Útflutningur av fiskavørum
Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi, tó við sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993 til 2025.
Útflutningur av fiskavørum í nøgd
Myndin omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993 til 2025. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:
Toskur, hýsa og upsi
Makrelur, sild og svartkjaftur
Laksur og síl
Aðrar fiskavørur
‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaðu útflutningsnøgdina fyri øll hini fiskasløgini, ið ikki eru í teimum trimum omanfyrinevndu bólkunum.
Á myndini sæst, at allir fýra bólkarnir hava sveiggjað gjøgnum árini. ‘Aðrar fiskavørur’ hevur havt størstu útflutningsnøgdir til 2007. Síðani hava fiskasløgini ‘Makrelur, sild og svartkjaftur’ verið størsti bólkur, tó undantikið í 2023, tá ‘Aðrar fiskavørur’ aftur vóru størsti bólkur. Fyri uppsjóvarfiskasløgini sæst eitt knekk í 2018, tá útflutningsnøgdin fór frá at vera 239 túsund tons í 2017 niður í 201 túsund tons í 2018. Í 2019 fór nøgdin upp á sløk 250 túsund tons, síðan minkaði hon aftur, men vaks nógv í árinum 2024, hvar hon var sløk 288 túsúnd tons. Í 2025 er hon sløk 253 túsund tons, sum er ein minking á 12% frá 2024.
Útflutningsnøgdin av ‘Laksur og síl’ er farin frá góðum 87 túsund tonsum í 2024 til sløk 112 túsund tons í 2025, sum er ein øking uppá 29%. ‘Toskur, hýsa og upsi’ høvdu eina hækking á 11% frá 2024 til 2025, tá nøgdin fór frá góðum 36 túsund tonsum til góð 40 túsund tons.
Útflutningsnøgdin fyri ‘Aðrar fiskavørur’ øktist við heili 56% frá 2022 til 2023. Hetta er av stóru nøgdini av fiskamjøli og lýsi, sum var í 2023. Tó fall nøgdin aftur í 2024 og enn meira í 2025, tá hon var 118 túsund tons. Útflutningsnøgdin av øðrum fiskavørum hevur sostatt sveiggjað millum sløk 90 og 304 túsund tons í tíðarskeiðnum, sveiggini stava serliga frá lýsi og fiskamjøli.
Útflutningsvirðið av fiskavørum
Myndin omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsvirðini av fiskavørum í krónum frá 1993 til 2025. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:
· Toskur, hýsa og upsi
· Makrelur, sild og svartkjaftur
· Laksur og síl
· Aðrar fiskavørur
‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaða útflutningsvirðið fyri øll hini fiskasløgini.
Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘Laksur og síl’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftaná ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. Í 2025 var útflutningsvirðið heili 6,2 milliardir krónur, sum er methøgt. Útflutningsvirðið er vaksið við rúkandi ferð síðani 2007, tá virðið var 595 milliónir krónur. Í 2014 var hetta útflutningsvirðið fimmfaldað og í 2025 nærum tíggjufaldað. Nøkur munandi fall hava tó verið í útflutningsvirðinum, serliga í 2018 og 2020, tá virðið minkaði við ávikavist 14% og 16,4%, men hesi fallini hava verið lutfalsliga nógv minni enn hækkingarnar í tíðarskeiðnum. Árini eftir 2020 eru virðini vaksin sera nógv.
Útflutningsvirðið av ‘Makrelur, sild og svartkjaftur’ er eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum síðani 2010 hevur verið omanfyri 1 milliard krónur. Stór fall hava eisini verið í útflutningvirðinum; í 2018 tá virðið minkaði við 469 milliónum, og í 2020 tá útflutningurin fall við 115 milliónum krónum. Útflutningsvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft øktiskt tó aftur við 173 milliónum í 2021 til 1,92 milliardir krónur. Í 2022 og 2023 minkaði útflutningurin aftur, men síðani er virðið hækkað. Í 2024 var virðið 1,95 milliardur krónur og í 2025 er tað 2,7 milliardur krónur, sum er ein øking á 39%. Ongantíð áður hava virðini av hesum fiskasløgum verið so høg.
Útflutningsvirðið fyri ‘Toskur, hýsa og upsi’ hevur flestu árini ligið rímiliga støðugt millum umleið 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Seinastu árini hevur virðið sveiggjað lutfalsliga nógv. Í 2019 vaks útflutningsvirðið við 313 milliónum uppá 1,6 milliardir, sum svaraði til eina øking á 24%, men árið eftir fall virðið aftur við 360 milliónum. Líknandi broytingar hendu í 2022 og 2023 tá útflutningurin fyrst vaks við knøppum 400 milliónum, svarandi til 31%, og síðani fall aftur við smáum 300 milliónum. Frá 2024 til 2025 eru virðini vaksin frá 1,5 milliardum krónum til 2,1 milliardur kronur og er hetta ein øking á 40%. 2025 er nú árið við tí hægsta útflutningsvirðinum nakrantíð fyri hesi fiskasløgini. Áðrenn var 2002 árið, við tí hægsta útflutningsvirðinum síðani 1993, og tá varð útflutt fyri 1,86 milliardir krónur.
Útflutningsvirðið av øðrum fiskavørum vaks nógv í árunum frá 2021 til 2023, og í 2023 varð útflutningurin 3,3 milliardir, sum er tann hægsti nakrantíð fyri hesar fiskavørur. Í 2024 minkaði útflutningurin við einari milliard niður á 2 milliardir krónur og í 2025 eru virðini aftur minkaði við 184 milliónum. Stóru broytingarnar seinastu árini stava serliga frá stórum útsvingum í útflutninginum av fiskamjøli, lýsi og lodnu. Frá 2021 til 2023 var útflutningsvirðið av lodnu høgt, samanborið við 2020, 2024 og 2025, tá føroyingar onga ella lítla lodnukvotu høvdu. Nøgdirnar av fiskamjøli og lýsi øktust nógv frá 2021 til 2023, og prísurin var høgur fyri hesar vørurnar í 2022 og 2023. Grundin til útflutningsvirðið av hesum vørum er minkað í 2025 er bæði tí útflutningsnøgdirnar eru minkaðar, og tí prísurin fyri fóður, fiskamjøl og lýsi er fallin.
Størstu keyparalondini av føroyska fiskavøruútflutninginum
Strikumyndin niðanfyri er ein tíðarrás yvir ellivu tey størstu keyparalondini av samlaða føroyska fiskavøruútflutninginum. Grafurin er vístur í útflutningsnøgd og virði í árunum 2014-2025, og skiftast kann ímillum nøgd og virði í vinstra horni.
Føroyski útflutningurin til Russland hevur verið støðugt vaksandi fram til 2017, og øll árini fram til 2021 hava størstu virðini verið útflutt til Russlands. Eftir 2017, ið var árið har útflutningurin til Russlands var hin størsti nakrantíð, minkaði útflutningurin nakað í árunum 2018-2020. Frá 2020 til 2021 øktist útflutningurin nógv, meðan útflutningsvirðið fall í 2022 við meira enn eini helvt frá 2,2 milliardum niður í 713 milliónir. Hetta var serliga orsakað av, at Føroyar góvust at útflyta laks til Russlands. Í 2025 verða størstu virðini útflutt til USA eins og í 2024, harav størsti parturin kemur frá laksi.
Tá ið hugt verður eftir nøgdini sæst, at Føroyar eisini útflyta størstu nøgdirnar til Russlands fram til 2022. Í 2023 hendir tó ein munandi øking í útflutninginum til Noregs, sum saman við minkandi útflutninginum til Russlands ger, at Noreg er størsta útflutningslandið í nøgd við 81 tonsum í 2025. Í 2024 varð eisini mest útflutt til Noregs, og hendan broytingin stavar helst serliga frá landingum av uppsjóvarfiski í Noregi. Myndin vísir eisini, at útflutningurin til Russland fall ógvusliga frá 2021 til 2022, fyri síðani at taka seg nakað uppaftur. Í 2022 fall útflutningsnøgdin niður frá sløkum 147 túsund tonsum niður í umleið 63 túsund tons. Nøgdin vaks í 2023, men hevur síðani verið fallandi og er í 2025 umleið 57 túsund tons og Russland er nú triðstørsti keypari, tá hugt verður eftir nøgdini.
Útflutningur av fiskamjøli og lýsi
Myndirnar niðanfyri eru ein tíðarrás yvir útflutningin av fiskamjøli og lýsi árini 2013-2025 og síggjast í útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprísi.
Útflutningsnøgdirnar av fiskimjøli tvífaldaðist frá 2022 til 2023, meðan útflutningsnøgdirnar av lýsi meira enn trífaldaðust. Áleið sama mynd sæst fyri útflutningsvirðið.
Miðalprísurin fyri fiskamjøl sveiggjaði millum 9 og 15 krónur fyri hvørt kilo av fiskamjøli hesi árini. Miðalprísurin á fiskamjøli hækkaði frá 12,44 kr/kg í 2024 upp á 14,66 kr/kg í 2025, ið eisini er hægsti miðalprísurin hesi árini. Virðið av lýsaútflutninginum sveiggjar sera nógv ár fyri ár. Miðalprísurin fer frá áleið 1 kr/kg, tá kiloprísurin var lægstur í 2016, upp á 26,36 kr/kg, tá miðalprísurin var hægstur í 2023.
Tá hugt verður eftir virðunum í 2025 sæst serliga ein minking í prísinum á lýsi. Miðalprísurin fer frá 25,52 kr/kg í 2024 niður í 9,72 kr/kg í 2025. Miðalprísurin á fiskamjøli hækkaði frá 2024 til 2025 frá 12,44 kr/kg til 14,66 kr/kg.