Útlendsk veiða í føroyskum sjóøki
Sjókovin hevur savnað saman og sett tøl um útlendska veiðu upp í samvirknar myndlar fyri
at geva eina lýsing av útlendskari fiskiveiðu í føroyskum sjóøki.
Í hesum partinum verður útlendsk veiða í føroyskum øki lýst við støði í alment tøku hagtølunum um útlendska veiðu í Føroyum.
Útlendska veiðan undir Føroyum er skipað eftir teimum fiskiveiðiavtalum, ið londini hava samráðst um.
Øll veiða í føroyskum sjóøki skal skrásetast og fráboðast føroyskum myndugleikum.
Endamálið er, at geva eina yvirskipaða mynd av fiskiskapinum hjá útlendskum fiskiførum undir Føroyum, bæði við atliti til fiskaslag, veiðinøgdir, tjóðskap og tal av fiskidøgum í árunum 2022-2025.
Gjøgnum samvirknar grafar verður víst, hvørjir tjóðskapir eru í fiskiskapinum í føroyskum øki, hvørji fiskasløg útlendsku fiskiførini royna eftir og hvussu býtið er millum tjóðirnar eftir teimum ávísum fiskasløgunum. Somuleiðis verður hugt nærri at, hvussu nógvar dagar útlendsk fiskifør nýta, og hvussu fiskiskapurin broytist yvir tí.
Tjóðskapur hjá útlendsku fiskiførunum
Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjóøki
Stabbamyndin omanfyri vísir samlaðu veiðinøgdirnar hjá útlendskum fiskiførum í árunum 2022-2025. Sama myndin sæst á grafinum til niðanfyri, men her sæst veiðan býtt á lond fyri hvørt ár. Litirnir umboða teir fimm tjóðskapirnar, ið fiska í føroyskum øki. Myndirnar vísa, at samlaða útlendska veiðan er farin frá umleið 300 túsund tonsum í 2022 upp í gott 400 túsund tons í 2023. Í 2024 heldur økingin fram og veiðan fer uppum 465 túsund tons. Í 2025 sæst ein lítil minking, og samlaða útlendska veiðan er sløk 440 túsund tons. Sostatt er samlaða veiðan økt við 45% frá 2022 til 2025.
Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjóøki býtt á lond
Útlendska veiðan í tonsum í føroyskum øki býtt á lond (2022-2025)
Stabbamyndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Myndin vísir, at Ísland umboðar størsta partin av veiðuni í føroyskum sjógvi øll árini, og veiðan er økt við umleið 102 túsund tonsum frá 2022 til 2024, ið svarar til eina prosentvísa øking á 63%. Tó sæst ein minking frá 2024 til 2025, tá íslendsku fiskiførini veiddu beint omanfyri 217 túsund tons. Russland hevur næststørstu veiðinøgdirnar, sum sveiggja nakað hesi árini, frá 105 túsund tonsum í 2022 til umleið 122 túsund tons í 2025, tó sæst mesta veiða er í 2024, tá sløk 130 túsund tons vórðu veidd.
Stabbamyndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Myndin vísir, at Ísland umboðar størsta partin av veiðuni í føroyskum sjógvi øll árini, og veiðan er økt við umleið 102 túsund tonsum, ið svarar til eina prosentvísa øking á 63% frá 2022 til 2024. Tó sæst ein minking frá 2024 til 2025, tá íslendsku fiskiførini veiddu beint omanfyri 217 túsund tons. Russland hevur næststørstu veiðinøgdirnar, sum sveiggja nakað hesi árini, frá 105 túsund tonsum í 2022 til umleið 122 túsund tons í 2025, tó sæst mesta veiða í 2024, tá sløk 130 túsund tons vórðu veidd.
Noreg hevur eina minni, men vaksandi veiðu yvir tíð, serliga við einari týðiligari øking í 2025. Noreg fer frá sløkum 13 túsund tonsum í 2022 uppá 37 túsund tons í 2023 – ein øking uppá 188%. Í 2025 veiddu norsku fiskiførini omanfyri 66 túsund tons, og hetta er sostatt ein øking uppá 77% frá 2023 ella heili 411% frá 2022
Grønlendsku fiskiførini hava eina veiðu á umleið 30 túsund tons hesi árini, og Bretland hevur veitt lutfalsliga lítið samanborið við hini londini við eini veiðinøgd á umleið 2 túsund tons um árið.
Tal av døgum í føroyskum øki býtt lond (2022-2025)
Stabbamyndin omanfyri vísir talið av døgum hjá útlendskum fiskiførum í føroyskum sjóøki býtt á lond í árunum 2022–2025. Vert er at nevna, at hesi fiskifør fáa ikki tillutað fiskidagar, men veiða sambært ásettari kvotu. Tó ger fiskiveiðieftirlitið (Vørn) hetta upp í fiskidagar í teirra hagtalsskipan.
Myndin vísir, at russiskrussisk fiskifør eru flestar dagar í føroyskum øki øll árini, ein lítil minking í dagatali er í 2023, men síðani økjast dagarnir fram til 2025, har talið fer upp um 1.000 dagar.
Ísland hevur eisini eina týðiliga øking í døgum frá 2022 til 2024, áðrenn ein lítil minking sæst í 2025. Norsku fiskiførini hava eina støðuga øking í dagatali gjøgnum øll árini, við størstu økingini frá 2024 til 2025. Bretland hevur eisini eina øking í døgum frá 2022 til 2024, meðan ein lítil minking sæst í 2025.
Grønland er fæstar dagar í føroyskum øki samanborið við hini londini, men dagatalið økist frá 2022 til 2024 og minkar eitt sindur aftur í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at tíðin útlendsku fiskiførini royna í føroyskum øki er økt yvir tíð, og serliga eru tað tey russisku, íslendsku og norsku fiskiførini sum royna í føroyskum øki
Mest veiddu fiskasløgini hjá útlendskum
fiskiførum í føroyskum øki
2022-2025
Blálonga, brosma, hýsa, toskur, longa og upsi
Myndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á tey seks fisksløgini ‘blálonga’, ‘brosma’, ‘hýsa’, ‘longa’, ‘toskur’ og ‘upsi’ og lond í árunum 2022–2025. Omanfyri grafin vinstrumegin kann land og fiskaslag veljast. Tá trýst verður á eitt av londunum undir ‘Vel land’, kann t.d Noreg veljast, og síðan sæst norska veiðan av teimum seks fiskasløgunum. Harumframt kann veljast bert at síggja veiðuna eftir einum ávísum fiskaslagi við at velja hetta undir ‘Vel fiskaslag’.
Á stabbamyndini sæst, at Noreg (blátt) og Bretland (ljósareytt) eru tey einastu londini, ið hava munandi veiðu av hesum fiskasløgum.
Blálongan er nærum øll veidd av Noregi, við einari øktari veiðinøgd frá 2022 til 2024 og einari minking í 2025. Sama mynstur sæst fyri brosmu, har Noreg hevur veitt tað mesta, meðan Bretland hevur veitt nøkur fá tons av brosmu hesi árini - og helst er talan bert um hjáveiðu. Veiðan av brosmu er vaksin frá 813 tonsum til 1744 tons frá 2023 til 2024, ið svarar til eina øking á sløk 115%. Í 2025 vóru 1707 tons veidd, ið er ein lítil minking frá árinum fyri.
Hýsa verður í størri mun veidd av Bretlandi, sum stendur fyri størsta partinum av veiðuni øll árini, meðan Noreg hevur ein lítlan men vaksandi part. Veiðan eftir hýsu er vaksin frá 255 tonsum í 2022 upp á 838 tons í 2025. Fyri longu er tað í størstan mun Noreg, men Bretland hevur eina veiðu á umleið 100 tons um árið hesi árini. Veiðan eftir longu hevur ligið um 1000 tons í 2022 og 2023 og økist upp á ávikavist 1649 tons í 2024 og 2168 tons í 2025.
Toskur verður serliga veiddur av Bretlandi, men norska veiðan eftir toski er økt munandi seinastu tvey árini, og í 2025 er tað Noreg, ið hevur størstu veiðinøgdirnar av toski í føroyskum øki. Bretska veiðan av toski fer frá 745 tonsum í 2022 og niður á 305 tons í 2023 og lækkar síðani niður á 248 og 145 tons í ávikavist 2024 og 2025. Norska veiðan fer harafturímóti frá umleið 20 tonsum í 2022-2023 uppá 101 og 201 tons í ávikavist 2024 og 2025. Samanumtikið er samlaða veiðan eftir toski í føroyskum øki lækka við eini stórari helvt (55%).
Fyri upsa er veiðan nærum øll framd av Bretlandi undantikið nøkur tons, ið verða veidd av Noreg. Tá veiðan hjá Noregi fyllir mest er hon 10% av samlaðu útlendsku upsaveiðini. Bretska veiðan eftir upsa fer frá 758 tonsum í 2022 niður á 543 tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at Noreg serliga eigur útlendsku veiðuna av blálongu, brosmu og longu, meðan Bretland hevur størsta partin av veiðuni av hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Veiðan av toski er í størstan mun framd av Bretlandi, men Noreg hevur veitt ein størri part seinastu árini.
Svartkjaftur, sild og makrelur
Myndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna av makreli, sild og svartkjafti í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Omanfyri grafin vinstrumegin kann land og fiskaslag veljast. Tá trýst verður á eitt av londunum undir ‘Vel land’, kann m.a. Ísland veljast og síðan sæst íslendska veiðan av teimum trimum fiskasløgunum. Harumframt kann veljast bert at síggja veiðuna eftir einum ávísum fiskaslagi við at velja hetta undir ‘Vel fiskaslag’.
Á samlaðu myndini sæst, at veiðan av svartkjafti er nógv størri enn hjá hinum fiskasløgunum og økist frá 2022 til 2024, áðrenn ein lítil minking sæst í 2025.
Veiðan av makreli liggur rímiliga støðug á umleið 9500 tonsum frá 2022 til 2024, áðrenn hon minkar niðurá sløk 7200 tons í 2025, ið svarar til eina prosentvísa lækking á 26%. Tað er í størstan mun Russland, ið veiðir makrel í føroyskum sjóøki, men nakað av grønlendskari, norskari og íslendskari veiðu er eisini av makreli. Tað er íslendska veiðan, sum fyllir mest aftaná tí russisku, og tá hon fyllir mest, er hon 5,5% av samlaðu makrelveiðuni.
Veiðan av sild sveiggjar nakað meira millum árini. Veiðan var 9709 tons í 2022 og fór upp á 12172 tons í 2023. Í 2025 sást ein týðilig minking í samlaðu veiðuni av sild, tá samlaða veiðan av sild var 2639 tons. Russland hevur størsta partin av veiðuni øll árini, men Noreg veksur støðugt gjøgnum árini, serliga í 2023 og 2024. Í 2024 er nærum helvtin av sildini veidd av Noregi.
Veiðan av svartkjafti er nógv størri enn hjá hinum báðum fiskasløgunum og økist frá 2022 til 2024, áðrenn hon minkar nakað í 2025. Veiðan fer frá umleið 278 túsund tonsum í 2022 uppá sløk 440 túsund tons í 2024, ið er ein øking á 58%. Ísland stendur fyri størsta samlaða partinum av svartkjaftaveiðini øll árini (51%-63%), meðan Russland hevur næsthægstu veiðinøgdirnar. Noreg og Grønland hava ein minni part av veiðuni samanborið við Ísland og Russland.
Samanumtikið vísa myndirnar, at útlendska veiðan av svartkjafti er væl størri enn av makreli og sild, og at svartkjafturin er størsti parturin av útlendsku veiðuni í Føroyum. Veiðan av makreli og sild er rímiliga støðug, men sveiggjar nakað millum árini, við einari minking í 2025. Svartkjaftaveiðan økist fram til 2024 og minkar síðani nakað í 2025, men liggur framvegis omanfyri 400 túsund tons.
Tíðarseriur fyri útlendska veiðu í føroyskum øki býtt á fiskasløg
Myndin omanfyri vísir tíðarrøðir fyri útlendska veiðu í føroyskum sjóøki býtta á fiskasløg í árunum 2002 til 2024. Veiðan er víst fyri tey tíggju fiskasløgini: ‘toskur’, ‘hýsa’, ‘upsi’, ‘longa’, ‘blálonga’, ‘brosma’ og ‘gullaksur’, og eisini uppsjóvarfiskasløgini ‘svartkjaftur’, ‘sild’ og ‘makrelur’. Hvør grafur vísir gongdina í veiðuni fyri einstaka fiskaslagið yvir tíð.
Í grafunum sæst, at veiðan sveiggjar nógv yvir tíð fyri flestu fiskasløgini. Fyri tosk, hýsu og upsa minkar veiðan fram til 2011, áðrenn hon økist aftur og síðan lækkar niður í einki í 2021. Eftir 2021 sæst aftur ein øking. Veiðan eftir longu, blálongu og brosmu er eisini munandi hægri áðrenn 2011 og vísir annars eina sveiggjandi gongd, men við einari ávísari øking seinnu árini, meðan gullaksur hevur eina lutfalsliga lága og ójavna veiðu gjøgnum alt tíðarskeiðið.
Fyri uppsjóvarfisk er svartkjaftur nógv tað størsta fiskaslagið, og her síggjast stór sveiggj í veiðunøgdini, men veiðan hevur ligið rímiliga støðugt á ella omanfyri 300 túsund tonsum eftir 2014. Veiðan av sild og makreli er minni og sveiggjar eisini nógv. Mesta veiðan av sild sæst í 2006, 2017 og 2018, tá veiðan liggur millum 30 og 40 túsund tons. Hini árini liggur veiðan á 20 túsund tonsum og lægri. Fyri makrelin sæst mesta veiðan í 2011, tá útlendsku fiskiførini veiddu sløk 21 túsund tons og í 2017, tá beint omanfyri 19 túsund tons vóru veidd.
Samanumtikið vísa tíðarseriurnar, at útlendska veiðan í føroyskum sjóøki er merkt av stórum árligum sveiggjum og broytingum yvir tíð fyri fiskasløgini.
Útlendska veiðan í føroyskum øki býtt á
lond, fiskaslag og ár
Ísland
Myndin omanfyri vísir íslendsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki fyri tey trý mest veiddu fiskasløgini svartkjaft, makrel og gulllaks í árunum 2022–2025. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa íslendsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum. Veiðan er serliga knýtt at svartkjafti.
Veiðan av svartkjafti økist frá umleið 160 túsund tonsum í 2022 til góð 260 túsund tons í 2024, áðrenn hon minkar niður í 217 túsund tons í 2025. Veiðan av makreli minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 540 tonsum í 2022 til umleið 80 tons í 2025, ið svarar til eina minking á 85%. Nakað av íslendskari veiðu er av gulllaksi í 2024 (39 tons) og 2025 (152 tons).
Samanumtikið vísir myndin, at samlaða íslendska veiðan hevur verið økjandi hesi árini, tó er veiðan eftir makreli minkað, meðan veiðan eftir svartkjafti og gullaksi hevur verið hækkandi fram til 2024, við einum ávísum falli í svartkjafti og framhaldandi øking í gullaksi í 2025. Samlaða íslendska veiðan er farin frá sløkum 162 túsund tonsum í 2022 til 217 túsund tons í 2025, við mest veiddu nøgd í 2024, tá veiðan varð sløk 265 túsund tons. Hettar svarar til eina hækking á 34%.
Noreg
Myndin omanfyri vísir norsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa norsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti økist munandi frá 2022 til 2023, tá veiðan fer frá 11 túsund tonsum upp í 35 túsund tons. Veiðan minkar nakað í 2024 og økist síðani aftur í 2025 til nærum 62 túsund tons, ið er mesta veiðan hesi árini – hetta svarar til eina øking uppá 95% frá árinum fyri.
Norska veiðan av longu økist eisini nógv hesi árini. Hon fer frá 841 tonsum í 2022 til omanfyri 2 túsund tons í 2025. Hetta svarar til eina øking á 143%. Í 2023 var veiðan 822 tons og í 2024 vóru veidd 1551 tons, ið svaraði til eina øking á 89%.
Veiðan av brosmu er eisini vaksin nógv. Veiðan fer úr 681 og 808 tonsum í ávikavist 2022 og 2023 upp á 1736 tons í 2024. Síðan minkar veiðan niður á 1697 tons í 2025, men tó er hetta ein øking á sløk 150% í mun til 2022.
Veiðan av blálongu sveiggjar eitt sindur gjøgnum árini. Veiðan økist frá 247 tonsum í 2022 til 435 tons í 2024 og minkar síðan til 79 tons í 2025.
Veiðan av toski økist frá umleið 25 tonsum í 2022-2023 uppá 101 tons í 2024 og 201 tons í 2025. Hetta svarar til eina øking á 304% frá 2023 til 2024 og 99% frá 2024 til 2025. Norska veiðan eftir hýsu er eisini økjandi hetta tíðarskeiðið og fer frá 9 tonsum í 2022 til 119 tons í 2025 – ein øking uppá 1222%.
Samanumtikið vísir myndin, at samlaða norska veiðan í føroyskum sjóøki er vaksin nógv hesi árini. Norska veiðan fer frá sløkum 13 túsund tonsum tilsamans í 2022 uppá 66 túsund tons í 2025, ið er ein prosentvís øking á 411%. Svartkjaftaveiðan er størsti parturin av veiðini og umboðar 93,5% í 2025, meðan longa er næststørst og umboðar 3%. Hini fiskasløgini hava ein munandi minni lut, hóast ein ávís øking sæst í fleiri av teimum seinastu árini
Bretland
Grønland
Russland
Myndin omanfyri vísir bretsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa bretsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av upsa minkar úr 758 tonsum í 2022 til 491 tons í 2023, men økist síðani til 543 tons í 2025. Veiðan av toski minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 745 tonsum í 2022 til 145 tons í 2025. Hinvegin økist veiðan av hýsu munandi, frá 246 tonsum í 2022 uppá 719 tons í 2025.
Veiðan av havtasku sveiggjar, við einari øking frá 181 tonsum í 2022 til 319 tons í 2023, og síðani einari minking til 125 tons í 2025. Veiðan av longu minkar úr 156 tonsum í 2022 niður í 98 tons í 2024, men økist aftur til 125 tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at bretska veiðan er broytt yvir tíð, við minkandi toskaveiðu og økjandi veiðu av hýsu, meðan veiðan av upsa framvegis fyllir ein stóran part av samlaðu veiðuni. Samlaða bretska veiðan er farin frá 2133 tonsum í 2022 niður í 1750 tons í 2025 og hetta svarar til eina minking á 18%.
Myndin omanfyri vísir grønlendsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa grønlendsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti økist støðugt frá 19 túsund tonsum í 2022 til sløk 26 túsund tons í 2023, 29 túsund tons í 2024 og sløk 32 túsund tons í 2025. Veiðan av sild økist frá 574 tonsum í 2022 til sløk 5 túsund tons í 2024, men minkar munandi í 2025, tá veiðan var umleið 207 tons. Nakað av hjáveiðu er av makreli hesi árini.
Samanumtikið vísir myndin, at grønlendska veiðan í føroyskum sjóøki er nærum bara svartkjaftaveiða, tó so at sildin fyllir nakað í 2023 og 2024 (11% og 14,4%). Samlaða grønlendska veiðan í føroyskum øki er økt hesi árini úr sløkum 20 túsund tonsum upp á umleið 32 túsund tons í 2025, ið svarar til eina øking á áleið 63%.
Myndin omanfyri vísir russisku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa russisku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti øktist frá umleið 86 túsund tonsum í 2022 til 115 túsund tons í 2024, og minkaði eitt lítið vet niður til 112 túsund tons í 2025. Veiðan av makreli lá um 9 túsund tons í árunum 2022–2024 og lækkaði niður í 7 túsund tons í 2025.
Veiðan av sild minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 9 túsund tonsum í 2022 til 2,4 túsund tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at russiska veiðan í føroyskum sjóøki er serliga eftir svartkjafti, ið umboðar meira enn 90% av veiðuni. Harumframt er nakað av veiðu ella hjáveiðu av makreli og sild. Samlaða russiska veiðinøgdin fer frá 105 túsund tonsum í 2022 upp á gott 122 túsund tons í 2025, ið er ein øking á góð 16%.