Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023

Fororð

Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. Tískil hevur Sjókovin, síðan hann var stovnaður í mars 2020, lagt nógva orku í at lýsa gongdina í fiskivinnuni gjøgnum ársfrágreiðingar.

Hetta er fjórða ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna, og sum undanfarin ár savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er, at lýsa hesar tættir á hvørjum ári, og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini.

Umframt hesar tættir viðgera vit á hvørjum ári serstøk aktuell evni. Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á, hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Tíverri finnast enn eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum, men Sjókovin arbeiðir miðvíst við at fáa meira vitan og hagtøl til vega um hetta evnið.

Tað frøir okkum, at vit í ár hava lagt trolbátar og stórar útróðrarbátar á línuveiðu afturat greiningum okkara, soleiðis at til ber at samanbera oljunýtsluna tvørtur um enn fleiri skipabólkar. Í ár hava vit eisini sett hol á greiningar og samanberingar av oljuprísfølseminum hjá ymisku skipabólkunum. Allar hesar greiningarnar eru bert møguligar við tølum og góðum samstarvi við reiðaríir, og tí fegnast Sjókovin um, at samstarv er fingið við enn fleiri skip í ár. Ætlanin er framhaldandi at byggja uppá oljugreiningarnar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av, hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu tølini kunnu býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg.

Frágreiðingin í ár vísir eisini til viðkomandi frágreiðingar og tilmælir, sum eru útkomin í seinasta árinum. Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES.

Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.

Mirjam Carlsdóttir Olsen, Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting, Magni Laksáfoss og Unn Laksá

Apríl 2024

Avreiðingar

Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2023. 

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2023. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa sjóøkið fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til bert at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey verða sløkt. 

Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna í 2000-2023

Heildarveiðan hevur sveiggjað seinastu 20 árini, men er tó vaksin munandi. Frá 2000 til 2003 bleiv heildarveiðan økt frá umleið 350 túsund tonsum til 550 túsund tons og lá so rímiliga støðug fram til 2007. Eftir 2007 var ein minking, og heildarveiðan lá tá um 300 túsund tons fram til 2012. Frá 2012 og fram til 2020 varð heildarveiðan økt munandi, og í 2017 vóru umleið 670 túsund tons avreidd. Eitt týðiligt fall er frá 2020 til 2021, tá góð 500 túsund tons vóru avreidd. Frá 2021 øktist heildarveiðan, og í 2022 vóru umleið 580 túsund tons avreidd. Heildarveiðan hevur ongantíð verið so stór sum í 2023, tá 761 túsund tons vóru avreidd. Sosatt er heildarveiðan økt við meira enn 30% bara frá 2022 til 2023.

Størsti parturin av fiskiveiðuni hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon er blivin ein størri partur av heildarveiðuni frá 2017 og fram til 2023. Eftir Brexit varð einki fiskað í ES øki, og nakað av veiðu var í Stóra Bretlandi í 2022 og 2023.

Prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í 2012-2023

Grafurin vísir prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2023. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini umframt bólkin onnur fiskasløg, ið umboðar onnur fiskasløg, sum vóru avreidd.

Á grafinum sæst, at størstu nøgdirnar koma frá svartkjaftinum, makrelinum og sildini, ið samanlagt eru meira enn 80% av samlaðu avreiðingarnøgdunum. Hini 20% koma millum annað frá lodnu, toski, upsa og hýsu, ið eru fiskasløg við væl minni avreiðingarnøgdum.

Tað er týðiligt á grafinum, at størstu avreiðingarnøgdirnar koma frá svartkjaftinum øll árini, undantikið í 2012 og 2013, tá avreiðingarnøgdirnar fyri makrel vóru størri. Frá 2015 til 2020 vóru umleið helvtin ella meira av samlaðu avreiðingarnøgdini svartkjaftur. Frá 2020 til 2021 var eitt fall í avreiddu nøgdunum av svartkjafti, og avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild fyltu tá meira. Men í 2023 komu aftur omanfyri 50% av avreiddu nøgdunum frá svartkjafti. Ein serlig øking hevur verið í avreiðingarnøgdini av lodnu frá 2020-2023. Lodnan hevði eina avreiðingarnøgd á 9 tons í 2020, 6.350 tons í 2021 og heili 28.612 tons í 2022 – og í 2023 vóru 22.402 tons avreidd av lodnu. Hetta svarar til, at lodnan fór frá at verða undir 1% av samlaðu avreiðingarnøgdini í 2020 og upp í knøpp 5% í 2022, og í 2023 svaraði lodnan til umleið 3% av samlaðu avreiðingarnøgdini.

Prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í 2012-2023

Grafurin vísir prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2023. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini umframt bólkin onnur fiskasløg, ið umboðar onnur fiskasløg, sum vóru avreidd.

Á grafinum sæst, at samlaða avreiðingarvirðið serliga er býtt á makrel, tosk, sild og svartkjaft, ið umboða umleið 75%. Hini 25% koma frá smærri avreiðingum, og hesi fýra fiskasløgini hava sveiggjað nakað frá 2012 til 2023.

Verður hugt at avreiðingarvirðinum í mun til avreiðingarnøgdina sæst, at tey fiskasløgini við størstu avreiðingarnøgdunum ikki altíð geva størstu avreiðingarvirðini. Við eini samanbering av avreiðingarnøgdini og avreiðingarvirðinum fyri tosk í 2023 sæst, at avreiðingarnøgdin fyri tosk var einans 2,5% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men heili 17% av avreiðingarvirðinum. Verður hugt at svartkjaftinum sæst, at hann var umleið 53% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men einans góð 22% av avreiðingarvirðinum í 2023.

Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum í 2023

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2023. Veljast kann í vinstra horni, um grafurin skal síggjast í avreiðingarvirði (krónum) ella í avreiðingarnøgd (tonsum). Á vinstru síðu á grafinum síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á grafinum eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við hægstu samlaðu avreiðingini er ovast, og tann við lægstu avreiðingini niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist grafurin soleiðis, at avreiðingin fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um avreiðingina hjá tí einstaka fiskifarinum.

Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var umleið 691,6 túsund tons, og hendan nøgdin gav eitt avreiðingarvirði á næstan 2,8 millardir krónur.

Fiskiførini í bólki 2 høvdu næststørstu avreiðingarnøgd við umleið 26 túsund tonsum. Teirra avreiðingarvirði var slakar 311 milliónir, sum ger at teir liggja sum fjórðstørsti bólkur í avreiðingarvirði.

Teir fýra flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á 9,5 túsund tons, og gjørdist avreiðingarvirðið fyri hesi tonsini slakar 403 milliónir krónur, og sostatt eru teir bólkurin við næststørsta avreiðingarvirði. 

Línuskipini sum umboða bólk 3 avreiddu 14.685 tons við einum avreiðingarvirði á omanfyri 400 milliónir.

Rækjuskip avreiddu 2.707 tons við einum avreiðingarvirði á góðar 73 milliónir.

Útróðrarbátarnir í bólki 5A avreiddu 3.138 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á 57 milliónir. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5B, og var samlaða veiðan 485 tons – hetta gav eitt avreiðingarvirði á umleið 10 milliónir.

Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreiddur. 

Avreiðingarnøgd hjá føroyskum fiskiførum frá 1997 til 2023

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997 til 2023. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at sløkkja/trýsta á bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sostatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2023.

Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi. Avreiðingarnøgdin øktist við sløkum 37% frá 2022 til 2023, tá avreidda nøgdin fór frá 506 túsund tonsum til góð 692 túsund tons. Hetta er eisini størsta avreiðingarnøgdin nakrantíð.

Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan ávikavist bólkur 3, bólkur 4, rækjuskip og flakatrolararnir skiftust at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar.

Avreiðingarvirðir hjá føroyskum fiskiførum frá 1997-2023

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997-2023. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við, at sløkkja/trýsta á hinar bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sostatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2023.

Nóta og ídnaðarskip avreiddu fyri størstu virðini øll árini, undantikið í árunum 1997-1999, tá bólkur 2 var størsti bólkur. Frá 2003 til 2007 og frá 2017 til 2021 hava flakatrolararnir næststørstu virðini, meðan tað í árunum 2008 til 2016 eru fiskiførini í bólki 2, ið hava næststørstu virðini. Fiskiførini í bólki 3 hava eisini næst- og triðstørsta avreiðingarvirðið onkur av árunum.

Verður hugt at, hvussu avreiðingarvirðini broyttust frá 2022 og 2023 fyri fýra teir størstu bólkarnar, sæst ein øking í avreiðingarvirðinum fyri nóta- og ídnaðarskip á 24,3%, meðan avreiðingarvirðini eru lækkað í hinum trimum bólkunum við ávikavist 31,3% fyri flakatrolarar, 11,9% fyri bólk 3 og 27,8% fyri bólk 4.

Landingar av uppsjóvarfiski uttanlands

Sjófeingislógin ásetur, at øll veiða, undantikin 15%, hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum. Sambært Fiskimálaráðnum er endamálið við hesum at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt, skapa virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum og geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru. Tó kann Landsstýrismaðurin gera reglur, har loyvt verður í eitt ávíst tíðarskeið at landa uttanlands t.d. vegna vantandi móttøkuorku í háárstíð. Nøgdirnar av uppsjóvarfiski, serliga svartkjafti, hava verið søguliga høgar, og tískil eru sera stórar nøgdir landaðar. Tað hevur tí verið neyðugt, at gjørt undantøk, sum loyva skipunum at landa uttanlands í ávís tíðarskeið. Í 2023 vóru undantøk latin fyri makrel, sild og svartkjaft. Í samband við lodnufiskiskap eru tað treytir fyri fiskiskap í íslendskum sjógvi, sum eru galdandi. Ymisk mørk vera sett fyri, hvussu nógv av lodnuveiðuni kann landast uttanfyri Ísland alt eftir stødd á kvotu og tíðarskeiði, og harvið verður ein munandi partur av lodnuni vanliga landaður í Íslandi.

Myndin niðanfyri vísir landingarnar av makreli, sild, svartkjafti og lodnu í Føroyum og uttanlands í árunum 2021–2023. Gulu stabbarnir vísir partin, sum er landaður uttanlands, og við at flyta vísan yvir stabbarnar, sæst prosentparturin, sum er landaður uttanlands.

Landingar av uppsjóvarfiski hjá føroyskum fiskiførum í Føroyum og uttanlands í 2023

Myndin vísir, at fyri øll árini er svartkjafturin tað størsta fiskaslagið, og at nógv størstur partur av svartkjafti er landaður uttanlanda, samanborið við hini fiskasløgini. Í 2023, vóru sløk 121 túsund tons av svartkjafti landaði uttanlands og hetta svaraði til 30% av landaðu nøgdini tilsamans. Tó sæst eisini, at nøgdin, sum var landað í Føroyum, var væl størri enn øll avreiðingarnøgdin undanfarnu árini. Í øðrum orðum, var meira rávøra atkomulig hjá føroyskum virkjum í 2023 enn undanfarnu árini. Sløk 34 túsund tons av makreli vóru eisini landað uttanlands í 2023, og hetta umboðaði 20% av veiðinøgdini í 2023. Hetta er ein munandi øking í mun til undanfarnu árini, tá tilsvarandi parturin var 6% og 1% fyri ávíkavist 2021 og 2022. Fyri lodnuna, har nøgdirnar eru munandi minni, hevur lutfalsligi parturin, sum var landaður uttanlands, verið størri enn tað, sum varð landað í Føroyum í 2022 og 2023. Hesi árini var meira enn helmingurin av lodnuni landaður í Íslandi, meðan øll lodnan í 2021 varð landað í Føroyum, orsakað av smáu kvotunum hetta árið.

Umleið 303 túsund tons av svartkjafti, umframt umleið 157 túsund tons av avskurði, eisini íroknað niðurflokkaðan fisk, sum er óegnaður til matna, vóru landað til Havsbrún í 2023. Hetta er væl meira enn undanfarin ár.

Serliga tvær orsøkir eru til serstakliga stóru nøgdirnar, sum vóru landaðar til Havsbrún. Onnur er, at tað vóru sera stórar nøgdir av svartkjafti fiskaðar í fjør, og hin er sera høgi lýsiprísurin. Prísurin á lýsi næstan trýfaldaðist í tíðarskeiðnum 2020-2023. Í 2023 var nógvur av fiskaða makrelinum ov bleytur at nýta beinleiðis til matna, og var hann tí landaður til fiskamjøl og lýsi, men orsakað av góða lýsiprísinum var hetta ikki ein stórur missur fyri skipini. Stóru nøgdirnar og høgi lýsiprísurin síggjast eisini í føroysku útflutningstølunum.

Niðanfyri síggjast tríggjar myndir av útflutninginum av fiskamjøli og lýsi. Útflutningurin av fiskamjøli í nøgd tvífaldaðist frá 2022 til 2023, meðan útflutningurin av lýsi meira enn trífaldaðist. Tá ið hugt verður eftir virðinum sæst, at útflutningsvirðið fór frá sløkum 121 milliónum krónum upp í 562 milliónir, sum er næstan ein fimmfalding frá 2022 til 2023. Hetta gevur ein miðalprís fyri lýsi uppá góðar 26 kr./kg í 2023.

Nøgd

Virði

Miðalprísur

Útflutningur av fiskavørum

Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi, tó við sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993 til 2023.

Útflutningur av fiskavørum í nøgd

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993 til 2023. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur 

  • Laksur og síl 

  • Aðrar fiskavørur

‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaðu útflutningsnøgdina fyri øll hini fiskasløgini, ið ikki eru í teimum trimum omanfyri nevndu bólkunum.

Í grafinum omanfyri sæst, at allir fýra bólkarnir hava sveiggjað gjøgnum árini. Bólkurin ’Makrelur, sild og svartkjaftur’ hevur havt størstu útflutningsnøgdirnar síðan 2007 og fram til 2022. Í 2018 sæst eitt týðiligt knekk, tá útflutningsnøgdin fór frá at vera sløk 244 túsund tons í 2017 til góð 201 túsund tons í 2018 og upp aftur á sløk 251 túsund tons í 2019. Síðan 2019 hevur ein minking verið í útflutningsnøgdini av fiskasløgunum í hesum bólki – og í 2023 varð útflutningsnøgdin góð 209 túsund tons.

Útflutningsnøgdirnar av laksi og síli minkaðu við 10,6% frá 2022 til 2023 - nøgdin er farin frá umleið 75 túsund tonsum í 2022 til sløk 67 tons í 2023. Toskur, hýsa og upsi høvdu eina lækking frá góðum 38 túsund tonsum í 2022 til sløk 34 túsund tons í 2023. Hetta svarar til eina prosentvísa minking á 11,6%.

Útflutningsnøgdin fyri ‘Aðrar fiskavørur’ er økt við heili 81,6% frá 2022 til 2023. Útflutningsnøgdin er farin umleið 171,5 túsund tonsum upp í 311,5 túsund tons í 2023. Hendan økingin stavar serliga frá lýsi og fiskamjøli, men eisini er útflutningurin av lodnuni er øktur.

Útflutningsvirðið av fiskavørum

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsvirðini av fiskavørum í krónum frá 1993 til 2023. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar: 

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur

  • Laksur og síl

  • Aðrar fiskavørur

‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaða útflutningsvirðið fyri øll hini fiskasløgini.

Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘Laksur og síl’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftan á ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. 2022 gjørdist besta árið, og tá var útflutningsvirðið yvir 5,5 milliardir krónur. Í 2020 var útflutningsvirðið 3,3 milliardir krónur, sum var eitt stórt fall frá 2019, men í 2021 øktist útflutningurin til slakar 4,5 milliardir krónur og vaks meira eina millard krónur afturat í 2022 uppá góðar 5,5 milliardir krónur. Útflutningsvirðið minkaði tó nakað í 2023, tá útflutningsvirðið var 5,3 millardir krónur.

Útflutningsvirðini av makreli, sild og svartkjafti eru eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum hevur verið omanfyri 1 milliard krónur seinastu 10 árini. Tó var eitt fall frá 2019 til 2020 á umleið 100 milliónir krónur, tá útflutningsvirðið gjørdist góðar 1,7 millardir krónur samanborið við tær smáu 1,9 millardir krónurnar árið frammanundan. Útflutningsvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft øktiskt tó aftur í 2021 til knappar 1,87 milliardir krónur og enn meira í 2022, tá útflutningsvirðið lá um 1,9 millardir krónur. Tó lækkaði útflutningsvirðið í 2023 niður á smáar 1,8 millardir krónur, og hendan minkingin kemur frá svartkjafti og makreli.  

Útflutningsvirðið fyri tosk, hýsu og upsa hevur ligið rímiliga støðugt millum 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Tó hava onkur ár givið eitt virði yvir 1,5 milliardir krónur, og eitt tíðarskeið lá útflutningsvirðið niðanfyri 1 milliard krónur. 2019 var eitt av betru árunum, har útflutningsvirðið var umleið 1,6 milliardir krónur. Í 2020 fall útflutningsvirðið við umleið 400 milliónum krónum til góðar 1,2 milliardir krónur, men útflutningsvirðið hækkaði aftur í 2021 til 1,3 milliardir krónur, og í 2022 øktiskt útflutningsvirðið upp á 1,7 milliardir krónur, ið er næstbesta árið nakrantíð. Í 2022 minkaði útflutningsvirðið aftur niður á 1,4 millardir krónur.

Økingin í útflutningsvirðinum av ‘Aðrar fiskavørur’ fór frá umleið 1,59 milliardum krónum í 2021 til 2,55 millardir í 2022 og upp í smár 3,45 millardir krónur í 2023. Hetta er sostatt ein øking á heili 1,86 millardir krónur uppá tvey ár. Hendan hækkingin stavar serliga frá lodnuni, fiskamjøli og lýsi.

Grafurin omanfyri vísir fiskavøruútflutningin í 2023 býttan á hvønn heimspart og hvat land, fiskavørurnar vórðu útfluttar til. Í vinstra horni kann veljast, um útflutningurin skal síggjast í nøgd (í tonsum) ella í virði (í túsund krónum).

Í 2023 gjørdist samlaði føroyski útflutningurin av fiskvørum sløk 622 túsund tons við einum útflutningsvirði á knappar 12 millardir. Hetta svarar til eina øking á knøpp 26% í útflutningsnøgd og meira enn 4% í útflutningsvirði í mun til 2022.

Í 2023 fór størsti parturin av fiskavøruútflutningsnøgdini til lond í Evropa og til norðurlond við ávikavist sløkum 271 túsund tonsum og 258 túsund tonsum. Síðan vóru tað lond í Asia og Afrika, ið vóru trið- og fjórðstørstu keyparalondini við ávikavist umleið 32 og 33 túsund tonsum, og síðan londini í Amerika við eini fiskavøruútflutningsnøgd á 26,5 túsund tons. Størsta keyparalandið í Evropa var Russland við sløkum 96 túsund tonsum og síðan Bretland við góðum 56 túsund tonsum. Síðan vóru tað lond sum Spania, Týskland og Niðurlond við 18,5-23,5 túsund tonsum.

Verður hugt at útflutningi til Norðurlond, verður tað útflutt mest til Noreg (123 túsund tons), Danmarkar (sløk 83 túsund tons) og Íslands (sløk 51 túsund tons). Størstu nøgdirnar sum fóru til Asia keypti Kina (23 túsund tons), í Afrika var tað Egyptaland (18 túsund tons) og í Amerika var tað USA (23 túsund tons), sum størstu fiskavørunøgdirnar vóru fluttar til.

Verður síðan hugt at fiskavøruútflutningi í virði er mynstrið eitt sindur øðrvísi. Evropa stendur fyri næstan helminginum, við einum útflutningsvirði á 6 millardir, síðan er tað Norðurlond við 3 millardum, og so Amerika við 1,8 millardum. Útflutningsvirðið til Asia var 744 milliónir, meðan tað til Afrika var 300 milliónir.

Hóast størstu útflutningsnøgdirnar í Evropa fóru til Russland, so er tað Bretland við 1,3 millardum ímóti Russlandi við 1 millard, ið er landið við hægsta útflutningsvirðinum. Í Norðurlondum er tað Danmark við einum útflutningsvirði á 2 milliardir, ið er størst, meðan útflutningurin til Noreg gav eitt virði á slakar 800 milliónir. Útflutningsvirðið av fiskavørum til USA gav knappar 1,8 millardir og sostatt er USA eitt av størstu keyparalondunum, tá talan er um fiskavøruútflutning í virði. Bert útflutningsvirðið til Danmarkar er størri. Kina keypir fiskavørur fyri 528 milliónir krónur, meðan størstu keyparalondini í Afrika; Egyptaland og Nigera, keypa fyri ávikavist 160 og 124 milliónir krónur.

Havast skal í huga, at hagtølini yvir, hvat land fiskavørurnar fara til, kunnu vera misvísandi, tí at tað ikki altíð verður skrásett, hvar vøran fer, tá hon er flutt á goymslu í útlandinum. Hetta hevur við sær, at útflutningurin til ‘transitlond’, sum t.d. til Danmarkar ella Niðurlond, er yvirumboðaður.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á nýtsluland

Útflutningur og marknaðaratgongd

Størstu keyparalondini av føroyska fiskavøruútflutninginum

Grafurin niðanfyri er ein tíðarrás yvir tólv tey størstu keyparalondini av samlaða føroyska fiskavøruútflutninginum. Grafurin er vístur í útflutningsvirði og nøgd í árunum 2000-2023, og skiftast kann ímillum nøgd og virði í vinstra horni.

Føroyski útflutningurin til Russland var støðugt vaksandi frá 2010 til 2017. Eftir 2017, ið var árið har útflutningurin til Russlands var hin størsti nakrantíð, minkaði útflutningurin nakað í árunum 2018-2020. Frá 2020 til 2021 øktist útflutningurin nógv. Frá 2021 til 2022 fall útflutningsvirðið til Russlands við meira enn eini helvt frá 2,3 milliardum niður í 1 milliard. Hetta var serliga orsakað av, at Føroyar góvust at útflyta laks til Russlands.

Tá ið hugt verður eftir nøgdini sæst, at í 2023 útfluttu Føroyar 139 túsund tons til Noregs, sum er ein ógvuslig øking í mun til undanfarin ár. Hetta stavar helst serliga frá landingum av uppsjóvarfiski. Myndin vísir eisini, at Russland hevur verið størsta útflutningslandið yvir tíð, men at hetta minkaði frá 2021 til 2022, fyri síðani at taka seg nakað uppaftur. Í 2022 fall útflutningsnøgdin niður frá sløkum 209 túsund tonsum niður í umleið 94 túsund tons, og er nøgdin síðani økt aftur til sløk 118 túsund tons.

Myndirnar niðanfyri vísa nøgdina, virðið og prosentbýtið á viðkomandi fiskasløgum, sum verða útflutt til Russlands.

Útflutningurin til Russlands í nøgd var í 2023 35,4 túsund tons av makreli, 40,5 túsund tons av sild, 2,5 túsund tons av svartkjafti og 17,5 túsund tons av øðrum fiskasløgum. Hesar útflutningsnøgdirnar góvu eitt virði á ávikavist 483 milliónir fyri makrelin, 370 milliónir fyri sildina, 8 milliónir fyri svartkjaftin og 145,6 milliónir fyri onnur fiskasløg. Tað er vert at leggja til merkis, at eingin laksur var útfluttur til Russlands í 2023.

Samlaði útflutningurin til Russlands er farin frá umleið 147 túsund tonsum við einum virði á góðar 2 milliardir krónur, niður í 63 túsund tons við einum virði á umleið 700 milliónir frá 2021 til 2022. Hann hevur tó tikið seg nakað uppaftur til sløk 96 túsund tons við einum virði á 1 milliard. Makrelurin hevur størsta útflutningsvirðið til Russlands. Tí hyggja vit eitt sindur nærri eftir útflutninginum av makreli niðanfyri. 

Londini í vesturheiminum hava sett eina røð av revsitiltøkum í verk mótvegis Russlandi, men matvørur eru ikki fevndar av hesum revsiátøkum. WTO og heimsbankin hava staðiliga heitt á lond um at halda fram við altjóða samhandli av matvørum, av tí at hetta hevur stóran týdning fyri altjóða matvørutrygd. Eisini hevur ES gjørt greitt, at matvørur ikki skulu vera fevndar av revsitiltøkum, tí ynskið er ikki at raka russiska fólkið, men búskapin í sínari heild. Hóast hetta, vóru tekin um, at í 2022 høvdu føroyskar fyritøkur lagt seg eftir at selja fiskavørurnar til aðrar marknaðir. Í 2022 vóru ábendingar um, at hetta var eydnast fyri laksin og makrelin, meðan útflutningurin av sild til Russlands ikki minkaði eins nógv sum hini fiskasløgini. Ein orsøk er helst, at marknaðurin fyri sild er nógv smalari, so sildin er torførari at fáa út á aðrar marknaðir. Marknaðurin fyri sildina er mestsum avmarkaður til Russland, Ukrania og Pólland, tó verður nakað av sild útflutt til Egyptalands. Marknaðurin fyri laksin og makrelin er breiðari, og tískil kann tað verða lættari at selja á øðrum marknaðum uttan ov stórt prísfall. Tó so kann vantandi atgongd vera ein trupulleiki, tá ið kappingarneytar sleppa inn á fleiri marknaðir við betri treytum. Hetta hyggja vit eitt sindur nærri at longri niðri. Sum myndin niðanfyri vísir, so hevur hevur útflutningurin av makreli ordiliga tikið seg uppaftur. Ein onnur broyting er, at útflutningurin av makreli til Noreg er nógv øktur. Hetta er óivað orsakað av vøkstrinum í landingum uttanlands í 2023.

Prosentbýtið av útflutninginum til Russland
býtt á fiskaslag

Útflutningur av makreli býttur á lond

Á grafinum omanfyri síggja vit føroyska útflutningin fyri makrel býttan á tey størstu útflutningslondini í árunum 2020-2023. Grafurin sæst bæði í útflutningsnøgd (í tonsum) og útflutningsvirði (í 1.000 krónum), og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa. Her síggja vit, at Russland øll 4 árini er størsti innflytari av makreli úr Føroyum, men eisini sæst eitt týðiligt fall í 2022. Útflutningurin av makreli hevur tó tikið seg uppaftur í 2023.

Grafurin niðanfyri til høgru lýsir prísin fyri hvørt kilogram av makreli í árunum 2019-2023. Bláa strikan er krónur fyri hvørt kilo av makreli til Russland og gula strikan er krónur fyri hvørt kilo av makreli til ‘Onnur lond’. Onnur lond umboða øll londini samlaði, undantikið Russland, ið Føroyar útflyta makrel til.

Á grafinum sæst, at prísurin fyri makrel er 12 kr./kg til ‘Onnur lond’ og 14 kr./kg til Russland, og sostatt hevur prísurin fyri hvørt kilo av makreli verið 2 krónur meira til Russlands enn til onnur lond. Minkandi útflutningurin av makreli til russiska marknaðin hevur viðført, at minni virði hevur verið at fingið fyri makrelin, tá hann er farin til aðrar marknaðir enn til tann russiska. Verður hugt nærri at hvørjum landi einsæris, ið makrelurin bleiv útfluttur til í 2022, so vísir grafurin niðanfyri útflutningsvirðið fyri hvørt kilo av makreli til tólv lond.

Sveiggið í prísinum fyri makrelin seinastu fýra árini til tey tólv londini hevur ligið frá 8,02 kr./kg og upp í 15,29 kr./kg. Í 2023 hevði Pólland hægsta miðalprísin, men her er talan um nógv smærri nøgdir. 

Krónur fyri hvørt kilo av makreli til Russland og onnur lond í árunum 2019-2023

Krónur fyri kilo av makreli býtt á tólv lond
í árunum 2020-2023

Útflutningur til Russland býttur á fiskaslag

Marknaðaratgongd

Krónur fyri hvørt kilo av makreli, sild og laksi býtt á tíggju tey størstu útflutningslondini í Føroyum
2023

Tá ið hugt verður eftir sildini, sæst at fyri Føroyar fara størstu nøgdirnar til Russland (40.503 tons), og síðani til Egyptaland (12.337 tons). Fyri Noreg fer størsti parturin av sildini til Póllands (52.939 tons), síðani kemur Egyptaland á øðrum plássi. Um vit hyggja at støddini á ‘onnur lond’ so sæst, at Noregi útflytir sild til nógv færri lond samanborið við makrel ella laks. Hetta er ikki óvæntað, tí at marknaðurin fyri sild er væl smalri enn marknaðurin fyri hini bæði fiskasløgini. Laksurin úr Føroyum fer serliga til USA (18.737 tons), og síðani til Danmarkar og Niðurlond, meðan størsta útflutningslandið av laksi fyri norskan laks er Pólland, har laksurin verður víðarivirkaður.

Niðanfyri myndirnar vísa prísin á útfluttu vøruni til ymisku londini. Sigast má tó, at hetta tekur ikki hædd fyri, hvussu vøran er virkað, og tískil kann vera trupult at samanbera millum londini, t.d. verður miðalprísurin fyri hvørt kilo nógv ávirkaður av, um talan er um heilan fisk ella fløk. Tó so, er hetta miðalprísurin fyritøkur hava fingið fyri vørurnar, sum eru útfluttar í 2023.

Útflutningsnøgdirnar av makreli, sild og laksi
býtt á tíggju tey størstu útflutningslondini í Noregi 2023

Krónur fyri hvørt kilo av makreli, sild og laksi býtt á tíggju tey størstu útflutningslondini í Noregi
2023

Fyri makrel kann sigast, at føroyski miðalprísurin var hægstur til Póllands (15,3 kr./kg), men har var talan er lítlar nøgdir (3.591 tons). Aftaná tað, var prísurin hægstur til Russlands (13,6 kr./kg), har vit eisini flyta mesta makrelin. Í Noregi var prísurin nógv hægstur til USA (16,48 kr./kg), men talan er bert um góð 8 túsund tons. Næsthægsti miðalprísurin var 15,27 kr./kg fyri tey gott og væl 44 túsund tonsini, sum Noregi útflutti til Suðurkorea. Miðalprísurin fyri størstu útflutningslondini hjá Noregi var væl hægri enn miðalprísurin á føroyska útflutninginum av makreli. Hægstu miðalprísirnir fyri føroyska útflutningin av sild fingust fyri útflutningin til Russlands (9,1 kr./kg), har ið meira enn helmingurin av sildini var útflutt, og Ukraina (9 kr./kg), har ið Føroyar útfluttu 1.508 tons í 2023. Fyri Noreg, var hægsti miðalprísurin fingin fyri útflutningin til Svøríkis (14,29 kr./kg), har ið góð 8 túsund tons vórðu útflutt. Síðani komu Ukraina (12,67 kr/kg), Niðurlond (12,47 kr./kg) og Týskland (12,45 kr./kg). Mesta av sildini fer til Pólland, har ið Noreg útflutti til fyri 12,1 kr./kg. Eisini fyri sildina eru miðal útflutningsprísirnir væl hægri í Noregi enn í Føroyum.

Fyri laksin vóru føroysku útflutningsprísirnir á hægri støði. Í 2023 fingu føroyskar fyritøkur hægsta miðalprísin í Týsklandi (97,38 kr./kg), ið 1.806 tons vóru útflutt til. Aftaná hetta liggur laksaútflutningurin til Danmarkar (91,2 kr./kg) og USA (90,3 kr./kg), har ið nógv størsti parturin av laksinum varð útfluttur. Fyri Noreg var nógv besti prísurin fingin fyri útflutningin til USA (97,66 kr./kg), og síðani til Kina (80,32 kr./kg). Nógv tann størsti parturin varð útfluttur til Póllands, har ið miðalprísurin var lægstur (56,1 kr./kg) av størstu londunum.  

Miðalprísur fyri útfluttan makrel, sild og laks í Føroyum og Noregi í árunum 2020-2023

Myndin til høgru vísir miðalprísin á føroyska og norska útflutninginum av makreli, sild og laksi frá árunum 2020 til 2023. Til ber at trýsta á kassarnar omanfyri og skifta millum fiskasløgini. Fyri makrel liggja norsku prísirnir javnt hægri øll árini, og í 2023 er munurin øktur til góðar 3 kr./kg. Ein orsøk til økta munin er møguliga atgongdin til bretskan sjógv. Føroysku prísirnir minkaðu eitt vet frá 2022 til 2023, meðan teir hækkaðu nakað fyri norska útflutningin av makreli. Fyri sildina ger sama mynd seg galdandi. Noregi hevur hægri prísir øll árini, og munurin er øktur frá 2022 til 2023, so at hann er slakar 3 kr./kg í 2023. Eisini har er føroyski miðalprísurin minkaður frá 2022 til 2023.

Fyri laks er myndin umvend. Føroysku prísirnir liggja javnt omanfyri øll árini, og prísmunurin millum føroyska og norska útflutningin av laksi øktist í 2023 til umleið 15 krónur meira fyri hvørt kilo.

Føroyski, norski og íslendski útflutningurin til ávís lond í Asia

Myndirnar niðanfyri vísa nøgdina og miðalprísin av føroyska, norska og íslendska útflutninginum av makreli og laksi til ávíkavist Suðurkorea, Kina, Japan.  

Tá hugt verður eftir nøgdini sæst, at tað bert er Noreg sum útflytir nakrar nevniverdar nøgdir til Suðurkorea, Kina ella Japan. Sigast skal tó, at nýggjastu útflutningstølini fyri Ísland enn ikki eru tøk býtt á land, so tølini fyri Ísland eru bert fram til 2022. Noreg hevur seinastu 4 árini útflutt umleið 58 túsund tons til Japan, og 44 túsund tons til Kina og Suðurkorea. Ísland hevur útflutt 6.769 tons til kina og 2.391 tons til Japan. Føroyar hava útflutt 1.716 tons til Kina og 668 tons til Japan. Hvørki Føroyar ella Ísland hava útflutt nakran makrel til Suðurkorea. Verður síðani hugt eftir miðalprísinum sæst, at Noreg, sum hevur nógv tær størstu nøgdirnar, hevur hægst miðalprís í øllum trimum londunum.

Líknandi mynd sæst fyri laksin, tá hugsað verður um árligu nøgdirnar, sum hava verið útfluttar seinastu árini. Noreg útflytir góð 31 túsund tons til Suðurkorea, 31 túsund tons til Japan og sløk 28 túsund tons til Kina. Tilsvarandi nøgdirnar úr Føroyum eru 5.148 tons til Kina, 458 tons til Japan og 39 tons til Suðurkorea. Íslendski útflutningurin til hesi londini var bert 482 tons til Kina, 31 tons til Japan og 12 tons til Suðurkorea. Tó er vert at nevna, at munurin í laksaframleiðslu millum londini er sera stórur, so har kunnu útflutningsnøgdirnir væntast at vera størstar í Noregi. Tá hugt verður eftir prísinum sæst, at hægsti miðalprísurin sást í føroyska útflutninginum til Suðurkorea (84,09 kr./kg). Talan var tó bert um 39 tons. Næsthægsta prísin fingu íslendskir útflytarar til japanska marknaðin (67,73 kr./kg).

Føroyski, norski og íslendski miðalprísurin fyri hvørt kilo av makreli 2020-2023

Føroyski, norski og íslendski miðalprísurin fyri hvørt kilo av laksi 2020-2023

Størstu keyparalondini av norska fiskavøruútflutninginum

Nógv hevur verið tosað um, at fáa til vega betri marknaðaratgongd til ymisk lond fyri at skapa so stórar møguleikar sum gjørligt, at flyta fiskavørur okkara til stórar og vaksandi marknaðir fyri ein góðan prís. Hetta var eisini eitt av høvuðstilmælunum í frágreiðingini Havið og Framtíðin, sum varð útgivin í samband við Vakstrarforum hjá undanfarnu samgongu í 2021. Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi fyri stuttum eina kanning, har tey spurdu fyritøkur í alivinnuni, uppsjóvar- og botnfiskavinnuni, sjóvinnuni og KT vinnuni um teirra tørv á marknaðaratgongd. Ein av høvuðsniðurstøðunum frá fyritøkunum í ali- og fiskivinnuni var, at tað er av alstórum týdningi at betra marknaðaratgongdina til asiatisku londini. Sjókovin skilir, at meira verður at frætta um kanningina í næstum.

Avbjóðingar fyri fiskavøruútflutning kunnu býtast í toll og heilsufrøðiligar forðingar. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á heimasíðu síni á, at Noreg og Ísland eru hvør í sínum lagi kappingarneytar hjá Føroyum. Bæði londini eru limir í EFTA og fríhandilssáttmálin hjá EFTA við Suðurkorea hevur millum annað við sær, at føroysku útflutningsfyritøkurnar mugu rinda nógv meira í tolli, um tær skulu útflyta makrel ella sild til Suðurkorea enn kappingarneytarnir úr Noregi og Íslandi. Hetta er eisini galdandi fyri laks til Suðurkorea. Eisini her hava norsku fyritøkurnar ein stóran fyrimun, tí tær rinda ongan toll, tá ið tær útflyta laks til Suðurkorea. Ísland og Kina hava ein fríhandilssáttmála, og í honum er tilskilað, at íslendskar fyritøkur kunnu útflyta makrel og sild tollfrítt til Kina. Eisini í hesum føri er talan um ein greiðan fyrimun í mun til føroysku fyritøkurnar. í hesum næsta partinum samanbera vit føroyska útflutningin við tann norska. Myndirnar niðanfyri vísa størstu keyparalondini hjá ávíkavist Føroyum og Noregi.

Størstu keyparalondini av føroyska fiskavøruútflutninginum

Um hugt verður eftir útflutningunum av nøkrum av størstu fiskasløgunum, makreli, sild og laksi, í 2023, so ber til at síggja, hvørji lond meginparturin av útflutninginum av fiskasløgunum fer til. Myndirnar niðanfyri vísa útflutningin av hesum fiskasløgum við Føroyum til vinstru og Noregi til høgru. Føroyski útflutningurin av makreli fer serliga til Russland (35.412 tons) og síðani til Noregs (19.584 tons). Hinvegin fer størsti parturin av norska útflutningunum til Japan (64.042 tons), Suðurkorea (44.101 tons) og Kina (32.579). Ofta verður sagt, at Japanski marknaðurin er nógv mest krevjandi, tá ið tað kemur til góðskukrøv. Her er vert at nevna, at í 2023 gjørdi Noreg avtalu við Bretland um at fiska makrel í bretskum sjógvi, sum ger at norsk skip hava atgongd at fiska makrelin, tá hann hevur hægstu góðsku, og tískil kann útflyta til hágóðskumarknaðir. Annars er eisini vert at leggja til merkis, at Noreg útflytir til nógv fleiri lond, tí at bólkurin ‘onnur lond’ er størri enn nøgdin til størsta útflutningslandið. Sostatt kann sigast, at Noreg er minni viðbrekið yvir fyri marknaðarsveiggjum. Eisini er vert at leggja til merkis, at einki asiatiskt land er á størstu londunum fyri Føroyar.  

Útflutningsnøgdirnar av makreli, sild og laksi
býtt á tíggju tey størstu útflutningslondini í Føroyum 2023

Hvussu verður fiskurin virkaður?

Hvussu verður vøran virkað?

Hesin parturin snýr seg um søguliga útflutningin av seks fiskasløgum, og hvussu tey verða virkaði. Hugt verður at, hvussu høvuðsfiskasløgini verða býtt í vørubólkar, og hvussu stórur prosentpartur av hvørjum vørubólki verður útfluttur. Fiskasløgini, talan er um, eru botnfiskasløgini: toskur, hýsa og upsi, umframt uppsjóvarfiskasløgini: makrelur, sild og svartkjaftur.

Útflutningur av toski býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Útflutningur av makreli býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Grafurin til høgru vísir útflutningin av makreli býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “heilur frystur” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Tá hugt verður at útflutninginum av makreli sæst, at býtið av vørubólkunum bæði í virði og nøgd hava flutt seg munandi síðani 2007 – og enn meira síðani 2012. Frá 1994 og fram til 2006 var útflutningurin nógv størstur fyri “heilur køldur”, undantikið í 1997, tá “heilur frystur” fylti meira enn helvtina av samlaða útflutninginum. Síðani 2012 hevur útflutningurin fyri tað mesta verið “heilur frystur” makrelur. Orsøkin til hesa broytingina er, at um sama tíðarskeið byrjaðu fleiri uppsjóvarvirki sítt virksemi í Føroyum. Áðrenn hetta tíðarskeiðið var feskur makrelur ofta landaður í útlandinum og hetta sæst aftur í 2023, tá ið hesin útflutningurin umboðaði sløk 28%. Fyri bæði nøgd og virði vóru meira enn 96% útflutt sum “heilur frystur” í 2022, meðan hesi tølini vóru 72% í nøgd og 82% í virði í 2023.

Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri svartkjaft býttan á vørubólkarnar “flak frystur”, “frystur skorin annars”, “heilur onnur haldbúning” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var størsti partur av svartkjaftinum útfluttur sum “heilur onnur haldbúning”, tó fylti vørubólkurin “annað” omanfyri helvtina í 1995. Frá 2000 til 2008 øktist útflutningurin av vørubólkinum “frystur skorin annars”, og í hesum tíðarskeiði var mestsum bert hesin vørubólkur og “heilur onnur haldbúning” útfluttur. Eftir 2009 kom eitt skifti í útflutningin, sum hevði við sær, at mestum allur svartkjafturin bleiv útfluttur undir vørubólkinum “annað”. Í hesum bólkinum er “heilur frystur” svartkjaftur, og frá 2019 til 2023 var hetta mest sum einasti vørubólkur í útflutninginum fyri svartkjaft.

Myndin til vinstru vísir útflutningin av toski býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “heilur frystur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað”, “flaktur saltaður” og “annað”.  Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Ein tann størsta broytingin seinnu árini er, at vørubólkurin “heilur frystur” toskur er vaksin munandi síðan 2013. Frá at hava fylt umleið 1% í 2012 er hann farin at fylla 27% av virðinum og 41% av nøgdini í 2017. Í 2023 vóru umleið 24% av toskinum útflutt sum “heilur frystur”. Vørubólkurin “flak fryst” hevur sveiggjað millum 20 og 60% frá 1994 til 2023, men er síðani 2013 blivin ein minni partur av býtinum. “Flak fryst” er farið frá at umboða 61% av útfluttu nøgdini í 1994 til 32% í 2023.

Yvirskipað kann sigast, at toskur verður mest útfluttur sum ‘’flak fryst’’ og ‘’flak saltað’’. Hesir bólkarnir umboða tilsamans umleið helmingin av nøgdini og tveir triðinginar av virðinum av útflutninginum í 2023.

Útflutningur av sild býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Grafurin til vinstru vísir útflutningin av sild býttan á vørubólkarnar “heil køld”, “heil fryst” og “flak fryst”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var meginparturin av sildini útflutt “heil køld” ella “annað”. Í 2000 gerst “flak fryst” eisini ein partur av sildaútflutninginum, og vaks hesin vørubólkurin til 25% av nøgdini, tá hann var størstur í 2004. Frá 2010 hevur nógv tann størsta nøgdin verið útflutt “heil fryst”. Síðani 2019 hevur at kalla ongin sild verið útflutt sum “flak fryst”. Í 2023 stavaðu sløk 77% av nøgd og 74% av virðinum av útflutninginum frá “heil fryst”. Eisini øktist “heil køld” sild ígjøgnum landingar uttanlands í 2023.  

Útflutningur av svartkjafti býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Útflutningur av hýsu býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Útflutningur av upsa býttur á vørubólkar frá 1994 til 2023

Grafurin til vinstru vísir útflutningin av upsa býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað” og “annað”. Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa

Síðani 1994 hevur “flak frystur” upsi fylt størsta partin av útflutninginum. Verður hugt at 2023, fylti hesin vørubólkurin 90% av útflutningsvirðinum. Annars var býtið í 2023 soleiðis: “flak kølt” 4 %, “heilur køldur” 2% . Fram til 2012 var nakað av útflutningi av “flak saltað”, men síðani hevur eingin útflutningur verið av hesum vørubólkinum. Fyri útflutningsnøgdina var býtið í 2023 soljóðandi: “flak fryst” 81%, “flak kølt” og “heilur køldur” á umleið 5%, og “annað” umboðaði 9%.

Myndin til høgru vísir útflutningin av hýsu býttan á vørubólkarnar “heil køld”, “heil fryst”, “flak fryst” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994-2023. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 2011 var nógv tann størsti parturin av hýsuni útfluttur sum “heil køld” og “flak fryst”. Árini eftir minkaði útflutningurin av “flak fryst”, meðan “heil fryst” gjørdist ein størri partur. Øll árini síðani 2011 hevur “heil køld” hýsa fylt meira enn helvtina av útflutningsnøgdunum. Í 2023 var býtið fyri útflutningsnøgdina av hýsu soleiðs: “heil køld” 52%, “heil fryst” 40%, “flak fryst” 6%. Virðið á frystum flaki er væl hægri enn fyri heilan fisk, og hetta sæst aftur í prosentpartinum av útflutningsvirðinum fyri “flak fryst”, sum er góð 11% í mun til nøgdina á sløk 6%.

Løntakarar í fiskivinnuni

Løntakarar í fiskivinnuni frá 1985 til 2023

Í hesum partinum verður hugt at løntakarum, sum virka innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Hetta eru starvsfólkini í okkara fiskivinnu, og hesi vinna til sítt uppihald frá tí tilfeingi, ið einaferð hevur svomið í havinum. Hesir løntakarar eru búsitandi í Føroyum, teir eru millum 16 og 74 ár og fáa løn umvegis føroysku skattaskipanina. Tølini byggja bert á løntakarar í fiskivinnuni, og eru aðrir lønarbólkar, t.d. tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri. 

Myndin omanfyri vísir talið av løntakarunum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði frá 1985 til 2023. Her eru tríggjar tíðarrøðir – ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskavøruídnað og ein, sum vísir samlaða talið av løntakarum í hesum báðum bólkunum. Árini síggjast omanfyri myndina, og tal av løntakarunum sæst til vinstru á tíðarrøðini. 

Í 1985 var talið av løntakarunum 5.437 fólk, og í dag starvast 2.454 fólk innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Hetta er sostatt ein minking á 2.983 fólk, ið svarar til sløk 55%. Tað síggjast sveiggj yvir árini, men serliga sæst ein afturgongd í løntakarartalinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir økist talið av løntakarum fram til 2003, tá tað vóru 4.798 løntakarar í fiskivinnuni. Síðani 2003 hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum. Samanbera vit ár 2023 við 2022 so er talið av løntakarum minkað frá 2.506 til 2.454, t.v.s. við 52 fólkum. Í tíðarskeiðnum 2020-2023 er talið av løntakarum minkað við heili 337 fólkum, sum svarar til góð 12 prosent.

Býtið av løntakarum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur seinastu árini verið rættiliga javnt. Frá 2022 til 2023 er talið av løntakarum í fiskiskapi farið frá 1.242 fólkum til 1.256 fólk (14 fólk fleiri), meðan løntakarar í fiskavøruídnaði eru farnir frá 1.265 til 1.198 (67 fólk færri).

Løntakarar í fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2023

Myndirnar omanfyri vísa talið av løntakarum, og hvaðani í landinum hesir koma. Tølini umboða løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2023. Løntakarar, sum arbeiða í alivinnuni, eru tískil ikki við. 

Grafurin til vinstru: Her sæst býtið av løntakarunum í fiskivinnuni fyri hvørt øki. Verður músin hildin á grafinum, sæst ein kassi við upplýsingum um tal av løntakarunum í ávikavist fiskiskapi, fiskavøruídnaði og samlað í fiskivinnuni í ávísa økinum.

Grafurin til høgru: Her sæst ein stabbamynd yvir tal av løntakarum í hvørjum øki, og hvussu býtið er ímillum menn og kvinnur, sum arbeiða í fiskivinnuni í økinum. Menn umboða bláa litin og kvinnur tann gula litin. Verður músin hildin á stabbunum, sæst talið av løntakarunum. 

Á hesum báðum grafunum sæst, at Eysturoyar økið hevur flest løntakarar, tá fiskiskapur og fiskavøruídnaður verða løgd saman. Tað eru 814 løntakarar, sum svara til góð 33%. Norðoya økið hevur flest løntakarar innan fiskiskap, 376 fólk ella sløk 30%, meðan Eysturoyar økið er næststørst við 330 fólkum ella góðum 26%. Innan fiskavøruídnað eru flest løntakarar í Eysturoynni. Har arbeiða 484 fólk, sum svara til góð 40%, og í Suðuroynni eru næstflestir løntakarar við 271 fólkum ella góðum 23%. Fyri øll økini sæst, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum virka innan fiskivinnuna. 

Lønartakarar í fiskivinnuni býttir á kyn og aldur

Á grafunum omanfyri sæst aldursbýti og kynsbýti millum løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2023. Aldursbólkarnir eru flokkaðir í fimm bólkar og eru á vinstru síðu á grafunum, og tal av løntakarum stendur undir grafinum. Í grafunum umboða bláu stabbarnir menn og gulu stabbarnir kvinnur. 

Í fiskiskapi sæst ein týðilig yvirumboðan av monnum í øllum aldursbólkum. Í fiskavøruídnaði er ein javnari umboðan millum kvinnur og menn – tað arbeiða fleiri menn í øllum aldursbólkum, men munurin er ikki so stórur á løntakaratalinum millum kvinnur og menn.

Útlendsk arbeiðsmegi

Omanfyri sæst, at samlaða talið av løntakarunum er farið niður í helvt seinastu 20 árini. Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi, og ein stór avbjóðing fyri búskapin er tí trot á arbeiðsmegi. Í hesum sambandi er talið av útlendingum, sum eru komnir til Føroya at arbeiða økt nógv. Í 2021 var Fast Track skipan sett í verk, sum skal gera tað skjótari og smidligari at fáa arbeiðsmegi frá londum uttanfyri Evropa til Føroya.

Skipanin, sum var sett í verk í November 2021, styttir viðgerðartíðina og gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum uttanfyri ES og Norðurlond. Skipanin kom í gildi tann 18. november 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%.

Á myndini niðanfyri sæst býtið av føroyskum og útlendskum løntakarum. Her sæst, at ein vaksandi partur av arbeiðsmegini í fiskivinnuni er útlendskur. Um vit hyggja eftir fiskavøruídnaði sæst, at seinastu tvey árini hevur næstan triði hvør løntakari verið útlendingur. Fyri fiskiskap er lutfalisligi parturin av útlendskari arbeiðsmegi sløk 8%. Hagstovan býtir tølini upp ‘Fødd í Føroyum’, ‘Aðrir danskir ríkisborgarar’, sum í nógv størstan mun eru føroyingar føddir uttanlanda, umframt nakrar fáa danskarar og grønlendarar, ‘Aðrir norðurlendskir borgarar’, ‘ES borgarar’, ‘Aðrir evropeiskir ríkisborgarar’ og ‘Onnur’. Her er týdningarmikið at nevna, at ein ‘føroyskur løntakari’ er bólkurin ‘Fødd í Føroyum’ og ‘Aðrir danskir ríkisborgarar’ tilsamans. Ein útlendskur løntakari er tískil hinir fýra bólkarnir tilsamans.

Býtið av føroyskum og útlendskum løntakarum í føroysku fiskivinnuni

Niðanfyri er ein mynd, ið skilir útlendingar, íroknað aðrar danskar ríkisborgarar, á undirbólkar. Her sæst at serliga ‘Onnur’ er økt nógv - hetta eru løntakarar uttanfyri Evropa. Í 2023 arbeiddu 368 fólk í fiskivinnuni við ríkisborgaraskapi úr londum uttanfyri Evropa.

Sigast má tó, at hóast ein løntakari er ‘útlendskur’ ríkisborgari, merkir ikki neyðturviliga, at talan er ein løntakara uttan tilknýti til Føroyar. Í hesum høpi er hugtakið um bústaðartilknýti, sum Hagstovan er farin at arbeiða við, í mun til tilflyting og fólkatal áhugavert. Sambært Hagstovuni hevur hugtakið til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Áhugavert hevði verið at fingið bústaðartilknýti býtt at løntakarar í fiskivinnuni í framtíðini, fyri at fáa betri fatan av, hvussu hetta broytist yvir tíð, og í hvønn mun arbeiðsmegin støðast í Føroyum. Hetta hugtakið hevði eisini gjørt tað lættari at skilt bólkin ‘aðrir danskir ríkisborgarar’ í føroyingar og danskarar/grønlendarar.

Útlendskir løntakarar í føroysku fiskivinnuni býttir á ríkisborgaraskap

Grafurin er býttur á útlendskar løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði. Løntakararnir eru bólkaðir eftir føðilandi/ríkisborgaraskapi og síggjast í ymiskum litum. Við at halda músina á stabbunum sæst, hvussu nógvir løntakarar eru í bólkinum. Talið omanfyri stabbarnar er samlaða talið av ‘útlendskum’ løntakarum fyri ávísa árið. 

Í fiskiskapi hevur talið av løntakarum sveiggjað nakað, men sveiggini eru kortini ikki so stór. Lægsta talið sæst í 1993, tá 72 útlendskir løntakarar arbeiddu í fiskiskapi, meðan 182 útlendskir løntakarar vóru í 1988, tá tað vóru flest. Á grafinum sæst, at flestir útlendskir løntakarar eru “aðrir danskir ríkisborgarar”, men frá 2019 og fram til 2023 er bólkurin “onnur“ vaksin nógv, og í 2023 vóru fleiri útlendskir løntakarar í hesum bólki enn í “aðrir danskir ríkisborgarar”.

Í 2023 vóru tilsamans 172 útlendskir løntakarar í føroyskum fiskiskapi. 72 av hesum løntakarunum vóru “aðrir danskir ríkisborgarar”, 7 “aðrir ES-ríkisborgarar” og 2 “aðrir norðurlendskir ríkisborgarar”. 91 vóru í bólkinum “onnur”, sum eru borgarar úr londum uttanfyri Evropa. Samlaða talið av útlendskum løntakarum í fiskiskapi er økt frá 151 í 2022 til 172 í 2023, sum er ein vøkstur á 21 fólk ella sløk 14%. Størsta broytingin frá 2022 til 2023 er hækkingin í løntakarum, sum koma úr londum uttanfyri Evropa – í 2022 var talið av hesum løntakarum 62 samanborið við 91 í 2023, ið er ein øking á sløk 47%. Størsta minkingin sæst í løntakarum í bólkinum “aðrir ES-ríkisborgarar”, sum eru minkaður við 8 fólkum ella 53%.

Fyri fiskavøruídnað sveiggjar talið av løntakarum eisini, men yvirskipað sæst, at talið av útlendskum løntakarum hevur verið vaksandi síðan 1997. 108 útlendskir løntakarar vóru í 1995, tá talið var lægst, meðan talið á 434 í 2022, er hægsta talið í øllum tíðarskeiðnum, og í 2023 er talið 407. Á grafinum sæst at “aðrir danskir ríkisborgarar” er størsti bólkurin fram til 2015. Frá 2008 til 2016 er talið av løntakarum í “aðrir danskir ríkisborgarar” og “onnur” rættiliga líkt, men seinastu árini hava “onnur” verið størsti parturin av útlendsku arbeiðsmegini í føroyska fiskavøruídnaðinum. 

Í 2023 vóru 407 útlendskir løntakarar í fiskavøruídnaðinum, harav vóru 74 útlendskir løntakarar “aðrir danskir ríkisborgarar”, 277 løntakarar “onnur”, 38 “aðrir ES-ríkisborgarar”, 17 útlendskir løntakarar “aðrir evropeiskir ríkisborgarar” og 1 útlendskur løntakari “aðrir norðurlendskir ríkisborgarar”. Samlaða talið av løntakarum er minkað við 6,2% frá 434 í 2022 til 407 í 2023. Fyri bæði fiskiskap og fiskivøruídnað er galdandi, at størsta broytingin í samansetingini av útlendsku løntakarunum er tann, at bólkurin “onnur”, umboðandi ríkisborgarar uttanfyri Evropa, er vaksin munandi.

Um vit so hyggja yvirskipað at fiskivinnuni, hvørji lond talan er um, so sæst á myndini niðanfyri til høgru, at talan er serliga um løntakarar úr Asia (266 fólk), har flest vóru úr Filipsoyggjunum, og síðani Indonesia og Teilandi. 48 løntakarar eru úr Afrika, har 19 løntakarar eru úr Kambodja. 30 løntakarar eru úr ES londum, ikki íroknað Norðurlond, har flest eru frá Rumenia, og síðani Póllandi og Bulgaria. Verður hugt at fiskiskapi sæst, at 85 løntakarar eru úr Asia, harav 55 av teimum eru úr Indonesia, 21 úr Filipsoyggjum og 9 úr Nepal. Við at trýsta at kassarnar omanfyri myndina ber til at flyta millum fiskiskap og fiskavøruídnað. Av tí at fleiri løntakarar eru í fiskavøruídnað, so líkist býtið í fiskivinnuni tilsamans og fiskavøruídnaði.

Arbeiðs- og uppihaldsloyvir býtt á ríkisborgaraskap

Útlendskir løntakarar í fiskivinnuni

Útlendsk arbeiðsmegi í ymiskum vinnugeirum

Tal av loyvum tilsamans umvegis fast-track

Tal av loyvum í fiskivinnuni umvegis fast-track

í 2023 vóru latin 1.484 arbeiðs- og uppihaldsloyvir, og flest av hesum eru arbeiðsloyvir. Tilsvarandi talið var munandi størri (1.928) í 2022. Myndin til vinstru vísir, hvussu hesi eru býtt á 20 tey størstu londini í 2022. Av tí at hagtølini fyri 2023 ikki eru uppgjørd á Útlendingastovuni, verða tølini fyri 2022 nýtt. Her sæst, at umleið ein triðingur er úr bólkinum ‘onnur’, har Asia er best umboðað, meðan hinir báðir partarnir eru ‘ES-ríkisborgarar’, har Pólland er størst, og ‘aðrir evropeiskir ríkisborgarar’, serliga frá Rumenia og Ukraina. Til ber at flyta vísaran yvir rundingarnar fyri at síggja tølini fyri hvørt land.

Tá ið hugt verður eftir fast-track loyvum, sum eru galdandi fyri arbeiðsloyvir uttanfyri Evropa, sæst, at í 2021 vóru 60 loyvir latin fyrstu ferð. Í 2022 vóru 635 loyvir latin fyrstu ferð, meðan tilsvarandi talið var 372 í 2023. Eisini ber til at síggja, at 361 fast track loyvir vóru endurnýggjaði í 2023 tilsamans.

Fyri 2022, sum var størsta árið, vóru flest loyvir (260) latin til matvøruídnað (íroknað fiskavøruídnað og ali-kryvjivirkir), og síðani til gistingarhús og matstovuvinnu (169). 85 loyvir vóru latin til fiskiveiðu og aling, harav næstan øll loyvini vóru til fiskiveiðu. Í 2023, vóru nógv flest loyvir latin til gistingarhús og matstovuvinnu (125), meðan 89 loyvir vóru latin til matvøruídnað.

Myndin vísir, at tal av loyvum er munandi minni fyri 2023 og 2022, og av tí at fleiri hava endurnýggjað loyvini í 2023, so sæst at tørvurin á nýggjum loyvum sær út til at vera minkaður í 2023 fyri fiskivinnuna sum heild.

Lívfrøðiliga grundarlagið

Góð vitan um fiskastovnarnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar fyri, at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert ávirka fiskastovnar við at áseta, hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum. Botnfiskasløgunum; toski, hýsu og upsa og uppsjóvarfiskasløgunum; makreli, sild og svartkjafti.

Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni

Á myndini niðanfyri sæst heildarveiðan á landgrunninum av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2023. Veiðan av hýsu og upsa minkaði í 2023 í mun til 2022, meðan veiðan av toski vaks eitt sindur í 2023 í mun til 2022.

Heildarveiðan eftir toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2023

Veiðan av toski var bert 5,8 túsund tons í 2023. Hetta er ein øking á sløk 30% frá árinum undan, tá veiðan var 4,5 túsund tons, og eisini nakað hægri enn í 2021, tá veiðan var góð 5,3 túsund tons. Veiðan í 2023 var bara umleið ein fjórðingur av veiðuni í 2019, sum var tað besta árið síðan 2004. Veiðan av toski í 2023 er sostatt millum lægstu veiðuna seinastu nógvu árini.

Veiðan av hýsu í 2023 var góð 5,7 túsund tons, ið er ein minking á umleið 18% frá 2022. Seinastu árini hevur veiðan verið heldur frægari enn undanfarnu árini síðani 2009. Tó er hetta minni enn helmingurin av miðalveiðuni í tíðarskeiðinum frá 1961.

Veiðan av upsa minkaði nakað frá 2022 til 2023. Í 2023 var veiðan 12,3 túsund tons, ið ein minking á næstan 10% frá árinum frammanundan. Upsaveiðan seinastu árini er á lægsta støði síðani 1964, og veiðan í 2023 var bert ein slakur fimtingur av veiðuni í 2005 og 2006, tá ið yvir 70 túsund tons vórðu fiskaði.

Stovnsmetingarnar frá Havstovuni í stuttum

Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023 hjá Havstovuni.

Sambært tilmælinum hjá Havstovuni, er føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Miðal talið av veiðilutfallinum í 2022 og 2023 er mett at vera niðan fyri lágmark, og sostatt hevði man ikki broytt fiskidagarnar fyri Bólk 2, men orsakað av, at toskastovnurin er illa fyri, og Bólkur 2 fiskar tosk sum hjáveiðu, verða fiskidagarnir minkaðir við 10%.

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstøddina av gýtingarstovninum, men síðan 2019 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin er aftur undir hesum marki. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3­-5 minka 5%, men tá toskastovnurin er undir vandamarkinum Blim (17.803 tons), verða fiskidagarnir hjá Bólki 3-­5 minkaðir við 20%. Veiðilutfallið er eisini oman fyri hámarkið.

Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018, og hevur verið í vøkstri síðan. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera størri enn miðal. Veiðilutfallið í 2022 og 2023 er mett millum mørkini. Tó skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 minka 20% orsakað av støðuni hjá toskastovninum. 

Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki

🟢

Fiskidagatalið verður hækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark 

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark 

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

🟡

Fiskidagatalið verður óbroytt

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu


Havstovan tilmæli 2024

Gýtingarstovnur

Veiðilutfall

Tilmæli fiskidagar 2024

🔴

Fiskidagatalið verður lækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er oman fyri hámark

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka


Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka

Umsitingarætlanin er grundarlagið undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Hon varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021. Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka er fyri, er eitt stórt framstig, tí at nú er tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðiregluni í umsitingarætlanini.

Bulurin í ætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær.  Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið bert kann stillast við 5% frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan bólkur 3-5 verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu.

Á heysti í 2023 var hendan umsitingarætlanin aftur til viðgerðar í ráðførslubólkinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, har eitt av høvuðsendamálunum var at víðka um umsitingarætlanina við eini endurbyggingarætlan, sum kann fáa toskastovnin á føroyska landgrunninum upp á føtur aftur. Semja var í bólkinum, um at munagóð átøk skulu gerast fyri toskastovnin, men full semja var ikki um útlutingina av fiskadøgum í 2024. 

Men við útgangsstøði í teirri víðkaðu umsitingarætlanini er tilmælið frá Havstovuni fyri 2024, at fiskidagatalið fyri bólk 2 minkar við 10%, meðan fiskidagatalið fyri bólk 3-5 minkar við 20% í mun til tilluttaðu fiskidagarnar í 2023.

Umsitingarætlanin er enn ikki send til ICES til eftirmetingar. Havstovan skrivar í seinasta tilmæli sínum, at umsitingarætlanin verður væntandi send til ICES, tá enda­lig semja er fingin um hana í politisku skipanini og hjá vinn­uni. Tá ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera burðar­dygga, verður ráðgevingin gjørd sambært hesi í framtíðini.

Eins og í fjør samsvarar ráðgevingin hjá Havstovuni og ICES ikki, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu, sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi.

Toskur

🔴

🔴

20% ⬇︎ 🔴

Hýsa

🟢

🟡

20% ⬇︎ 🔴

Upsi

🟢

🟡

10% ⬇︎🟡


Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her.

 
 

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í november 2023 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum í 2024. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann í mesta lagi vera 12.145 tons. Hetta er ein øking upp á 3% í mun til tilmælið fyri 2023. Hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið á miðalstøði síðani.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons. Hetta er ein minking á 14% í mun til tilmælið fyri 2023. Orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.

ICES metti í fjør, at toskurin var undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini. Tessvegna er einki nýtt tilmæli fyri tosk á landgrunninum. ICES metti í fjør, at veiðan av toski á Føroya Banka kann í mesta lagi vera 78 tons hvørt ár í 2023 og 2024. Tessvegna er einki nýtt tilmæli fyri tosk á Føroya Banka.


ICES tilmæli fyri 2024

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli ICES

Toskur

🔴

🔴

🔴

0 tons ⬇︎

Hýsa

🟢

🟢

🟢

12.145 tons ⬆︎

Upsi

🟢

🟢

🟢

15.323 tons ⬇︎


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli.

Bjartari útlit fyri fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka

Fyri fyrstu ferð síðani 2007 mælir ICES til, at nakað av toski kann veiðast á Føroyabanka. ICES mælti til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka. Havstovan mælir til, at fiskiskapurin tekur seg uppaftur spakuliga við 200 fiskidøgum til størri og smærri skip.

Myndin til høgru vísir søguliga fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka. Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka hevur nøkur einkult ár verið omanfyri 5 túsund tons, seinast í 2004, tá hann var gott 5,6 túsund tons. Í 2023 vóru 907 tons av toski veidd á Føroya banki.

Veiðan á Føroya Banka árini 2020-2023

Á grafinum til høgru verður hugt eitt sindur nærri at veiðini á Føroya Banka seinastu fýra árini. Grafurin vísir veiðina í nøgd (í tonsum) og í virði (í 1000 krónum) eftir mest veiddu fiskasløgunum umframt samlaðu veiðina av øðrum fiskasløgum, sum í grafinum verða bólkaði saman í ‘’Annað’’.

Tað sæst, at veiðinøgdirnar ikki hava verið so stórar hesi árini – við hægstu veiðu á 1584 tons eftir hýsu í 2022. Veiðan eftir ymsu fiskasløgunum sveiggjar nakað ár fyri ár. Í 2023 varð mest veitt av toski, síðan hýsu og longu. Nakað av bromsu og havtasku bleiv eisini veitt. Árini fyri hevur veiðan mest verið hýsa og longa umframt at nakað eisini hevur verið veitt av bromsu, havtasku og øðrum fiskasløgum. Tað sæst, at serliga lítið hevur verið veitt av toski árini undan 2023, og grafurin omanfyri, ið lýsir gongdina í toskaveiðini á Føroya Banka, vísir eisini hetta.

Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft

Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum vera fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.

Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er støðan tann sama, sum í fjør, og enn er eingin avtala gjørd millum strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti, at mest loyvda veiðan er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðardygt og at geva mest varandi veiðu. Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 20-25% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Sambært ICES, so hava ásettu kvoturnar av makreli fyri strandalondini verið umleið 41% yvir tilmælinunum síðani 2010, men endaligu kvoturnar fyri 2024 eru enn ikki ásettar. Eitt yvirlit yvir sáttmálar og avtalur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Hendan framhaldandi ovurfiskingin í mun til ráðgevingina merkir, at vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina, orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandalondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilráðingina. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.  

ICES tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 5% í mun til í fjør. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 milliónir tons, sum er omanfyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001. Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá árini 2010 til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. Nógva veiðan, saman við einum minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðritrýstið í 2023 er komið upp á 0,38, sum er væl omanfyri hámarksvirðið.

ICES tilmælið fyri norðhavssild er 390.010 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 24% í mun til 2023. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3.059 mió. tons, sum er undir markinum fyri nær stovnurin sambært umsitingarætlanini er burðardyggur. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin er vorðin partur av gýtingarstovninum, og tí kvinkaði hann eitt vet uppeftir í fyrraárið. Hann er minkaður aftur í ár og væntast eisini at minka komandi ár.

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.529.754 tons fyri 2024, sum er ein hækking á 12,5% í mun til tilmælið í fjør. Henda hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2020 og 2021, og serliga er metingin av 2021-árganginum hækkað í ársins stovnsmeting. Hesir báðir árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár. Árgangurin frá 2022 er mettur at vera undir miðal. Svartkjaftagýtingarstovnurin er mettur at vera 6,8 milliónir tons, sum er væl omanfyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í fjør og í ár, vegna góðu tilgongdina. Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri burðardygga hámarkið.


 

Støða

Gýtingarstovnur:

Tilgongd:

Veiðitrýst: (Fmsy)

Veiðitrýst: Fyrivarnisreglan

MLV tilmæli 2024:

Makrelur

3,7 mió. tons 🟢

🟢

🔴

🔴

739.386 tons - 5% ⬇︎

Sild

3,1 mió. tons 🟢

🔴

🔴

🔴

390.010 tons - 24% ⬇︎

Svartkjaftur

6,8 mió. tons 🟢

🟢

🔴

🔴

1.529.754 tons - 12.5% ⬆︎


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.

Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum

Tal av fiskiførum í flotanum frá 2016 til 2023 býtt á skipabólkar

Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2023 í teimum seks skipabólkunum: Bólkur 2, Bólkur 3, Bólkur 4, Bólkur 4T, Nóta-og ídnaðarskip og Flakatrolarar.

Bólkur 4 umboðar bæði bólk 4A og 4B, sum vóru lagdir saman í 2021. Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av skipum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum. Tá talan er um skip, har eitt er komið í flotan ístaðin fyri eitt annað, sum er farið úr flotanum, so telja hesi bara sum eitt skip.

Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi seinastu seks árini. Talið av trolarum, sum hava avreitt er fallið frá 34 fiskiførum í 2016 til 20 fiskifør í 2022, t.v.s. við 14 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 41%. Tó er talið hækka eitt vet frá 2022 til 2023 við tveimum fiskiførum.

Tal av skipum í bólki 3, sum umboðar línuskip, er fallið seinastu trý árini. Í 2023 vóru 12 skip, meðan talið var 18 í 2020, tá flest skip avreiddu. Árini frammanundan hevur talið av skipum ligið millum 15 og 17 skip.

Bólkur 4, sum umboðar útróðrarbátarnar, hevur sveiggjað millum 12 og 19 skip í tíðarskeiðnum. Seinastu 4 árini er talið fallið frá 19 til 12 bátar, og er hetta ein minking á smá 37%. Hugsast kann, at sveiggini í hesum bólki eru knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið til fiskiskap. 

Talið av fiskiførum í bólki 4T, sum umboðar trolbátarnar, hevur ligið so at siga støðugt øll árini. Tó vaks tað frá 7 fiskiførum til 8 fiskifør í 2019. Í 2022 vóru aftur 7 fiskifør, sum avreiddu í hesum skipabólkinum, og øktist talið aftur til 8 fiskifør í 2023.  

Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og íðnaðarskip’, er vaksið við 7 skipum í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til eina øking á góð 58%. Í 2016 høvdu 12 fiskifør avreitt í hesum bólki, men árini eftir hevur talið ligið ímillum 15 og 17 skip. Í 2021 og 2022 avreiddu 17 skip í hesum skipabólkinum og í 2023 heili 19 fiskifør.

Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt, verið støðugt – tó er talið fallið frá 5 til 4 fiskifør í 2019, og hevur talið verið óbroytt síðani. Tó er nýggi Gadus komin í 2023, men hevur ikki avreitt í 2023, so hann hann sæst ikki í stabbamyndini omanfyri.  

Miðalaldurin á skipunum frá 2016 til 2023 býtt á skipabólkar

Á grafinum omanfyri sæst ein lýsing av miðalaldrinum av skipum, sum hava avreitt frá 2016 til 2023. Tað eru flakatrolarar, sum hava nýggjasta flotan, eftir at nýggi Akraberg kom í flotan í 2022 og Emerald í 2023. Harumframt kom nýggi Gadus í 2023, men hann hevur ikki avreitt í 2023 og er sosatt ikki partur av hesum hagtølunum.

Næstyngstu flotarnir eru trolbátarnir (bólkur 4T) og nóta- og ídnaðarskipini. Hjá trolbátunum er miðalaldurin farin frá 15 árum í 2016 upp til 22 ár í 2023, meðan nóta- og uppsjóvarskipini vóru í miðal 14 ára gomul í 2016, og eru nú góð 21 ár í miðal. Frá 2021 til 2022 er miðalaldurin á nóta- og uppsjóvarskipunum lækkaður við einum ári orsakað av nýggja Christian í Grótinum, sum kom í flotan í 2022. Miðalaldurin á trolbátunum hevur gingið javnt uppeftir ár fyri ár samsvarandi árunum.

Miðalaldurin á línuskipum (Bólkur 3) er farin nakað niður frá 2016 til 2023, frá umleið 41 árum niður í 35 ár. Miðalaldurin var hægstur í 2019, men árini eftir er ein munandi lækking í miðalaldrinum. Útróðrarbátarnir á línuveiðu (Bólkur 4) hava elsta flotan. Miðalaldurin á skipunum í bólki 4 nærkast 52 árum í 2022, og hevur hann verið rímiliga støðugur øll árini, men í 2023 fór aldurin niður á 46 ár.

Sáttmálar um nýbygningar í 2023

Gadus

15. oktobur í 2023 fekk P/F JFK Trol nýggja flakatrolaran Gadus, ístaðin fyri Gadus, sum varð bygdur í 1987 og kom í føroyska flotan í 2010. Nýggi Gadus er 88 metrar langur og 18 metrar breiður, og er eitt tað størsta skipið av sínum slagi. Skipið kann virka alt av fiskinum umborð, og er møguleiki tí at taka mjøl og olju til lands. Reiðaríið hevur lagt seg eftir, at skipið skal vera sera umhvørvisvinarligt. Nýbygningurin er teknaður og projekteraður hjá Skipsteknisk í Noregi, og bygdur í Turkalandi. Skipið kostaði umleið 450 milliónir. Gadus loysti úr Turkalandi 3. oktobur og kom á Klaksvíkina 15. oktobur, har stór móttøka var og skipið bleiv doypt.
Flakatrolarin fór sín fyrsta túr í norskan sjógv at fiska tvær vikur seinni.


Endurnýggjan av fiskiflotanum

Emerald

13. juli í 2023 fekk P/F Havborg, systirfelagið hjá P/F Enniberg nýggjan verksmiðjutrolara í flotan. Skipið ber navnið Emerald, er 87,5 metrar langt, 18 metrar breitt og 11 metrar djúpt. Skipið hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar, sum svarar til umleið 900-1.000 tons, og er gjørt til at frysta rækjur og botnfisk. Skipsteknisk í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, og kostaði hann meira enn 400 milliónir krónur at byggja. Emerald er bygdur á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi og kom á molan í Tórshavn 13. juli, har skipið varð doypt og skipað var fyri stórari móttøku.
Fyrsti túrurin gekk í Barentshavið at fiska rækjur.

Nýggjur frystitrolari til Varðan

Tíðliga í 2024 skrivaði Varðin undir sáttmála við skipasmiðjuna MEST um at byggja nýggjan frystitrolara. Nýbygningurin verður eitt 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt framkomið skip við 2.611 hk Wartsila-25 motori. Skipið er útgjørt til framtíðarkrøv, og m.a. motorurin er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Frystitrolarin skal hava eina verkasmiðjuloysn við frystiorku á 40 tons um dagin. Skipið skal eftir ætlan latast reiðarínum á sumri í 2026.

Oljunýtsla í fiskiflotanum

Tað eru serliga tvær orsøkir til at hyggja nærri eftir oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Fyrsta orsøkin er, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hevur sett sær fyri, at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fyri at avmarka veðurlagsbroytingar, og tí er umráðandi at minka um oljunýtsluna í øllum samfelagnum, og harvið eisini hjá flotanum.

Hin orsøkin er, at oljukostnaðurin er stórur partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipunum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lønsemið hjá flotanum, at hann brúkar so lítið av olju, sum gjørligt.

At fáa meira vitan um oljunýtsluna er eitt av fokusøkjunum hjá Sjókovanum. Fyri at fáa eina góða mynd av oljunýtsluni hjá fiskiflotanum, hevur Sjókovin savnað inn hagtøl frá reiðaríum um oljunýtsluna fyri árini 2019-2023 hjá nøkrum skipum í flestu skipabólkunum. Við at lata skipini umboða bólkin, ber til at fáa eina mynd av oljunýtsluni í hvørjum skipabólki sær og eina samlaða mynd av oljunýtsluni í flotanum. Sjókovin fegnast um, at enn fleiri skipabólkar eru umboðaðir í ár, nú stórir útróðrarbátar og trolbátar eru lagdir afturat. Sjókovin takkar reiðaríunum fyri teirra vælvild at lata hagtøl til greiningarnar.

Eisini er vert at nevna, at Sjókovin í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst við at fáa enn fleiri upplýsingar um oljunýtsluna til vega. Vert er at nevna, at Sjókovin saman við viðkomandi áhugapørtum og myndugleikum fingu játtað pening frá Fiskivinnugransking til verkætlan at greina oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum. Hendan verkætlan ber heitið SmartFisk og fór av bakkastokki í mai 2023.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.

Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, fer verkætlanin at:

1.     lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Saman við vinnuni, verður oljunýtslan skrásett, og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna.

2.     kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.

3.     Saman við vinnuni, eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna.

Við støði í omanfyristandandi skal verkætlanin koma við ítøkiligum tilmælum, um hvussu oljunýtslan kann minka - saman við viðkomandi áhugapørtum. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at samstarva við Umhvørvisstovuna um innsavnan av tølum um F-gassir, sum eru sterk vakstrarhúsgassir.

Samlaða oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum

Á myndini omanfyri sæst, at síðan fyrst í 1990’unum hevur samlaða oljunýtslan í Føroyum ligið millum 200-250.000 tons, men er síðan 2017 økt munandi og hevur seinastu árini ligið um 300.000 tons (gula linjan). Økingin í oljunýtsluni stavar frá øðrum virksemi enn fiskiskapi, tí fiskivinnan hevur ikki havt nakran vøkstur í oljunýtsluni (bláa linjan). Oljunýtslan hjá fiskiskipum er lutfalsliga minkað úr teimum 40-45 prosentunum, sum nýtslan lá á í tíðarskeiðnum 1992-2005, niður í umleið 30 prosent. Hetta sæst við at klikkja á høgra kassan ovast í vinstra horni á myndini.

Lutfalsliga minkingin í nýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum skal ikki skiljast sum, at hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera nakað við oljunýtsluna hjá flotanum, tí tað er ein sannroynd, at tá føroysk fiskiskip umboða ein triðing av oljunýtsluni, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.

Oljunýtsla í mun til avreiðingar

Oljunýtslan er sjálvsagt tætt tengd at gongdini í fiskiskapinum. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna vísir bláa strikan á myndini omanfyri, hvussu nógv kilo av veiddum fiski fæst fyri hvønn litur av olju, meðan gulu stabbarnir vísa avreiddu nøgdina.

Tað sæst, at tætt samband er millum støddina av samlaða fiskiskapinum, og hvussu nógvur fiskur fæst fyri ein litur av olju. Er nógvur fiskur at fáa, er gjørligt at fáa nógvan fisk fyri hvønn liturin av olju, meðan er fiskiskapurin vánaligur, fæst munandi minni fiskur fyri hvønn litur av olju.

Á grafinum sæst, at avreiðingarnøgdirnar eru vaksnar nógv, og kilo av fiski fyri hvønn litur av olju er økt nógv frá 2021 til 2023. Frá 2021 til 2023 er avreiðingarnøgdin økt við nærum 50%, og kilo av fiski fyri hvønn litur av olju er økt frá 4,5 kilo til 7,5 kilo, ið svarar til eina prosentvísa øking á knøpp 67%.

Ein onnur orsøk til, at alt meiri fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju, er effektiviseringin av flotanum. Tað, at færri skip eru til fiskiskap og fáa somu ella størri veiðinøgd upp á land ger, at fiskiskapurin gerst effektivari, og at oljunýtslan harvið minkar.

At enda er stór broyting hend í veiðusamansetingini, við tað at nógv meiri av uppsjóvarfiski verður veitt í dag í mun til áður. Serliga er nøgdin av makreli og sild økt munandi. Uppsjóvarfiskiskapurin er lutfalsliga minni oljukrevjandi, og tí fæst meiri fiskur fyri hvønn liturin av olju.

Prosentbýtið av oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum

Lagkøkumyndirnar omanfyri vísa okkum støðuna í oljunýtsluni og veiðusamansetingini seinastu fýra árini, tvs. árini 2020 til 2023.

Á myndini til vinstru sæst, at uppsjóvarskipini brúktu omanfyri helmingin (57%) av allari oljuni hjá føroyska fiskiflotanum. Trolarar nýttu umleið 17%. Restin varð nýtt av ávikavist flakatrolarunum (12%), línuskipunum (6%) og øðrum skipabólkum (7%).

Um vit hyggja at býtinum av fiskaðu nøgdini á myndini til høgru, sæst, at uppisjóvarskipini landaðu 85 prosent av samlaðu nøgdini, meðan allir hinir skipabólkarnir í alt avreiddu írestandi 15 prosentini.

Viðmerkjast skal, at her er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.

Gongdin í oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum

Strikumyndin vinstrumegin vísir, hvussu nógv olja skuldi til fyri at fiska eitt kilo av fiski í ymsu skipabólkunum í árunum frá 2019 til 2023.

Tað vóru uppsjóvarskipini og stórir útróðrarbátar, sum nýttu fægst litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski, og harvið eru tey mest effektivu máld út frá oljunýtsluni. Frá 2021 til 2023 hava hesi fiskiførini nýtt umleið 0,1 litur fyri hvørt kilo av fiski, og í 2023 nýttu uppsjóvarskipini einans 0,09 litur fyri hvørt kilo, ið er tað sama sum í 2020.

Næstu bólkarnir vóru feskfiskalínuskipini og frystilínuskipini, ið nýttu ávikavist 0,25 litrar og 0,32 litrar fyri hvørt kilo, meðan trolbátar nýttu mest olju og lógu um 0,67 litrar fyri hvørt kilo av fiski.

Broytingin millum árini í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski stavar fyrst og fremst frá vánaligum ella góðum fiskiskapi, soleiðis at sjálv oljunýtslan hjá skipunum broytist ikki stórvegis, meðan fiskaða nøgdin sveiggjar munandi meir enn oljunýtslan.

Tað er vert at hava í huga, at framleiðslan ikki er tann sama í øllum bólkunum. T.d. koma verksmiðjuskip í land við einari lidnari vøru, meðan í øðrum bólkum verður fiskurin virkaður á landi. Hjá verksmiðjuskipunum liggur tískil øll orkunýtslan í sambandi við framleiðsluna á sjónum. Fyri neyvari at síggja hvat fyri veiðu- og framleiðsluhættir hava minst oljunýtslu og CO2 útlát, kann tað tí vera sera viðkomandi at gera lívsringrásgreiningar av ymiskum fiskavørum, har hædd verður tikið fyri, hvar virkingin av fiskinum fer fram.

Eins og omanfyri, er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.

Virði av fiski fyri hvønn litur av olju

Øll fiskasløg hava ikki sama virði, og tí er ikki nokk einans at hyggja eftir fiskaðu nøgdini, tí tað er jú virðið av fiskinum, ið skal gjalda fyri oljunýtsluna. Strikumyndin vísir gongdina fyri árini 2019 til 2023 í virðinum av avreiðingunum í mun til nýttu litrarnar av olju.

Stórir útróðrarbátar hava havt nógv tað størsta virði av avreiðingum í mun til nýttu oljunýtsluna. Í árunum 2021 til 2023 fingu hesir millum 129 og 166 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju, ið gevur eitt miðal avreiðingarvirði á 147,47 krónur fyri hvønn litur av olju, ið er munandi hægri enn feskfiska- og frystilínuskipini, ið øll árini lógu ávikavist næst- og triðstørst í virði av avreiðingum í mun til nýttu oljuna. Hesir bólkarnir fingu millum 47 og 85 krónur í 2019-2021, og millum 59 og 71 krónur í 2022 og 2023 fyri hvønn liturin av olju, ið gevur eitt miðal avreiðingarvirði fyri hvønn litur á 61,6 krónur og 66 krónur fyri ávikavist frystilínuskipini og feskfiskalínuskipini.

Næst teimum komu uppsjóvarskipini og flakatrolararnir, ið høvdu 33-44 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju í 2021 og 2022 og í 2023 lógu flakatrolarar á 35 krónum og uppsjóvarskipini á knapt 45 krónum fyri hvønn litur av olju. At enda komu partrolararnir við 11 krónum í avreiðingarvirði fyri liturin av olju í 2021 og omanfyri 18 krónum í 2022 og 2023. Aðrir trolbátar lógu eitt vet hægri við einum miðal avreiðingarvirði á 29,95 krónum fyri hvønn litur av olju.

Flestu skipabólkarnir høvdu eitt væl hægri avreiðingarvirði fyri liturin av olju í 2022 enn 2023, ið hevur verið besta árið síðan 2019. Í 2022 var orsøkin fyrst og fremst hækkandi fiskaprísir. Tað er eyðsæð, at tá oljuprísurin hækkar, eru tað bólkarnir, ið fáa minst virði av fiski fyri hvønn liturin av olju, ið merkja mest til hækkandi oljuprísin, tí tá er minni eftir til at gjalda aðrar útreiðslur við, eftir at oljan er goldin.

Samanbering av oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum

Myndin omanfyri samanber oljunýtsluna hjá ymisku skipabólkunum í 2023. Blái prikkurin vísir minsta virðið, tann guli miðal virðið og grøni prikkurin vísir mesta virðið. Sum dømi kann nevnast, at uppsjóvarskip í miðal nýttu 0,09 litrar fyri hvørt kilo, tað mest effektiva skipið nýtti 0,06 litrar fyri hvørt kilo, og tað minst effektiva nýtti 0,16 litrar fyri hvørt kilo. Tað mest effektiva skipið hevði sostatt eina oljunýtslu, sum lá yvir helmingin av tí skipinum, sum nýtti mest olju fyri hvørt kilo av fiski. Myndin er nakað tann sama fyri stórar útróðrarbátar, har tann mest effektivi nýtti 0,06 litrar fyri kilo, og tann minst effektivi nýtti 0,18.

Ein orsøk til munin millum skipini er sjálvsagt, at summi skip eru meiri effektiv enn onnur, við tað at skrokkur og motorur eru effektivari. Ein onnur orsøk er, at fiskiskapurin hevur hepnast betri fyri summi skip í mun til onnur. Eitt skip kann tí liggja undir miðal eitt ár og omanfyri miðal eitt annað ár.

Stóra spjaðingin sæst eisini aftur í, at partrolararnir í miðal nýttu væl meiri olju enn frystilínuskipini, men mest effektivi partrolarin nýtti væl minni olju enn minst effektiva frystilínuskipið og eisini minni enn frystilínuskipini í miðal.

Oljuprísfølsemi

Omanfyri hava vit sæð, at tað er sera ymiskt, hvussu nógv olja verður brúkt í ymisku skipabólkunum, bæði tilsamans og fyri hvørt kilo av fiski. Eisini er sera ymiskt, hvussu stórt avreiðingarvirði fæst fyri hvønn litur av olju.

Í sambandi við SmartFisk verkætlanina, sum er fíggjað av fiskivinnugransking umframt eginfígging frá Sjókovanum og øðrum fiskivinnufyritøkunum, hevur Sjókovin hugt nærri eftir oljuprísfølseminum tvørturum skipabólkarnar. Í hesum partinum greiða vit fáa greiningunum, sum eru gjørdar higartil.

Botnfiskiskapur undir Føroyum - Rakstraravkast

Omanfyri eru tveir grafar, sum vísa sambandið millum oljuprís og ávíkavist rakstraravkast og rakstrarúrslit.

Hyggja vit eftir roknskapartølunum hjá ymiskum skipabólkum, sæst ein týðiligur samanhangur millum oljuprísin og rakstraravkastið (til vinstru) í botnfiskiskapinum undir Føroyum og somuleiðis millum oljuprísin og rakstrarúrslit (til høgru). Grafarnir vísa, at tá oljuprísurin er lágur, gevur botnfiskiskapurin sum oftast nóg høgt rakstraravkast til at skapa avlop, meðan er oljuprísurin høgur, gevur botnfiskiskapurin lágt rakstraravkast og undirskot.

Uppsjóvarfiskiskapur - Rakstraravkast

1. Lutfall millum oljukostnað og sølu inntøku

Ein skjótur háttur at fáa eitt mát fyri, hvussu følsamur ein skipabólkur er fyri sveiggjum í oljuprísinum, er at hyggja eftir, hvussu stórur partur av søluinntøkuni fer til at gjalda fyri oljuútreiðslurnar. Hetta nevna vit oljulutfallið.

Myndin til høgru vísir, at partrolararnir hava nógv tann “oljudýrasta” fiskiskapin. Umleið 30 prosent av inntøkuni fer til at gjalda fyri oljuna.

Næst partrolarunum eru aðrir skipabólkar, ið nýta trol. Teir eru trolbátarnir, uppsjóvarskipini og flakatrolararnir. Minsta oljulutfallið hava frystilínuskipini, feskfiskalínuskipini og teir stóru útróðrarbátarnir. Hetta eru bólkar, ið nýta húk sum reiðskap.

Myndin til høgru vísir sveiggið í lutfallinum í ymisku bólkunum í árunum 2019-2023. Á myndini sæst, at lutfallið millum oljukostnað og søluinntøku kann sveiggja nógv. T.d. var lutfallið hjá partrolarum um 17% í 2020 og heili 34% í 2022. T.v.s. lutfallið tvífaldaðist eftir einans tveimum árum. Líknandi broytingar síggjast fyri allar skipabólkarnar.

Tí gevur lutfallið millum oljukostnað og søluinntøku eina ov einfalda mynd av oljuprísfølseminum hjá skipabólkunum.

Fyri at kunna gera eina meiri rættvísandi mynd av støðuni, greina vit nærri OPF-faktorarnar.

2. Einkul-OPF-faktorur

Einkul prísfølsemisfaktor

3. Víðkaður-OPF-faktorur

Omanfyri hava vit bert hugt eftir broytingum í oljuprísi og ávirkan á rakstraravkast. Í veruleikanum er tað ofta soleiðis, at tá ið oljuprísurin er hækkandi í eitt tíðarskeið, hækkar fiskaprísurin ofta sama tíðarskeið. Stundum kann hetta koma sum ein beinleiðis fylgja av, at hækkandi oljuprísur fær fiskaprísin at hækka, men eisini kann hetta koma av, at onkur annar grundleggjandi faktorur fær bæði oljuprís og fiskaprís at hækka. T.d. kann altjóða búskaparvøkstur skapa øktan eftirspurning og harvið príshækkingar innan bæði olju, matvørur og aðrar vørur.

Sum dømi um samanhang millum oljuprísir og fiskaprísir er til høgru víst ein mynd av prísindeksi fyri uppsjóvarfiskiskapin fyri árini 1997-2023. Reyða linjan vísir ein samanhang fyri tíðarskeiðið fram til 2014, tá russar tóku Krim-hálvoynna. Har er rættiliga týðiligt, at tess hægri oljuprísurin er, tess hægri fiskaprísir.

Frá 2015 broyttist myndin nakað, við tað at tá fóru fiskaprísirnir upp, hóast oljuprísurin lækkaði nakað ímun til undanfarin ár. Í 2022 fór Russland inn í Ukraina og bæði oljuprísur og fiskaprísir fóru munandi upp.

Hóast fiskaprísirnir í uppsjóvarfiskiskapi vera ávirkaðir av ymiskum viðurskiftum, er neyvan nakar ivi um, at ein samanhangur er at síggja millum oljuprísin og fiskaprísin.

Á niðaru myndini er linja mett, har líkningin sigur, at fyri hvørja krónu oljuprísurin hækkar, hækkar indeksið fyri fiskaprísin í uppsjóvarfiskiskapi við 12,8.

Hesin samanhangur kann setast inn í roknskaparmyndilin fyri uppsjóvarfiskiskap, sum soleiðis kann taka hædd fyri bæði broytingum í oljuprísinum og fiskaprísunum.

Líknandi greining kann gerast fyri hinar skipabólkarnar, men tað er als ikki altíð at samanhangurin er so greiður, sum fyri uppsjóvarfiskiskapin.

Til høgru er samanhangurin millum oljuprísin og fiskaprísin hjá línuskipum fyri tíðarskeiðið 2005-2020.

Tað sæst, at linjan er mest sum vatnrøtt og hevur lítið og einki hall. Hetta merkir, at stórt sæð eingin samanhangur er millum oljuprísin og avreiðingarprísin hjá línuskipunum. Við øðrum orðum, og í mótsetning til uppsjóvarskipini, síggja línuskip ikki út til at merkja nakran ágóða av øktum fiskaprísi, tá oljuprísurin fer upp.

Botnfiskiskapur undir Føroyum - Rakstraravlop

Uppsjóvarfiskiskapur - Rakstraravlop

Myndin fyri botnfiskiskapin omanfyri kemur neyvan óvart á nakran, men tá ið hugt verður at uppsjóvarfiskiskapi á sama hátt, er myndin ein heilt onnur. Ár við høgum oljuprísum skapa avlop eins og ár við lágum oljuprísum hava munandi minni avlop, ella beinleiðis hall.

Trý mát fyri oljuprísfølsemi (OPF) í fiskiskapinum

Fyri at fáa eina greiðari mynd av sambandinum millum oljuprís og búskaparliga avkastið í ymisku skipabólkunum, kunnu vit hyggja eftir trimum ymiskum mátum fyri oljuprísfølsemi (OPF) í ymisku skipabólkunum.

  1. Lutfall millum oljukostnað og søluinntøku

  2. Einkul-OPF-faktor
    Beinleiðis avleiðing á rakstraravkastið av broytingum í oljuprísinum

  3. Víðkaður-OPF-faktor
    Avleiðing á rakstraravkastið av broytingum í oljuprísinum og fiskaprísunum

Lutfall millum oljukostnað og søluinntøku

Lutfall millum oljukostnað og søluinntøku
frá 2019-2023

Við at seta roknskapir fyri ymisku skipabólkarnar upp sum myndlar, ber til at meta um avleiðingina á rakstraravkastið av broytingum í oljuprísinum.

T.d. vísir myndin til vinstru, at ein hækking í oljuprísinum á eina krónu vil elva til eina minking í rakstraravkastinum hjá partrolarunum á 7,7 prosentstig. Partrolararnir merkja sostatt eisini sambært hesum mátinum størstu avleiðingina av oljupríshækkingum.

Broytingar í oljuprísinum síggja út til at hava munandi minni ávirkan á uppsjóvarskipini, flakatrolararnir, frystilínuskipini og feskfiskalínuskipini.

Fisher-prísindeks fyri uppsjóvarfiskiskapin

Fisher-prísindeks fyri línufiskiskapin

Samanbering millum einklan og víðkaðan oljuprísfølsemisfaktor

Myndin omanfyri gevur eina samanfatandi mynd av útrokningunum. Fyri uppsjóvarskipini er avleiðingin, at tá vit í tí einkla-OPF-faktorinum einans hugdu eftir avleiðingini av hækkandi oljuprísum, var avleiðingin mett til, at hvørja ferð oljuprísurin hækkaði eina krónu minkaði rakstraravkastið við 2,6 prosentstigum. Verður tikið hædd fyri broytingunum í fiskaprísunum er myndin ein heilt onnur. Tá er avleiðingin 0,7 prosentstig positiva vegin, t.v.s. fyri hvørja krónu oljuprísurin fer upp, hækkar rakstraravkasið við 0,7 prosentstigum, av tí at fiskaprísirnir meiri enn uppviga negativu avleiðingarnar av hækkandi oljuprísinum.

Líknandi gongd er at síggja hjá bæði trolbátunum og flakatrolarunum, har negativa avleiðingin av oljuprísunum verður vigað upp av hækkandi fiskaprísum. Við víðkaða OPF faktorinum, fáa partrolararnir eisini ágóða av hækkandi fiskaprísum, men teir hækka tó ikki nokk, til at samlaða úrslitið gerst positivt.

Harafturímóti er broytingin hjá frysti- og feskfiskalínuskipunum lítil í mun til hinar bólkarnar.

Hesar greiningar geva ein ábending um oljuprísfølsemi í føroyskum fiskiskapi. Leggjast skal tó til merkis, at útrokningin av OPF-faktorunum er framd við at halda fasta kostnaðin og fiskaðu nøgdina óbroytta, tá avleiðingarnar av broyttum oljuprísum er útroknaðar. Somuleiðis er hýruparturin tikin at vera ein fastur partur av avreiðingarvirðinum. Í víðari greiningum, ber til at betra um útrokningarnar við t.d. at gera meiri burturúr at rokna avleiðingarnar á fasta kostnaðin og útbyggja útrokningarnar av hýrupartinum.

Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum

Størsti fiskiskapurin í Føroyum er uppsjóvarfiskiskapurin. Høvuðsfiskasløgini í hesum fiskiskapi eru makrelur, sild, svartkjaftur og nakað av lodnu.

Myndin til høgru vísir avreiðingarvirðið fyri tey fýra fiskasløgini í 2022 og 2023. Á myndini sæst, at avreiðingarvirðið á makreli var um 1 milliard í 2022, sild slakar 700 milliónir, svartkjafti 500 milliónir og lodnu 177 milliónir. Samanlagt var talan um knappar 2,4 milliardir ella 61 prosent av samlaða avreiðingarvirðinum. Í 2023 var avreiðingarvirðið fyri makrel 1,15 milliard, sild 583 milliónir, svartkjafti knappar 933 milliónir og lodnu 135 milliónir. Avreiðingarvirðið er sostatt økt fyri makrel og svartkjaft við ávikavist 12,7 og 86,5 prosentum, meðan avreiðingarvirðið fyri sild og lodnu minkaði við ávikavist 15,7 og 24,1 prosentum. Samanlagt var talan um eitt avreiðingarvirði fyri hesi fýra fiskasløgini í 2023 á 2,8 milliardir ella knøpp 67 prosent av samlaða avreiðingarvirðinum.

Avreiðingarvirði á uppsjóvarfiskasløgunum

Í brotinum omanfyri hava vit sæð, at uppsjóvarfiskiskapurin brúkar stóran part av allari oljuni, sum fiskiskipini brúka. Stóri týdningurin av uppsjóvarfiskiskapinum, og stóra oljunýtslan hjá honum, ger tað áhugavert at greina oljunýtsluna hjá hesum fiskiskapinum nærri. 

Sjókovin hevur til hetta endamál fingið til vega útgreinaði tøl frá nøkrum uppsjóvarskipum. Hetta ger tað møguligt at greina oljunýtsluna nærri við atliti at nýtsluni uppá fiskaslag og fiskileið. Av tí at skip skráseta oljunýtslu og onnur hagtøl í sera ymiskan mun og á ymiskar mátar, er talan ikki um greining av øllum uppsjóvarskipunum, men nóg nógv skip eru við, til at úrslitini verða umboðandi fiskiskapin í bólkinum. Ætlanin er eisini at arbeiða við at samskipa skrásetingarnar millum skipini, soleiðis at vit frameftir fáa støðugt betri hagtøl um oljunýtsluna.

Mynstrið í uppsjóvarfiskiskapi eftir mánaði og fiskaslagi í árunum 2020-2023

Uppsjóvarfiskasløgini eru ferðandi fiskastovnar, har lívfrøði og umhvørvið ávirkar útbreiðsluna á hvørjum ári.

Á grafinum omanfyri sæst mynstrið í uppsjóvarfiskiskapinum fyri hvørt fiskaslag í fýra ára tíðarskeiðnum frá januar 2020 fram til desembur 2023. Um vit hyggja eftir mynstrinum í uppsjóvarfiskiskapinum ígjøgnum árið fyri hvørt fiskaslag sæst, at í fyrra hálvárinum er fiskiskapurin eftir lodnu og svartkjafti. Síðani tekur fiskiskapurin eftir makreli seg upp frá sumrinum og út á heystið, og at enda kemur sildavertíðin á heysti og fram til árslok.

Í komandi brotum verður hugt nærri at uppsjóvarfiskiskapinum fyri hvørt fiskaslag sær. Har verður millum annað mánaðarligi fiskiskapurin umrøddur, umframt hvussu nógv kilo av fiski fæst fyri hvønn litur av olju, hvussu nógv kilo fæst fyri hvønn tíma, hvussu avreiðingarvirðið er fyri hvønn litur, og hvussu avreiðingarprísurin er fyri hvørt kilo. Hesar greiningarnar eru gjørdar uppá øki fyri árini 2019 til 2023.

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir makreli

Makrelurin er hitt virðismiklasta av uppsjóvarfiskasløgunum. Sum sæst í myndini niðanfyri, hevur makrelur verið veiddur í 4 økjum: Føroyum, Noregi, ES-sjógvi (sum nú er bretskur sjógvur) og NEAFC økinum. Fiskiskapurin hevur vanliga tikið seg upp fyrst í føroyskum sjógvi, og síðani serliga í bretskum sjógvi. Síðani Brexit, hava føroysk fiskiskip mist atgongdina til bretskan (fyrrverandi ES) sjógv, og tískil er meira fiskað í NEAFC og norskum øki. Ein av avleiðingunum av mistari atgongd til bretskan sjógv er, at neyðugt hevur verið at byrja at fiska makrelin fyrr á árinum, meðan eingin fiskiskapur av makreli longur er í november, desember og januar, sum annars vanliga var í bretskum sjógvi. 
Tað sæst á hesum grafi, at makrelveiðan er vaksin í øllum økjum í 2023. Á avreiðingar grafinum í brotinum omanfyri sæst, at avreidda nøgdin av makreli er farin frá sløkum 130 túsund tonsum í 2022 upp í smá 173 túsund tons í 2023. Hetta svarar til eina øking á 33 prosent.     

Hyggja vit eftir oljunýtsluni í 2019 og frá 2021 til 2023 ber til at greina, hvussu nógvur fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju í teimum ymsu økjunum. Her sæst ein týðiligur munur millum bretskan sjógv og hinar fiskileiðirnar. Í 2019 fingust næstan 31 kg fyri hvønn litur í bretskum øki, í mun føroyskt øki, har ið sløk 13 kg fingust fyri hvønn litur av olju. Við øðrum orðum var oljunýtslan í makrelfiskiskapinum í føroyskum øki næstan tvær og eina hálva ferð størri enn í ES øki sama árið. Hyggja vit eftir oljunýtsluni í 2021-2022 kemur ein væl javnari mynd til sjóndar. Har fingust næstan 6 kg fyri hvønn litur av olju í føroyskum øki, meðan nakað minni av fiski fekst í NEAFC og norskum sjógvi. Í 2023 var makrelfiskiskapur bert í føroyskum og NEAFC øki, og sæst ein vøkstur í nøgdini fyri hvønn litur av olju í hesum økjunum. Kilo fyri hvønn litur av olju í 2022 til 2023 er farið frá ávikavist 5,7 kg upp í 7,4 kg í føroyskum øki og frá 6,4 kg upp í 7,2 kg í NEAFC øki.

Av tí at fleiri av skipunum hava tímateljarar á motorinum, ber til at síggja, hvussu nógv verður fiskað um tíman. Har sæst aftur sama mynstrið, nevniliga at veiðan í bretskum sjógvi var munandi størri enn í føroyskum øki í 2019. Skipini veiddu heili 18 tons um tíman, meðan veiðan í føroyskum øki lá um 7 tons. Frá 2021 til 2023 er veidda nøgdin um tíman vaksin í føroysum og norskum øki, umframt í NEAFC, har veidda nøgdin um tíman í 2023 er á áleið sama støði sum í føroyskum øki í 2019.

Viðmerkjast skal, at við í tímatølunum er eisini sigling til og frá fiskileið, við tað at tímateljarin telur, frá tí at skipið fer úr havn til tað landar. Hetta er sostatt ikki bert meðan fiskað verður. Tí høvdu fiskaðu nøgdirnar verið størri um tíman, um einans teir tímarnir høvdu verið taldir við, tá tað varð tóvað. 

Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Myndin niðanfyri til vinstru vísir hvussu nógv virði fæst burturúr í mun til liturin av olju. Avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju var 241 kr. í bretskum øki í 2019, meðan virðið sama ár var 90 kr fyri liturin í føroyskum øki. Frá 2021 til 2023 lá virðið fyri liturin í øllum økjum millum 25 og 49 krónur, og á grafinum sæst eisini, at avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju er støðugt vaksin í hesum tíðarskeiði. Samanumtikið kann sigast, at fiskiskapurin eftir makreli sum heild var munandi betur í 2019, og at bretska økið var framúr gott samanborið við onnur øki.

Myndin niðanfyri til høgru vísir avreiðingarprísin fyri fiskin, ið var veiddur í ymisku veiðiøkjunum. Har sæst, at hægsta veiðivirðið hevur verið í norskum øki í 2021 og 2022, tá avreiðingarprísurin lá omanfyri 8,5 krónur fyri hvørt kilo av makreli. Í sama tíðarskeiði lá prísurin millum 5-6,3 krónur í føroyskum og NEAFC øki. Í 2023 var makrelur einans veiddur í føroyskum og NEAFC øki, og tá lá avreiðingarprísurin á 5,8 krónum í føroyskum øki og á knapt 6,9 krónum í NEAFC.

Tað, sum myndin tó ikki vísir okkum, er, at prísgongdin á makreli vanliga er tann, at makrelprísurin er hækkandi gjøgnum árið. Vanliga er hann lægstur, tá fiskiskapurin av makreli tekur seg upp á sumri, og hækkar so líðandi fram til ársenda. Hetta merkir, at prísurin vanliga er lægri, tá makrelurin er í føroyskum øki og væl hægri, tá hann er í norskum og bretskum øki.

Avreiðingarprísur á makreli býttur á øki

Í ársfrágreiðingini fyri fiskivinnuna 2020 gjørdi Sjókovin eina greining um virðið av atgongdini til bretskan sjógv. Hon kann lesast her. Har var hugt eftir miðal avreiðingarprísinum ígjøgnum árið. Tað hevur ofta verið víst á, at atgongdin til bretskan sjógv hevur stóra ávirkan á møguleikarnar at virðisøkja fiskin á landi, tí tá ið fiskurin er í bretskum sjógvi, er konsistensurin og fitiinnihaldið betri.

Avreiðingarvirði á makreli fyri hvønn litur av olju
býtt á øki

Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir makreli býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir sild

Sildafiskiskapurin er vanliga frá september til november/desember í føroyskum og íslendskum øki, og harvið er fiskiskapurin sum heild á heysti. Tó sæst á myndini niðanfyri at í 2022 og 2023 hevur verið nakað av veiðu um summarið eisini í føroyskum øki og NEAFC, men í nógv minni nøgdum. Avreiðingarnøgdin av sild er minkað nakað frá 2022, tá umleið 125 túsund tons vóru avreidd, niður á umleið 93 túsund tons í 2023.

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir sild býttur á øki

Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Avreiðingarvirði á sild fyri hvønn litur av olju býtt á øki

Á myndini til vinstru sæst, at í 2019 fekst serliga nógv sild fyri hvønn litur av olju í íslendskum øki, tá ið heili 25 kg fingust fyri hvønn litur av olju. Sama árið var veiðan næststørst fyri hvønn litur av olju í føroyskum øki við gott 16 kg fyri liturin. Í 2021 var føroyska økið, har mesta veiðan var fingin fyri hvønn litur, meðan í 2022 og 2023 var besta økið í mun til oljunýtslu aftur íslendskt øki. Í bæði 2022 og 2023 fingust fleiri kilo fyri hvønn litur í NEAFC økinum enn í føroyskum øki, tá ávikavist 10 og 14 kilo fingust fyri hvønn litur av olju í mun til 9,5 og 8,3 krónur fyri hvønn litur av olju í føroyskum øki.  

Eins og við makrelinum ber til at greina veiðuna fyri hvønn tíma út frá tímateljarunum umborð á skipunum. Verður hugt at veiðuni fyri hvønn tíma, líkist mynstrið sera nógv mynstrinum fyri oljunýtsluna. Nógv mesta veiðan um tíman fekst í 2019, tá hon var 18 tons um tíman í íslendskum øki. Eisini fekst mest sild um tíman í íslendskum øki í 2022, meðan í 2021 var føroyskt øki besta veiðiøkið í mun til veiðu fyri hvønn tíma við 12,7 tonsum um tíman, og í 2023 var tað NEAFC við omanfyri 13,3 tonsum fyri hvønn tíma.

Myndin niðanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju. Har sæst, at avreiðingarvirðið fyri liturin var størst fyri veiðu í íslendskum sjógvi í 2019, 2022 og 2023, tá tað var ávikavist 99, 83 og 97 krónur. Í 2021 fingu skipini størsta virðið fyri hvønn liturin í føroyskum øki, tá virðið var 72 krónur fyri liturin av olju. Í 2022 og 2023 lá NEAFC øki nakað væl hægri enn føroyska økið, við einum avreiðingarvirði fyri liturin av olju á 50-76 krónum, í mun til eitt avreiðingarvirðið fyri liturin av olju á 34-39 krónur í føroyskum øki.

Verður hugt at myndini niðanfyri til høgru, sum vísir avreiðingarprís fyri hvørt kilo fyri hvørt veiðiøki sæst, at avreiðingarprísurin hevur ligið millum 3,6 og 5,6 krónur alt tíðarskeiðið.

Verður hugt at teimum ymsu økjunum sæst, at í 2019 og 2021 var tað íslendskt øki, ið gav hægst avreiðingarprís fyri hvørt kilo við ávikavist 3,95 krónum og 5,07 krónum, meðan í 2022 var NEAFC øki við 5 krónum, og í 2023 íslendska økið við einum avreiðingarprísi á 5,64 krónum, sum gav hægsta avreiðingarprísin. Á myndini sæst at hægsti avreiðingarprísurin fyri hvørt kilo hesi árini er fingin í 2023.

Í 2023 var tað sildafiskiskapurin í íslendskum øki, ið gav størstu nøgd fyri hvønn litur av olju, hægsta avreiðingarvirði fyri hvønn litur og hægsta avreiðingarprís fyri hvørt kilo, meðan sildafiskiskapurin í NEAFC gav størstu avreiðingarnøgdina fyri hvønn tíma.

Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Samanumtikið kann sigast, at fiskiskapurin eftir sild sum heild tykist vera best í íslendskum øki í 2019, 2022 og 2023, bæði mált uppá effektivan fiskiskap og uppá virði av veiðuni. Harafturímóti var føroyski landgrunnurin bestur í 2021 í øllum uttan avreiðingarprísinum fyri hvørt kilo.

Avreiðingarprísur á sild býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir svartkjafti

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir svartkjafti býttur á øki

Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Avreiðingarvirði á svartkjafti fyri hvønn litur av olju býtt á øki

Av teimum fýra uppsjóvarfiskasløgunum er tað svartkjaftur sum hevur hægstu avreiðingarnøgdirnar. Frá 2022 til 2023 eru avreiðingarnøgdirnar øktar frá 222 túsund tonsum upp til meira enn 401 túsund tons.

Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti yvir árið og øki, sæst, at nógv størsti parturin av fiskiskapinum eftir svartkjafti er í føroyskum øki. Nakað av veiðu hevur verið í NEAFC og í íslendskum øki og fram til apríl mánaða í 2020 var veiða eisini í ES øki.

Nakað av fiskiskapi eftir svartkjafti er vanliga um ársskiftið, men veiðan er størst seint á várið - um mai mánaða. Í 2023 er meginparturin av allari veiðuni í føroyskum øki. Svartkjaftaveiðan í føroyskum øki er áleið tann sama í januar og apríl-mai mánaða. Umframt veiðuna í føroyskum øki er eisini nakað av veiðu í NEAFC og seinni uppá árið er eisini nakað av veiðu í íslendskum øki. .

Av teimum fýra uppsjóvarfiskasløgunum er tað svartkjaftur, sum hevur hægstu avreiðingarnøgdirnar. Frá 2022 til 2023 eru avreiðingarnøgdirnar øktar frá 222 túsund tonsum upp til meira enn 401 túsund tons.

Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti yvir árið og øki, sæst, at nógv størsti parturin av fiskiskapinum eftir svartkjafti er í føroyskum øki. Nakað av veiðu hevur verið í NEAFC og í íslendskum øki og fram til apríl mánaða í 2020 var veiða eisini í ES øki.

Nakað av fiskiskapi eftir svartkjafti er vanliga um ársskiftið, men veiðan er størst seint á vári – um mai mánaða. Í 2023 er meginparturin av allari veiðuni í føroyskum øki. Svartkjaftaveiðan í føroyskum øki er áleið tann sama í januar og apríl-mai mánaða. Umframt veiðuna í føroyskum øki er eisini nakað av veiðu í NEAFC, og seinni uppá árið er eisini nakað av veiðu í íslendskum øki.

Tá ið talan er um svartkjaft, fæst ofta nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Myndin til vinstru vísir, at veiðan lá um 17 kilo fyri hvønn litur av olju í 2023. Í 2022 var veiðan fyri hvønn litur hægst við knøppum 22 kilo fyri hvønn litur av olju, og árini fyri lá hon nakað lægri í øllum økjunum. Sostatt fáast fleiri kilo fyri hvønn litur av olju, tá talan er um svartkjaft enn fyri sild – og væl meira enn fyri makrel.

Sum áður nevnt, er oljunýtslan tætt knýtt at fiskiskapinum. Hyggja vit so eftir veiðuni fyri hvønn tíma, sæst, at í 2022 var fiskiskapurin serstakliga góður, og beint undir 20 tons vóru veidd fyri hvønn tíma í føroyskum øki, og í 2023 var talið nakað lægri, men kortini upp ímóti 17 tonsum fyri hvønn tíma. Í 2023 var svartkjaftur einans veiddur í føroyskum øki. Miðal veidda nøgdin um tíman hevur ligið á 15 tonsum í føroyskum øki hesi árini og á 11,6 tonsum í NEAFC.

Myndirnar niðanfyri viðgera avreiðingarvirðið. Til vinstru sæst avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju fyri árini 2019 og 2021-2023. Seinastu tvey árini hevur veiða einans verið í føroyskum øki, og var avreiðingarvirðið fyri hvønn litur hitt hægsta í 2022. Í 2023 var avreiðingarvirðið í føroyskum øki eitt vet lægri, men tað tó um um 38 krónur fyri hvønn litur í mun til 47 krónur árið fyri. Hini bæði árini hevur tað ligið um 20-30 krónur fyri hvønn litur av olju.

Um hugt verður eftir avreiðingarprísinum á myndini til høgru sæst, at prísurin fyri hvørt kilo ongantíð hevur verið so høgur sum í 2023, tá hann lá omanfyri 2,28 krónur. Annars lá avreiðingarprísurin hini árini millum slakar 1,50 og 2,21 krónur fyri hvørt kilo. Sostatt má sigast, at fiskiskapurin eftir svartkjafti, bæði í nøgd og virði, sær út til at hava hilnast serstakliga væl í 2023. Øll árini hevur avreiðingarprísurin verið hægstur í føroyskum øki.

Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Avreiðingarprísur á svartkjafti býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir lodnu

Fiskiskapur eftir lodnu í nøgd í mun til tímatal

Fiskiskapur eftir lodnu í virði í mun til litrar av olju

Fiskiskapurin eftir lodnu fer bert fram í íslendskum sjógvi.

Avreiðingarnøgdin er minkað nakað frá 2022 til 2023, og somuleiðis avreiðingarvirðið. Í 2021 og 2022 lá veiðan um 10 kg fyri hvønn litur av olju, men í 2023 øktiskt hon uppí sløk 16 kilo.

Verður hugt eftir veiðuni fyri hvønn tíma, er tað áhugavert at leggja til merkis, at fiskiskapurin fyri hvønn tíma er vorðin betur ár fyri ár. Veiðan fyri hvønn tíma farin frá 6,5 tonsum í 2021, til sløk 10 tons í 2022 og upp í 11,7 tons í 2023.  

Verður hugt eftir avreiðingarvirðinum fyri hvønn litur sæst, at hetta lá um 113 krónur fyri hvønn litur av olju í 2021, meðan tilsvarandi virðið fór niður í helvt í 2022 og hækkaði nakað aftur í 2023 uppá 86 krónur. Orsøkin til hetta sæst, tá ið hugt verður eftir avreiðingarprísinum á lodnu (myndin niðanfyri longst til høgru). Prísurin í 2021 var beint niðanfyri 12 krónur, og umleið 6 krónur í 2022, og hann fór enn longur niður í 2023, tá avreiðingarprísurin var 5,5 krónur fyri hvørt kilo.

Samanumtikið tykist fiskiskapurin eftir lodnu at hava gingið betur í 2023 enn í 2022 við tað at størri nøgd fekst fyri hvønn litur av olju, fleiri kilo fyri hvønn tíma og hægri avreiðingarvirði fyri hvønn litur, men samstundis var avreiðingarprísurin lægri, soleiðis at virðið av veiðuni fyri hvørt kilo var eitt vet lægri í 2023 í mun til 2022.

Fiskiskapur eftir lodnu í nøgd í mun til litrar av olju

Avreiðingarprísur á lodnu

Samanberingar og samanumtøka av uppsjóvarfiskiskapi

Vit hava nú fingið eina mynd av oljunýtsluni í mun til fiskiskapin eftir ymisku uppsjóvarfiskasløgunum. Um vit samanbera veiðuna fyri hvønn litur av fiski í ymisku fiskasløgunum so sæst, at í 2019 vóru tað sild og makrelur, sum góvu størstu úrtøkuna fyri hvønn litur av olju, umleið 19 kilo fyri hvønn litur av olju, meðan svartkjafturin lá um 16 kilo fyri liturin. Við øðrum orðum vóru tað silda- og makrelfiskiskapurin sum brúktu minst olju til hvørt kilo av fiski. Í 2021 fekst ikki nær so nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Umleið 12 kilo fyri svartkjaft og sild, meðan veiðan av makreli var bert sløk 5 kg fyri hvønn litur av olju. Í 2022 var veiðan fyri hvønn litur av olju av svartkjafti serstakliga góð – yvir 21 kilo. Tilsvarandi talið fyri sild var smá 13 kilo, meðan tað var umleið 10 kilo fyri liturin fyri lodnu, og smá 6 kilo fyri makrel. Í 2023 gav svartkjaftur størst úrtøku fyri hvønn litur av olju, umleið 17 kilo fyri liturin, meðan lodnan gav 15,7 kilo fyri hvønn litur av olju, sildin 13 kilo fyri liturin og makrelurin 7 kilo fyri hvønn litur.

2019 var einasta árið, tá fiskað var eftir makreli í bretskum sjógvi, og her er ein greið ábending um, at hesin fiskiskapurin er munandi meira orkuvinarligur enn makrelfiskiskapurin í hinum økjunum. Tó so, er hetta bert tøl fyri eitt ár, og tískil hevði verið gott at hugt eftir hesum mynstrinum aftur í tíð, fyri at síggja í hvønn mun hetta ger seg galdandi yvir eitt longri tíðarskeið. Frá 2022 til 2023 er veiðan í kilo fyri hvønn tíma økt fyri øll fiskasløgini uttan svartkjaft, og tað er svartkjaftafiskiskapurin, sum fær størstu nøgdina um tíman við umleið 16,7 tonsum í 2023.

Veiða í kg fyri hvønn litur av olju

Avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju

Makrelur

Svartkjaftur

Veiða í kg fyri hvønn tíma

Avreiðingarprísir

Tá ið avreiðingarvirðini av ymisku fiskasløgunum vera sammett í mun til hvønn litur av olju sæst, at tað er makrelur, ið hevur nógv tað størsta avreiðingarvirðið á omanfyri 140 krónur fyri hvønn litur. Hetta var í 2019 og er sjálvandi eitt úrslit av góða fiskiskapinum sum var í 2019. Taka vit 2019 burturúr og hyggja nærri eftir seinastu árunum, so hava sildin og lodnan givið størri úrtøku í mun til litrarnar av olju enn makrelurin, og í 2022 var svartkjafturin eisini omanfyri makrelin. Vanliga mynstrið, við at makrelurin er besta uppsjóvarfiskaslagið, tykist møguliga at vera broytt. Í 2023 var tað lodnan, sum hevði hægsta avreiðingarvirðið á 86,4 krónur fyri hvønn litur av olju, og sildin hevði eitt avreiðingarvirði á 67,6 krónur fyri hvønn litur, makrelurin eitt virði á 45,5 krónur, og svartkjafturin hevði lægsta avreiðingarvirðið á 38,9 krónur fyri hvønn litur av olju.

Samanbera vit avreiðingarprísirnar á ymisku fiskasløgunum sæst, at tað serliga eru lodnan og makrelurin, ið hava høgt avreiðingarvirði fyri hvørt kilo, meðan sildin hevur nakað lægri prís, og svartkjafturin hevur vanliga nógv tann lægsta prísin. Í 2023 hevði makrelurin størsta avreiðingarprísin á 6,18 krónur fyri hvørt kilo, meðan lodnan og sildin lógu um 5,2-5,5 krónur fyri hvørt kilo. Avreiðingarprísurin fyri svartkjaft lá um 2,3 krónur fyri hvørt kilo.

Veidd nøgd í kilo fyri hvønn litur av olju per túr í 2022 og 2023

Sild

Lodna

Útgreinaðu hagtølini á túrarnar hjá uppsjóvarskipunum gera tað møguligt, at hyggja at hvussu spjaðingin er á oljunýtsluni fyri ymsu túrarnar. Summir túrar hilnast væl við góðum fiskiskapi, meðan aðrir hilnast minni væl.

Veidda nøgdin av makreli fyri hvønn litur av olju vísir okkum, at fiskiskapurin á teimum flestu túrunum í 2023 var undir 5 kilo fyri hvønn litur av olju, við tað at 96 av 118 túrum vóru í bólkinum 0-5 kg/ltr. Tað vil siga at góð 81% av túrunum vóru í hesum bólkinum. 17 túrar vóru í bólkinum 6-10 kg/ltr og 4 túrar vóru í bólkinum 11-15 kg/ltr og 1 túrur í ávikavist 16-20 kg/ltr og 31-35 kg/ltr. Hetta merkir, at spjaðingin í makrelfiskiskapinum var lítil samanborið við fiskiskapin eftir hinum fiskisløgunum.

Sildin hevði munandi størri spjaðing við tað at 26 av teimum 55 túrunum, svarandi til 47%, lógu í bólkinum 0-5 kg/ltr. Restin vóru spjaddir rímiliga javnt út og heili 9 túrar vóru, har fiskiskapurin lá omanfyri 21 kilo fyri liturin.

Størst spjaðing sæst fyri svartkjaftin. Av teimum 63 túrunum lógu 8 túrar í bólkinum 0-5 kg/ltr og 6-10 kg/ltr. Flest túrar lógu í bólkinum 11-15 kg/ltr, ið svarar til 25% av øllum túrunum, meðan 21% av túrunum vóru í bólkinum 16-20 kg/ltr. 11 túrar liggja omanfyri 26 kg fyri hvønn litur.

18 túrar vóru eftir lodnu, harav 5 í bólkinum 0-5 kg/ltr, 6 túrar í bólkinum 6-10 kg/ltr og 5 túrar í bólkinum 11-15 kg/ltr. Tveir túrar góvu omanfyri 15 kilo fyri hvønn litur av olju.

Frágreiðing um lóg um sjófeingi

Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur. Niðanfyri verður nakað av innihaldinum endurgivið.

Innihaldið í frágreiðingini:

  1. Løgtingslóg um sjófeingi. Hvat er sett í verk? Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðnum fyri 1. februar 2024.

  2. Hagtøl um fiskiveiðu.

  3. Uppboðssølurættindi, menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

  4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi.

  5. Vørn: Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit.

  6. Havstovan: Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum.

  7. Landsstýrismaðurin: Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja?

Í hesi ársfrágreiðingini hjá Sjókovanum verða nøkur punkt úr frágreiðingini borin fram.

Nakað av tí, sum bleiv sett í verk. Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðnum fyri 1. februar 2024

  • Í desembur 2023 vóru broytingar í brúkstreytini fyri avhending av rættindum og í brúksskylduni í Sjófeingislógini.

  • Gildiskoman var útsett við einum ári, og merkir hetta, at brúkstreytin fær týdning fyri avhendingar í 2025. Fyri at kunna avhenda t.d. fiskidagar í 2025, skulu í minsta lagi 60 prosent vera brúkt í 2024.

  • Heimild er sett inn at geva undantak frá brúkstreytini fyri eitt fiskiár í senn. Hugsað verður her t.d. um støður, har heildarkvotur í nøgd eru somikið lítlar, at grundarlag ikki er fyri rakstri hjá øllum fiskiførunum í bólkinum.

  • Undantakið fyri brúkstreytini, sum áður hevur verið fyri svartkjaft, sild og makrel, fevnir nú einans um makrel.

  • Broytingin hevur strikað ásetingina um, at tá egnir fiskidagar ella árskvota ikki er brúkt við meira enn 30%, fellur munurin millum 30% og tað, sum er brúkt, aftur til landið.

  • Hevur eitt fiskifar við veiðiloyvi ikki verið til vinnuligan fiskiskap í tvey ár á rað, falla øll veiðirættindini hjá skipinum aftur til landið. Um talan er um eitt fiskifar, ið als ikki hevur avreitt, falla øll veiðirættindini aftur. Um talan er um ávíst fiskiloyvi, verður tað rætturin til hetta fiskiloyvið, sum fellur aftur til landið.

  • Fiskiloyvi og veiðirættindi hjá útróðrarbátum undir 15 tons eru undantikin brúksskyldu.

    Endurbyggingarætlan fyri tosk

  • Ongantíð áður hevur støðan hjá toskastovninum verið so vánalig, og gýtingarstovnurin er komin niður um ásetta minstamarkið.

  • Umsitingarætlanin, sum var grundarlagið undir áseting av fiskidøgum í 2021, 2022 og 2023, er endurskoðað í vetur, so hon betri leggur upp fyri, tá toskastovnurin á landgrunninum er mettur at vera illa fyri.

  • Broytingin ber í sær, at veiðireglan í umsitingarætlanini nú er í tveimum: Ein langtíðarveiðiregla og ein endurbyggingarætlan. Veiðireglan er broytt soleiðis, at eitt nýtt niðara vandamark er sett inn afturat fyri gýtingarstovnarnar. Um ein ella fleiri av gýtingarstovnunum eru mettir at vera niðan fyri hetta vandamarkið, skulu serlig verjutiltøk setast í verk, og dagatalið skerjast við meiri enn teimum fimm prosentunum, sum eru í langtíðarveiðiregluni.

  • Endurbyggingarætlanin er í fyrstu atløgu bert galdandi fyri 2024 og skal endurskoðast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025.

Botnfiskur á Føroyabanka í 2023

  • Føroyabanki varð friðaður fyri øllum vinnuligum fiskiskapi í 2008, tó so, at loyvt hevur verið útróðrarbátum at royna eftir botnfiski í avmarkað dagatal við snellu, snøri ella tráðu. Í 2022 varð gjørt av, at víðka skipanina í vinnuliga fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka. Í 2023 varð hetta broytt og býtti fiskidagarnar øðrvísi millum bólkarnar.

  • Ein onnur broyting var, at línuskip bara kundu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.

  • Í 2023 sluppu bara teir vinnuliga virknastu bátarnir á Bankan, og bátarnir royndu undir eini skipan við felags fiskidøgum við hámarki fyri hvønn bát.

  • Uppgerðin hjá Vørn vísir, at fiskað vóru tilsamans 1.718 tons av botnfiski á Føroyabanka í 2023. Lutfalsliga varð mest veitt av toski (52,8%), hýsu (27,6%) og longu (12,7%). Samlaða avreiðingarvirðið á teimum 1.718 tonsunum av botnfiski var 42,3 mió. kr.

    Skipanin av makreli í bólkar og loyvi til heimaflotan

  • Sambært makrelkunngerðini í 2023 vóru 29.686 tons av makreli tillutaði heimaflotanum. Hetta eru 22,4% av samlaðu tøku kvotuni til føroysk skip. Við einum settum avreiðingarprísi upp á 7 kr./kg er samlaða avreiðingarvirðið av makrelkvotunum til heimaflotan umleið 208 mió. kr.

    Felagskvota av makreli í 2023

  • Í makrelkunngerðini fyri 2023 var avgerð tikin um at skipa part av kvotuni sum felagskvota við hámarki. Talan var um 55.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022, sum varð flutt til at vera fiskað í 2023. Øll skip, sum høvdu makrelrættindi í 2023, fingu loyvi at fiska av felagskvotuni treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, vóru fiskaðar. Endamálið við hesi skipan var at stuðla undir, at óbrúkt kvota frá 2022 varð fiskað, og eydnaðist hetta væl. Felagskvotan í 2023 var at kalla uppfiskað.

Yvirlit yvir fiskirættindi í fiskivinnuni

  • Vørn og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hava gjørt eitt yvirlit yvir fiskirættindi í 2023. Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:

1. Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar? Tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum í 2023.

2. Feløg. Hvørji feløg høvdu rætt til fiskirættindi í einstøku bólkunum?

3. Skip og bátar. At hvørjum skipum ella bátum hava feløgini knýtt rættindini?

Yvirlit yvir ognarviðurskiftini í fiskiskipaflotanum

  • Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við Vørn gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023. Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar. Yvirlitið fer at verða dagført á hvørjum ári.

Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi

  • Føroyar gjørdu avtalur um at fáa rættindi at veiða kvotur hjá Íslandi, Grøndlandi, Noreg, Bretlandi og Russlandi í býti við kvotur í føroyskum sjógvi.

  • Eingin fiskiveiðiavtala hevur verið við ES síðan 2020. Samskifti er tó áhaldandi millum partarnar um møguleikar fyri framtíðar samstarvi.

  • Føroyska kvotan av makreli í 2023 var 153.285 tons, av svartkjafti 483.042 tons og av norðhavssild 112.713 tons. Føroysku kvoturnar í 2024 eru fyribils settar til: makrelur 65.000 tons, svartkjaftur 400.000 tons og norðhavssild 40.000 tons.

Vørn: Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit

  • Tað, at bretar nú eru uttan fyri ES, og at Bretland tískil er komið afturat teimum pørtum, ið Vørn skal samstarva við, krevur eisini orku hjá Vørn. Tær loysnirnar, ið Vørn áður hevði saman við ES, kunnu ikki altíð brúkast í samstarvinum við bretar.

  • Bretar hava sagt seg vera áhugaðar at samstarva um eina skipan við elektroniskum veiðifráboðanum, ið er lík eini skipan, ið NEAFC mælir til, at øll limalond fara undir at brúka um eini tvey ár.

  • Kravið, um at øll veiða skal um føroyskan bryggjukant, økir um virksemið í Føroyum og harvið eisini kravið til eftirlitið á landi.

  • Føroyar hava bundið seg til at hava eftirlit við 5% av landingum og 7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski.

  • Í 2023, vóru 2 eftirlitsfólk og 2 eygleiðarar settir í starv, men enn er neyðugt í ávísan mun a nýta manningar á Brimli og Tjaldrinum at gera kanningar á landi.

  • Í 2023 fekk Vørn heimild at seta eygleiðarar umborð á øll føroysk fiskiskip, og ikki einans til ávísan fiskiskap, sum áður.

  • Eftirlit til sjós, er avmarkað virksemi, vegna vantandi játtan til tvær manningar og grundað á m.a. tekniskar avbjóðingar og aðrar trupulleikar, ið standast av, at skipið er so gamalt.

  • Føroyar hava, í avtalu við NAFO og NEAFC, bundið seg til at hava eftirlitsskip í altjóða sjógvi í ávís tíðarskeið, tá nógv virksemi er í økinum. Avbjóðingar við Tjaldrium, og at Brimil, umframt at vera einasta eftirlitsskipið í fullari drift, eisini er partur av tilbúgving Føroya, tá ræður um leiting og bjarging á sjónum, ger, at vit ikki megna at halda hesar ásetingar, tí Vørn hvørki metir tað vera møguligt ella forsvarligt at senda eftirlitsskipini til hesar uppgávur undir verandi fyritreytum.

Havstovan: Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum

  • Longa: Gýtingarstovnurin er øktur seinastu mongu árini, men eftir 2020 er gýtingarstovnurin tó nógv minkaður, soleiðis at hann í 2022 var komin niður á 15 túsund tons og í 2023 niður á 10 túsund tons. Hetta er tí, at tilgongdin hevur svikið seinastu árini. Veiðitrýstið er oman fyri burðardygga veiðitrýstið, sum ICES hevur ásett. Veiðan í 2024 er mett til umleið 3 túsund tons við verandi veiðitrýsti og kemur væntandi at minka enn meira í 2025. Longa er formliga ikki ein partur av umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum, men verður fiskað sum hjáveiða. ICES hevur mælt til, at tað ikki verður fiskað nakað av longu í 2024.

  • Gulllaksur: Gýtingarstovnurin hevur verið støðugur í fleiri ár og var í 2023 mettur til 103 túsund tons. Veiðan í 2024 er mett til 17 túsund tons við verandi veiðitrýsti. Veiðitrýstið er niðan fyri burðardygga veiðitrýstið, sum ICES hevur ásett, og ICES mælti til eina veiðu í 2024 á 17.695 tons. Veiðan eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi er skipað við eini serstakari kvotuskipan, og hevur kvotan í fleiri ár verið 11.700 tons.

Landsstýrismaðurin: Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja?

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at “Ríkidømið í havinum skal umsitast skynsamt og burðardygt (...og) skal umsitast soleiðis, at tað skapar virði, menning og framburð kring landið, og at virðini koma fólkinum til góða.” Hetta er eisini høvuðsgrundarlagið undir fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni.

Í 2023 fiskaðu føroysk skip góð 775.000 tons av fiski, og var samlaða avreiðingarvirðið omanfyri 4 milliardir krónur. Hvørt ár verða stór virðir úr havinum gagnnýtt til frama fyri alt samfelagið. Nøgdirnar eru skiftandi frá einum ári til annað, og tað liggur stór ábyrgd á okkum øllum, bæði politiska myndugleikanum og vinnuni at tryggja, at sum mest fæst burturúr fiskivinnuni.

  • Virðisøking í fiskivinnuni er ein av týðandi tættunum í fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, og í samsvari við samgonguskjalið er gongd sett á arbeiðið at eggja vinnuni til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið. Umframt at varpa ljós á nýskapan og virðisøking, so fevnir ítøkiliga arbeiðið m.a. eisini um eina eftirmeting av skipanini av Fiskivinnuroyndum og Fiskivinnugransking, samstundis sum nýggjar skipanir fyri gransking og menning innan fiskivinnuna verða raðfestar og skipaðar.

  • Burðardygg gagnnýtsla av tilfeinginum úr havinum er annar týðandi táttur í fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er álvarslig, og av somu orsøk er sett á skrá at fremja átøk, sum skulu virka fyri, at toskastovnurin skal koma fyri seg aftur. Stovnsrøktarátøkini skulu síggjast sum ein íløga í framtíðina, sum eisini hevur búskaparligan týdning fyri vinnuna og samfelagið.

  • Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða reglurnar um miðsavning í fiskivinnuni til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum. Ein liður í hesum arbeiði er at lýsa, hvussu ognarviðurskiftini eru í vinnuni, og hvør hevur rættin at gagnnýta fiskirættindini undir Føroyum og uttan fyri Føroyar. Í oktober 2023 kom útgávan “Ognaryvirlit”, og í februar 2024 útgávan “Fiskirættindi 2023”, sum er týðandi grundarlag undir framhaldandi viðgerð av spurninginum um miðsavning í fiskivinnuni.

  • Samgongan hevur sett sær fyri, at aktørarnir í uppsjóvarvinnuni skulu javnsetast, tá føroysku kvoturnar lækka ella hækka. Tí er farið undir at fyrireika lógarbroytingar, soleiðis at allir rættindahavarar í uppsjóvarvinnuni eru javnsettir og undir somu treytum í lógini. Ætlaðu broytingarnar stuðla samstundis undir, at skipanin við útluting av uppsjóvarkvotum verður einfaldari, gjøgnumskygdari og lættari at umsita.

  • Tørvurin á einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipi fyri Tjaldrið verður alsamt meira átrokandi. Fyri at kunna røkja altjóða eftirlitsskyldur, at hava eina sterka tilbúgving og kunna veita neyðstøddum hjálp á stóra havøkinum kring Føroyar, er neyðugt at hava tvey virkin skip til endamálið. Farið verður í næstum undir at fyrireika at byggja ella útvega skip ístaðin fyri Tjaldrið.

Keldur og tilvísingar

Myndir

  • Høvuðsevnir í ársfrágreiðingini 2023: James Currie Photography

  • Avreiðingar: Sjókovin

  • Útlutningur av fiskavørum: James Currie Photography 

  • Útlutningur og marknaðaratgongd: Vinnuhúsið.

  • Hvussu verður fiskurin virkaður: Varðin pelagic

  • Løntakarar í fiskivinnuni: Vaðhorn  

  • Mynd av toski: in.fo. Leinkja: https://www.in.fo/news-detail/bradtidindi-vit-skulu-gevast-at-fiska-tosk-undir-foeroyum

  • Finnur Fríði: Varðin.fo  

  • Oljudálking: John Rourke - Unsplash.com 

  • Makrelur: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of Scomber scombrus - Atlantic mackerel

  • Sild: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea Harengus - Atlantic Herring

  • Svartkjaftur:  © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea Harengus - Blue Whiting

  • Lodna: Marz seafood

Keldur

Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2020. 2021. Leinkja: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2020 

European Council of European Union. 2023. EU sanctions against Russia explained. Tøk á https://www.consilium.europa.eu/en/policies/sanctions/restrictive-measures-against-russia-over-ukraine/sanctions-against-russia-explained/

Fiskimálaráðið. 2024. Frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi. Tøk á https://www.logting.fo/documents/61480

Fiskimálaráðið. 2024. Fiskiveiðiavtalur. Leinkja:  https://www.fisk.fo/fo/kunning/fiskiveidiavtalur/ 

Hagstova Føroya. Leinkja: http://www.hagstova.fo

Havsbrún. Leinkja: https://www.havsbrun.fo/

Havstovan 2023: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Leinkja: https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=1103&Itemid=336

ICES. 2022. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, cod.27.5b1, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772368

ICES. 2023. Blue whiting (Micromesistius poutassou) in subareas 1-9, 12, and 14 (Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2023. ICES Advice 2023, whb.27.1-91214. https://doi.org/10.17895/ices.advice.21856554

ICES. 2023. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2023. ICES Advice 2023, had.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.21907938

ICES. 2023. Herring (Clupea harengus) in subareas 1, 2, 5 and divisions 4.a and 14.a, Norwegian spring-spawning herring (the Northeast Atlantic and Arctic Ocean). In Report of the ICES Advisory Committee, 2023. ICES Advice 2023, her.27.1-24a514a. https://doi.org/10.17895/ices.advice.21856509

ICES. 2023. Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1-8 and 14 and division 9.a (the Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2023. ICES Advice 2023, mac.27.nea. https://doi.org/10.17895/ices.advice.21856533

ICES. 2023. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2023. ICES Advice 2023, pok.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.21975212

Sosialurin. info. 2022. Bráðtíðindi Vit skulu gevast at fiska tosk undir Føroyum. 29.11.2022. https://www.in.fo/news-detail/bradtidindi-vit-skulu-gevast-at-fiska-tosk-undir-foeroyum

Statistics Norway. Leinkja: https://www.ssb.no/en

Statistics Iceland. Leinkja: https://www.statice.is

Útlendingastovan. Leinkja: https://www.utlendingastovan.fo

Vørn - http://www.vorn.fo  

World Bank Blogs. Jun, 2022. Trade restrictions are inflaming the worst food crisis in a decade. Tøk á https://blogs.worldbank.org/en/voices/trade-restrictions-are-inflaming-worst-food-crisis-decade

World Trade Organization. 2022. Food security. Tøk á https://www.wto.org/english/tratop_e/agric_e/food_security_e.htm

Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina