OCF tiltak um beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburð var mikudagin 8. juni

Spennandi tiltak var mikudagin 8. juni í Bátasavninum í Leirvík. Á tiltakinum var beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburður umrøtt

Brúkarar gerast alsamt meira tilvitaðir um vørurnar teir keypa, og krøvini, sum verða sett til vørurnar um burðardygd, eru økjandi. Ein alsamt vaksandi partur av heimsins sjógæti er aldur, og stórir møguleikar eru at ala ‘nýggjar’ matvørur við lágum umhvørvisligum fótatraðki.

Á tiltakinum byrjaði Poul Martin Petersen, stjóri í Norðfra Danmark, at greiða frá royndunum hjá Norðfra at selja beinleiðis til brúkaran uttanlands. Hann hugleiddi um, hvat krevst at koma har til, umframt hvørjar framtíðarætlanir og avbjóðingar eru fyri framman. Hann greiddi m.a eisini frá krøvunum, sum brúkarin setur til vørurnar og fyritøkuna.

Síðani kom Juliana Arias, granskari í Sjókovanum, at greiða frá kanning um brúkarahugburð til aldan mat. Kanningin sum er gjørd í Aquavitae verkætlanini, gevur eitt gott innlit í, hvat brúkarar í Spania, Suðurafrika, Brasilia og USA hugsa um sjógæti - við serligum atliti at aldum vørum úr lágtrofiskum djóra- og plantusløgum.

Eftir tiltakið var drekkamunnur og prát.


Previous
Previous

Sjókovin hevur eftir umbøn skrivað frágreiðingina um ‘‘Havsins áratíggju’’

Next
Next

Tiltak um Útflutning av vitan: Menning í veitaravinnunum hjá fiski- og alivinnuni