Ocean Cluster Faroes setir góðsku og hagreiðing av fiski á breddan

13. November skipaði Ocean Cluster Faroes fyri tiltakið um handfaring av fiski og avleiðingar fyri góðskuna. Á skránni vóru tríggjar framløgur, umframt at Unn Laksá greiddi frá útslitinum frá góðskumetingini, sum var gjørd á upprunaliga tiltakinum undanfarnu vikuna, sum var avbrotið orsakað av streymsliti.

Ivan Hansen frá Vaðhorn greiddi frá hagreiðing og avleiðingum fyri góðskuna. Kristian Martin Petersen greiddi frá avbjóðingum og loysnum umborð, meðan Arni Petersen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiddi frá um reglum um ráfisk, fyriskipanum um ráfiskakanningum og eygleiðingum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Ein samandráttur av tiltakinum og powerpoint framløgurnar kunnu takast niður her

 

Previous
Previous

Sjókovin fingið grein útgivnað í vísindaliga tíðarritinum Climatic Change

Next
Next

Sjókovin á Vísindavøkuni 2020