SJÓKOVIN 5 ÁR

Hátíðarhald og spennandi ráðstevna um fiski- og alivinnuna

Skráin

  • Framsýning av vørum úr havinum, bæði frá føroyskum og Iceland Ocean Cluster. Eisini er tilfar um verkætlanir hjá Sjókovanum og samstarvsfeløgum at síggja.

  • Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, greiðir frá avrikum og úrslitum Sjókovans seinastu 5 árini.

  • Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, og Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur í Sjókovanum, leggja fram Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2024

  • Umboð frá granskingarstovnum kjakast um dátur og hagtøl til gransking. Umboðini eru Marita Rasmussen, Stjóri í Havstovuni, Jóhanna Lava Køtlum, Stjóri í Firum, og Martin Tvede Zachariasen, Rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

  • Framsýning av vørum úr havinum, bæði frá føroyskum og Iceland Ocean Cluster. Eisini er tilfar um verkætlanir hjá Sjókovanum og samstarvsfeløgum at síggja.

  • Alexandra Leeper frá Iceland Ocean Cluster greiðir frá konseptinum “100% fiskur” - um innovativar vørur úr restrávøru og um avbjóðingar frá hugskoti til marknað og lønsemi. Framløgan verður á enskum.

  • Magni Laksáfoss frá Sjókovanum greiðir frá føroysku verkætlanini, SmartFisk, ið snýr seg um oljunýtslu hjá føroyskum fiskiskipum.

  • Ólafur Ögmundurson frá Háskóla Íslands leggur fram greiningarúrslit um at minka  CO2-útlát og aðra neiliga umhvørvisávirkan í fiski- og alivinnuni. Framløgan verður á enskum.

  • Juliana Arias Hansen, granskari í Sjókovanum, leggur fram um ES verkætlanina, BioProtect.

  • Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, greiðir frá framtíðarætlanum hjá Sjókovanum tey næstu 5 árini.

  • Miðmáli og ramsýning av vørum úr havinum, bæði frá føroyskum fyritøkum og Iceland Ocean Cluster. Eisini er tilfar um verkætlanir hjá Sjókovanum og samstarvsfeløgum at síggja.

  • Jónas R. Viðarsson frá Matís greiðir frá, hvussu Matís stuðlar nýskapan og virðisøking í fiski- og alivinnuni. Framløgan verður á enskum.

  • Mirjam Carlsdóttir Olsen, granskari í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr verkætlanini, Marine SABRES.

  • Petter Olsen frá Nofima greiðir frá matvørusviki og sporføri og um blockchain-tøkni sum loysn til sporførisskipanir innan sjógæti. Framløgan verður á enskum.

  • Magni Laksáfoss, búskapargreinari í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr føroyskari kanning um føroyskan línufiskiskap á ymsum leiðum.

  • Sveinn Agnarsson, atknýttur búskaparfrøðingur í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr granskingarverkætlanini NextGenProteins.

  • Framsýningin er opin og kaffi og lætt ábit.

  • Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, greiðir frá fyribils úrslitum úr granskingarverkætlanini, SeaMark.

  • Orðaskifti verður um, hvussu samstarvið millum gransking og vinnulív kann betrast.

  • Michaela Aschan frá UiT fer at greiða frá nýggja tvørfakliga PhD-skúlanum, A Changing Arctic, ið er við til at menna eitt nýtt ættarlið av granskarum. Framløgan verður á enskum.

  • Dagurin endar við einum práti við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, sum tekur saman um dagin og hugleiðir um føroyska granskingarumhvørvið.

  • Okkurt verður at leska sær við og høvi verður at bera fram heilsur