
SJÓKOVIN 5 ÁR
Hátíðarhald og spennandi ráðstevna um fiski- og alivinnuna
SKRÁ OG FRAMLØGUR
09.00 - 09.30 Skráseting og lættur morgunmatur. Framsýning opin.
09.30 – 09.40 Vælkomin.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, bjóðaði vælkomin.
09.40 – 09.50 Hugleiðing um seinastu 5 árini.
Unn Laksá, stigtakari og stjóri í Sjókovanum, greiðir frá virksemi Sjókovans tey seinastu 5 árini. Filmur um Sjókovan var eisini spældur og kann síggjast her.
09.50 – 10.30 Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2024
Unn Laksá leggur fram Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivunnuna 2024. Ársfrágreiðingin kann síggjast her.
10.30 – 10.40 Samrøður: Sjónarmið um hagtøl í Føroyum
Umboð frá granskingarstovnum kjakast um dátur og hagtøl til gransking. Umboðini vóru Marita Rasmussen, Stjóri í Havstovuni, Jóhanna Lava Køtlum, Stjóri í Firum, og Martin Tvede Zachariasen, Rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
10.40 – 11.10 Steðgur og framsýning opin
11.10 – 11.30 100% fiskur: Vegurin frá konsepti til marknað og lønsemi
Alexandra Leeper frá Iceland Ocean Cluster greiðir frá konseptinum “100% fiskur” - um innovativar vørur úr restrávøru og um avbjóðingar frá hugskoti til marknað og lønsemi. Framløgan sæst her.
11.30 – 11.45 Hvussu kunnu vit minka oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi?
Magni Laksáfoss frá Sjókovanum greiðir frá føroysku verkætlanini, SmartFisk, ið snýr seg um oljunýtslu hjá føroyskum fiskiskipum. Framløgan sæst her.
11.45 - 12.05 Hættir at minka co2-útlát og aðra neiliga umhvørvisávirkan í fiski- og alivinnuni
Ólafur Ögmundurson frá Háskóla Íslands leggur fram greiningarúrslit um at minka CO2-útlát og aðra neiliga umhvørvisávirkan í fiski- og alivinnuni. Framløgan sæst her.
12.05 – 12.15 Hvørjar loysnir eru til at endurbyggja lívmargfeldi?
Juliana Arias Hansen, granskari í Sjókovanum, leggur fram um ES verkætlanina, BioProtect. Framløgan sæst her.
12.15 – 12.30 Framtíðarætlanir og verkætlanir
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, greiðir frá framtíðarætlanum hjá Sjókovanum tey næstu 5 árini. Framløgan sæst her.
12.30 – 13.20 Miðmáli og framsýning opin
13.20 – 13.40 Soleiðis stuðlar Matís nýskapan og virðisøking í sjófeingisvinnum
Jónas R. Viðarsson frá Matís greiðir frá, hvussu Matís stuðlar nýskapan og virðisøking í fiski- og alivinnuni. Framløgan sæst her.
13.40 – 13.50 Sjónarmið um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavi
Mirjam Carlsdóttir Olsen, granskari í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr verkætlanini, Marine SABRES. Framløgan sæst her.
13.50 – 14.10 Matvørusvik og sporføri: Áttu sporførisskipanir innan sjógæti at verið bygdar á blockchain-tøkni?
Petter Olsen frá Nofima greiðir frá matvørusviki og sporføri og um blockchain-tøkni sum loysn til sporførisskipanir innan sjógæti. Framløgan sæst her.
14.10 – 14.20 Línufiskiskapur á ymsum leiðum
Magni Laksáfoss, búskapargreinari í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr føroyskari kanning um føroyskan línufiskiskap á ymsum leiðum. Framløgan sæst her.
14.20 – 14.30 Møguleikar og forðingar at brúka alternativ protein í matvøru- og fóðurframleiðslum
Sveinn Agnarsson, atknýttur búskaparfrøðingur í Sjókovanum, greiðir frá úrslitum úr granskingarverkætlanini NextGenProteins. Framløgan sæst her.
14.30 – 15.00 Steðgur og framsýning opin
15.00 – 15.10 Hvussu menna vit eina lønsama taraalivinnu?
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, greiðir frá fyribils úrslitum úr granskingarverkætlanini, SeaMark. Framløgan sæst her.
15.10 – 15.20 Samrøður: Sjónarmið um betri samstarv millum gransking og vinnulív
Orðaskifti verður um, hvussu samstarvið millum gransking og vinnulív kann betrast. Umboðini vóru Rúni Dam, stjóri í Avrik, og Annika Nolsøe, menningarleiðari í Varðanum Pelagic.
15.20 – 15.40 Eitt broytandi Arktis: Tvørfakligur PhD-skúli í UiT - Eitt nýtt ættarlið av granskarum
Michaela Aschan frá UiT fer at greiða frá nýggja tvørfakliga PhD-skúlanum, A Changing Arctic, ið er við til at menna eitt nýtt ættarlið av granskarum. Framløgan sæst her.