Our Services
Í samband við Vísindavøkuna 2026 varð ein ‘‘Visti tú?’’ framløga gjørd í samband við eina spurnarkapping um nøkur av lykla hagtølunum úr sjófeingisvinnum
Visti tú?
At fiskur er mest keypta og selda vøran í heiminum?
At í føroyskum øki fevnir havið um 99,5% av yvirflatuni?
Føroysk skip fiskaðu 606.648 tons í 2024 og tað er 11.1 tons av fiski fyri hvørt fólk?
💡 Fyri at svara spurnarkappingini til høgru, má filmsbrotið brúkast, tí har finnur tú vitanina til, at svara spurningunum 🐟
Sjókovatilfar til Vísindavøkuna 2026
Sjókovin luttøk á Vísindavøkuni 25. septembur 2026 við framsýning umboðandi granskingarvirksemi okkara og nakað av barnatilfari varð eisini framleitt til dagin
Omanfyri 100 næmingar vitjaðu básin hendan dagin og loystu villiniborgirnar og royndu seg í spurnarkappingini
Við at trýsta á myndirnar til høgru kunnu
villiniborgirnar og spurnarkappingin takast
niður og roynast
🎣 🎣 🎣 TOSKAVEIÐIKORTIÐ
Kennir tú TOSKIN?
Til vísindavøkuna í 2026 varð arkið ‘‘Kennir tú toskin?’’ gjørt. Á arkinum finst vitan og spurningar um toskin.
💡 Hint: Til at svara ‘Uppgávu 1’ skal toskaveiðukortið brúkast.
Við at trýsta á myndina til vinstru kann faktablaðið við spurningum takast niður og roynast
… og toskaveiðukortið kann takast
niður við at trýsta á myndina
til høgru