Sjókovin hevur eftir umbøn skrivað frágreiðingina um ‘‘Havsins áratíggju’’

Unn Laksá frá Sjókovanum hevur eftir umbøn frá Granskingarráðnum skrivað frágreiðingina um Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (2021-2030). Granskingarráðið hevur síðan handað Føroya Landsstýrið frágreiðingina og harvið tilmæli um føroyska leiklutin í Havsins áratíggju.

Eitt sindur um Havsins áratíggju:

Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning’ (The United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development) fór av bakkastokki 1. januar 2021 og virkar til 2030. Havsins áratíggju snýr seg í stuttum um at seta í verk átøk innan havvísindi fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav.

Tað er altjóða havnevndin IOC (Intergovernmental Oceanographic Commission) undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju. Endamálið við Havsins áratíggju er at skapa felags karmar kring havvísindi, sum kunnu stuðla londum í at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030 (Agenda 2030). Stevnuskráin fyri burðardyggari menning hevur 17 høvuðsmál og 169 undirmál, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2015-2030. Ætlanin er, at hvørt landið sær skal røkka málunum við støði í egnum veruleika og raðfestingum.

Við Havsins áratíggju er dentur lagdur á Heimsmál 14 um lívið í havinum, sum í sjálvum sær er ein fortreyt fyri at røkka hinum heimsmálunum. Landsstýrið virkar fyri stevnuskránni Agenda 2030, og leggur dent á at tað er neyðugt at vit taka tøk í Føroyum og úti í heimi. Sí meira um tey 17 heimsmálini her. Havsins áratíggju gevur okkum ein einastandandi møguleika at byggja brúgv á markamótinum millum vísindi og politikk fyri at betra um umsitingina av havinum og strondum okkara til gagns fyri mannaættina. Havsins áratíggju fer at styrkja altjóða og tvørfakliga samstarvið, sum er neyðugt fyri at menna vísindaliga gransking og nýskapandi tøkni í havvísindum og harvið nøkta tørvir í samfelagnum. Fyri at fáa nýggj hugskot, loysnir og samstørv verður neyðugt, at umboð úr politisku skipanini, granskingarumhvørvi, vinnulívi, miðlum og áhugafelagsskapum taka lut.

Fyri at fáa havið, vit ynskja okkum, eru tíggju høvuðsavbjóðingar eyðmerktar. Hesar síggjast á myndini til høgru. Vert er at leggja til merkis, at talan er um stórar samfelagsligar avbjóðingar, sum krevja munandi broytingar í okkara umsiting av samfelag og tilfeingi.

Havsins áratíggju skal røkka sjey málum í 2030, sum skulu vera grundarlag undir burðardyggari menning. Í 2030 skulu vit hava:

1.     Eitt reint hav, hvørs dálkingarkeldur eru eyðmerktar og skerdar ella burturbeindar.

2.     Eitt sunt og mótstøðuført hav við vistskipanum, sum vit kenna, verja, endurbyggja og umsita.

3.     Eitt lønandi hav, sum veitir burðardyggar matvørur og er grundarlag undir einum burðardyggum havbúskapi.

4.     Eitt kent hav, sum samfelagið skilir og kann laga seg til so hvørt havumstøðurnar broytast.

5.     Eitt trygt hav, hvørs fólk og lívsgrundarlag eru vard fyri vandum úr havinum.

6.     Eitt atkomiligt hav við fríari og rættvísari atgongd til dátur, vitan, tøkni og nýskapan.

7. Eitt hugvekjandi og dragandi hav, sum samfelagið kennir og virðismetir sum grundarlag fyri góðum lívskorum og burðardyggari menning

Umboð fyri stovnar, fyritøkur og feløg hava verið við til innleiðandi samskifti og eru kunnaði ávegis um arbeiði við frágreiðingini. Við støði í frágreiðingini og arbeiðinum í grannalondunum mælir Granskingarráðið til, at:

1.     Landsstýrið tekur undir við hugsjón Havsins áratíggju og almennari føroyskari luttøku

2.     Uttanríkis- og mentamálaráðið setur eina tjóðarnevnd at skipa føroyska arbeiðið við umboðum fyri stjórnarráð, granskingarumhvørvið og aðrar viðkomandi partar

3.     Tjóðarnevndin skipar fyri verkstovum fyri at eyðmerkja viðkomandi granskingarvirksemi og semjast um, hvørji verandi og nýggj átøk kunnu gerast partur av Havsins áratíggju

4.     Avtala verður gjørd um fígging til arbeiðið hjá tjóðarnevndini við tilhoyrandi almennari fyrisiting og til nýggj átøk

5.     Ætlan verður løgd fyri føroyska arbeiðið 2022-2025

Øll frágreiðingin og tilmælið kann lesast her.

Previous
Previous

Vakstrarforum - Sjókovin hevur verið við í tveimum av arbeiðsbólkunum

Next
Next

OCF tiltak um beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburð var mikudagin 8. juni