum virði.
Avreiðingarvirði á uppsjóvarfiskasløgunum
Fyri at greina oljunýtsluna nærri hevur Sjókovin fingið útgreinaði hagtøl frá einum úrvali av uppsjóvarskipum. Hetta ger tað møguligt at kanna oljunýtsluna í mun til bæði fiskaslag og fiskileið. Av tí at skrásetingin av oljunýtslu og øðrum hagtølum er ymisk frá skipi til skip, fevnir greiningin ikki um allan flotan. Tó er dátugrundarlagið mett at vera nóg umboðandi til at lýsa yvirskipaðu viðurskiftini í uppsjóvarfiskiskapinum.
Í mun til undanfarin ár er dátugrundarlagið broytt nakað, við tað at áður hava vit fingið avreiðingardátur beinleiðis frá feløgunum, meðan nú byggja hagtølini á avreiðingardátur frá Vørn. Munurin er serliga, at nakrir túrar fara fram í fleiri økjum, t.d. í føroyskum sjóøki og í NEAFC. Dáturnar frá Vørn leggja tó allan túrin inn undir eitt sjóøki og hetta elvir til at hagtølini broytast nakað. Hagtølini geva tó framvegis eina rættvísandi mynd av tí, sum er farið fram.
Mynstrið í uppsjóvarfiskiskapi eftir mánaði og fiskaslagi í árunum 2020-2025
Uppsjóvarfiskasløgini eru ferðandi stovnar, har lívfrøðilig og umhvørvislig viðurskifti ávirka útbreiðsluna frá ári til árs. Myndin omanfyri vísir árstíðarmynstrið í fiskiskapinum fyri hvørt fiskaslag í tíðarskeiðnum januar 2019 til desember 2025. Greiningin vísir eitt týðiligt árstíðarbundið mynstur: í fyrra hálvári er fiskiskapurin serliga eftir lodnu og svartkjafti, meðan makrelfiskiskapurin tekur seg upp um summarið og heldur fram út á heystið. Síðani fylgir sildafiskiskapurin, sum er mest frammi á heysti og fram til árslok.
Í komandi pørtum verður uppsjóvarfiskiskapurin greinaður nærri fyri hvørt fiskaslag sær. Her verður millum annað hugt at mánaðarligum fiskiskapi, effektiviteti máldur sum kilo fyri hvønn litur av olju og fyri hvønn tíma, umframt avreiðingarvirði fyri hvønn litur og miðalprísi fyri hvørt kilo. Greiningarnar eru gjørdar á økisgrundarlagi fyri tíðarskeiðið 2019–2025.
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir makreli
Makrelurin er hitt virðismiklasta av uppsjóvarfiskasløgunum. Sum sæst á myndini niðanfyri, er eitt serligt eyðkenni við makrelfiskiskapinum, at hann fer fram í stuttum og intensum tíðarskeiðum. Veiðan er savnað í fáar mánaðir, ofta við sera høgum toppum, meðan lítil ella eingin veiða er restina av árinum. Hetta merkir, at fiskiskapurin er treytaður av stuttum tíðarskeiðum, har fiskurin er tøkur í stórum nøgdum, og at tað tí krevur stóran kapasitet og góða tillaging at gagnnýta hesi vindeygu.
Makrelur verður veiddur í fýra høvuðsøkjum: føroyskum sjóøki, norskum sjóøki, ES-sjógvi (nú bretskum sjógvi) og í altjóða sjóøkinum (NEAFC). Fiskiskapurin hevur vanliga tikið seg upp fyrst í føroyskum sjóøki og síðani flutt seg serliga til bretskan sjógv, har ein stórur partur av veiðuni hevur verið framdur seinni í árinum.
Eftir Brexit mistu føroysk fiskiskip atgongdina til bretskan sjógv, og hetta hevði við sær eina týðiliga broyting í árstíðarmynstrinum. Fiskiskapurin flutti seg í størri mun til NEAFC og norskt sjóøki, samstundis sum veiðan fór fram fyrr á árinum. Myndin vísir eisini, at veturveiðan, sum áður var vanlig í bretskum sjógvi, nærum helt uppat í árunum eftir Brexit. Í 2024 tók fiskiskapurin í bretskum sjógvi seg uppaftur, og árstíðarmynstrið líkist aftur meira tí, sum var galdandi undan Brexit, tó við ávísum frávikum.
Myndin til vinstru vísir, hvussu stórt avreiðingarvirði fæst fyri hvønn litur av olju í teimum ymsu fiskileiðunum. Í 2019 og 2020 var munurin millum økini sera stórur. Í bretskum sjógvi fekst umleið 170–230 krónur fyri hvønn litur av olju, meðan virðið í føroyskum sjóøki lá um 80–90 krónur. Hetta vísir, at fiskiskapurin í bretskum sjógvi var munandi meira lønandi í mun til oljunýtslu.
Eftir Brexit sæst ein týðilig minking í avreiðingarvirði fyri hvønn litur í øllum økjum, men seinastu árini hevur ein ávísur bati verið at síggja, serliga í føroyskum og NEAFC øki.
Í 2025 var virðið fyri hvønn litur serliga høgt og lá umleið á 110 krónur fyri hvønn litur í føroyskum sjóøki og um 300 krónur í bretskum sjógvi. Høga virðið stavar frá stórum prísvøkstri, meðan munurin stavar frá muni í effektiviteti millum økini.
Samstundis sæst eisini, at føroyskt sjóøki og NEAFC-økið seinastu árini hava nærkast hvørjum øðrum og liggja á einum líknandi støði.
Myndin til høgru vísir avreiðingarprísin fyri makrel býtt á øki. Her sæst, at prísurin í fleiri ár var hægstur í norskum sjóøki, serliga í 2021 og 2022, har hann lá um 9–10 krónur fyri kilo. Í sama tíðarskeiði lá prísurin lægri í føroyskum og NEAFC-øki, um 5–7 krónur fyri kilo. Í 2023 var veiðan avmarkað til føroyskt og NEAFC-øki, har prísurin lá ávikavist um 6 og 7 krónur fyri kilo.
Frá 2024 sæst ein greið broyting, har prísurin hækkar munandi í øllum økjum. Í 2025 nær prísurin hægsta støði í øllum økjum, serliga í bretskum sjógvi, har hann fer upp um 20 krónur fyri kilo.
Tað, sum myndin ikki beinleiðis vísir, er, at prísurin á makreli vanliga hækkar gjøgnum árið. Hann er ofta lægstur, tá fiskiskapurin byrjar á sumri, og hækkar síðan líðandi fram móti ársenda. Hetta merkir, at fiskur veiddur í føroyskum sjóøki ofta verður seldur til lægri prís, meðan fiskur veiddur seinni á árinum, serliga í norskum og bretskum sjógvi, fær hægri prís.
Avreiðingarprísur á makreli býttur á øki
Í ársfrágreiðingini fyri fiskivinnuna 2020 gjørdi Sjókovin eina nærri greining av búskaparliga virðinum av atgongdini til bretskan sjógv. Í hesi greining varð serliga hugt at miðal avreiðingarprísinum gjøgnum árið. Niðurstøðan var, at atgongd til bretskan sjógv hevur stóran týdning fyri samlaða virðisskapanina, bæði á sjónum og á landi. Hetta hongur saman við, at makrelurin, tá hann kemur í bretskan sjógv, vanliga er í betri standi, við hægri fitiinnihaldi og fastari konsistensi.
Avreiðingarvirði á makreli fyri
hvønn litur av olju býtt á øki
Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir makreli býttur á øki
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir sild
Sildafiskiskapurin er sera árstíðarbundin og fer vanliga fram frá september til november/desember, serliga í føroyskum og íslendskum sjóøki. Fiskiskapurin er tí í stóran mun savnaður á heysti, har størstu nøgdirnar verða veiddar.
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir sild býttur á øki
Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd í mun til litrar av olju
Myndin til omanfyri vísir avreiðingarnøgdina fyri hvønn litur av olju í teimum ymsu veiðiøkjunum. Sum heild sæst, at fiskiskapurin í íslendskum sjóøki ofta gevur størstu nøgd fyri hvønn litur av olju, og er tí mest effektivur í nøgd. Tó eru undantøk, har føroyskt sjóøki ávís ár liggur á sama støði ella hægri, serliga í 2020 og 2021.
Samstundis sæst ein týðilig minking í effektivitetinum frá 2019 og 2020 til árini eftir, har kilo fyri hvønn litur lækka í flest øllum økjum. Seinastu árini sæst ein ávísur bati, men effektiviteturin er framvegis lægri enn í teimum bestu árunum fyrst í tíðarskeiðinum.
Avreiðingarvirði á sild fyri hvønn litur av olju býtt á øki
Myndin vísir tó, at ávís frávik eru frá hesum mynstri. Serliga í 2022 og 2023 sæst, at ein minni partur av veiðuni eisini fór fram um summarið, bæði í føroyskum sjóøki og í altjóða sjógvi (NEAFC). Hesar nøgdir vóru tó lítlar samanborið við høvuðsveiðuna á heysti.
Ein onnur týðandi eygleiðing er, at veiðan er samlað í stuttum og intensum tíðarskeiðum. Einstakir mánaðir, serliga í oktober og november, standa fyri einum stórum parti av samlaðu ársveiðuni. Hetta vísir at fiskiskapurin er treytaður av stuttum tíðarskeiðum, har sildin savnast í stórum nøgdum og er tøk fyri fiskiskapi.
Myndin vísir eisini, at landafrøðiliga býtið av veiðuni hevur broytt seg yvir tíð. Meðan føroyskt sjóøki hevur havt ein týðandi leiklut í fleiri árum, sæst, at íslendskt øki hevur fingið størri týdning seinastu árini, har stórir toppar í veiðuni í høvuðsheitum koma úr hesum øki. Samstundis er fiskiskapurin í NEAFC meira óregluligur og spjaddur, og hevur serliga ein leiklut seinast í vertíðini.
Avreiðingarprísur á sild býttur á øki
Myndin omanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju í ymsu veiðiøkjunum. Her sæst, at íslendskt sjóøki sum heild hevur givið hægsta virði fyri hvønn litur. Hetta stavar frá, at bæði veiðueffektivitetur og prísur eru høgir í hesum øki. Føroyskt sjóøki og NEAFC hava harafturímóti størri sveiggj og lægri virði, samanborið við Ísland.
Myndin omanfyri til høgru vísir avreiðingarprísin fyri sild býtt á øki. Sum heild er prísurin lutfalsliga líkur millum økini, men við einum greiðum vøkstri seinastu árini, har prísurin í íslendskum og NEAFC øki nærkast 7–8 kr/kg. Hetta merkir, at íslendskt sjóøki ikki bara gevur stóra nøgd fyri hvørja oljunýtslu, men eisini hægri prís, og harvið samlað hægri virðisskapan.
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir svartkjafti
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir svartkjafti býttur á øki
Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju
Avreiðingarvirði á svartkjafti fyri hvønn litur av olju býtt á øki
Av øllum fiskasløgum í føroyska fiskiskapinum er tað svartkjaftur, sum hevur hægstu avreiðingarnøgdirnar. Nøgdirnar hava vanliga ligið um 200-350.000 tonsum árliga, men seinastu trý árini hava øll ligið omanfyri 400.000 tons árliga.
Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti býtt á árið og øki, sæst eitt sera týðiligt og konsentrerað árstíðarmynstur. Fiskiskapurin er savnaður á eitt stutt tíðarskeið á vári, har mest verður fiskað í apríl–mai, men í fleiri árum sæst eisini ein fyrri toppur í februar–mars. Uttan fyri hesi tíðarskeið er fiskiskapurin lítil ella nærum ongin.
Landafrøðiliga er fiskiskapurin í stóran mun savnaður í føroyskum sjóøki, sum stendur fyri greitt størsta partinum av veiðuni. Nakað av fiskiskapi fer tó fram í NEAFC og í nógv minni mun í íslendskum og norskum øki. Fram til 2020 var eisini nakað veitt í ES-sjógvi.
Tá ið talan er um svartkjaft, fæst ofta nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Myndin til vinstru vísir, at veiðan í 2024 lá um 14–16 kilo fyri hvønn litur av olju í týdningarmestu økjunum. Í 2022 var effektiviteturin hægstur, við góðum 21 kilo fyri hvønn litur í føroyskum sjóøki.
Samanborið við hini uppsjóvarfiskasløgini er svartkjaftafiskiskapurin eyðkendur av eini nógv hægri veiðu í mun til oljunýtsluna. Sostatt fæst sum heild meira fiskur fyri hvønn litur av olju enn bæði fyri sild og serliga fyri makrel. Av hesum sæst, at fiskiskapurin er miðsavnaður í stuttum og intensum tíðarskeiðum, har stórar nøgdir verða tiknar upp í senn.
Myndin niðanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju í svartkjaftafiskiskapinum býtt á øki. Sum heild hevur føroyskt øki givið hægsta virðið fyri hvønn litur av olju, meðan NEAFC hevur ligið nakað lægri.
Sum heild hevur virðið verið nakað hækkandi, við tað at virðið fyri hvønn litur av olju tey síðstu 4 árini hevur ligið nakað hægri enn tey fyrstu trý árini, bæði í føroyskum øki og í NEAFC.
Orsøkin til hetta er serliga at finna í hækkandi prísi, sum eisini sæst á myndini niðanfyri til høgru, har tað sæst, at prísurin sum heild hevur verið hækkandi, bæði í føroyskum øki og í NEAFC.
Avreiðingarprísur á svartkjafti býttur á øki
Samanberingar og samanumtøka av uppsjóvarfiskiskapi
Omanfyri er givin ein gjøgnumgongd av oljunýtsluni í mun til fiskiskapin fyri hvørt eintakt uppsjóvarfiskaslag.
Her verða fiskasløgini samanborin, soleiðis at vit kunnu síggja munin millum fiskiskapin eftir einstøku fiskasløgunum.
Fyrsta myndin (myndin niðanfyri) vísir veiðu í kilo fyri hvønn litur av olju. Í 2019 og 2020 lá úrtøkan fyri øll trý fiskasløgini nøkulunda ájavnt, umleið 16-17 kilo fyri hvønn litur av olju. Seinastu árini hevur svartkjafturin tó ligið væl omanfyri hini fiskasløgini.
Hetta stavar einamest frá, at fiskiskapurin eftir sild og makreli geva minni úrtøku nú enn áður, meðan úrtøkan í fiskiskapinum eftir svartkjafti er økt nakað.
Veiða í kilo fyri hvønn litur av olju
Á næstu myndini (myndin niðanfyri), ið samanber avreiðingarvirðini av ymisku fiskasløgunum í mun til hvønn litur av olju, sæst, at sildin hevur ligið rættiliga javnt á umleið 50-60 krónur í avreiðingarvirði fyri liturin, meðan svartkjafturin hevur havt lægsta avreiðingarvirði við 20-40 krónur.
Makrelurin hevur havt munandi størri sveiggj í veiðivirðinum enn hini fiskasløgini, við tað at virðið í mun til hvønn litur av olju var nógv hægst í 2019 og 2020 við ávikavist 118 og 86 kr. fyri liturin fyri síðan, eftir Brexit, at falla niður í 20 kr. fyri liturin av olju. Síðan er virðið hækka og í 2025 gjørdi tað eitt lop upp á nærum 150 kr. fyri liturin av olju.
Avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju
Samanbera vit avreiðingarprísirnar á ymisku fiskasløgunum (myndin niðanfyri) sæst, at serliga makrelurin hevur høgan avreiðingarprís, meðan sildin hevur nakað lægri prís, og svartkjafturin hevur vanliga nógv tann lægsta prísin. Prísurin hevur sum heild verið hækkandi seinastu árini og á myndini sæst, hvussu prísurin á makreli er hækkaður almikið í 2024 og 2025.
Avreiðingarprísir