Tiltak um Útflutning av vitan: Menning í veitaravinnunum hjá fiski- og alivinnuni

Ocean Cluster Faroes tiltak um Útflutning av vitan: Menning í veitaravinnunum hjá fiski- og alivinnuni varð í Bátasavninum mikudagin 11. mai.

Tøknilig menning hevur avgerandi týdning fyri framleidnisvøkstur í fiski- og alivinnuni. Í Føroyum eru fleiri spennandi fyritøkur, sum í gerandisdegnum leggja dent á at menna útgerð og tænastur til fiski- og alivinnuna við tí fyri eyga at betra um lønsemið. Tvær av hesum fyritøkunum eru JT Electric og Petur Larsen, sum hava víst í verki, at tær klára at kappast við stórar fyritøkur á altjóða marknaðinum. Tað, sum fyritøkurnar hava til felags, er, at tær í stóran mun byggja á vitan og hugflog hjá starvsfólkunum, og at tær arbeiða miðvíst og tilvitað við menning.

Á tiltakinum greiddi Suni E. Justinussen, stjóri á JT Electric, frá vørunum, tey hava ment. Hann tosaði um menningartilgongdina hjá fyritøkuni, og hvat er týdningarmikið at leggja dent á, tá ið arbeitt verður við menning, umframt møguleikar og avbjóðingar hesum viðvíkjandi. Síðani legði Robert Andreasen, menningarleiðari hjá Petur Larsen, fram um arbeiði og framtíðarætlanum við nýggju menningardeildini hjá Petur Larsen. Hann hugleiddi eisini um møguleikar og avbjóðingar sum eru fyri framman, umframt at hann greiddi frá menningini av konseptinum av nýggju flakamaskini, sum fyri kortum varð seld til Baader.

Eitt væleydnað tiltak sum endaði við drekkamunni og práti.

Previous
Previous

OCF tiltak um beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburð var mikudagin 8. juni

Next
Next

Strong Faroese Seafood Industry Facing a Rough Ride