Nýggj verkætlan: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi farin í gongd

Í december mánaði 2022 sendi Sjókovin saman við øðrum umsóknina: Smart-Fisk: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi inn til Fiskivinnugransking. Umsóknin er nú gingin á møti, og hettar merkir, at arbeiðið nú kann byrja. 

Høvuðsendamálið við verkætlanini er, at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri, at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum 

Komandi 3 árini fara reiðaríir saman við Sjókovanum, ið leiðir verkætlanina, at arbeiða við hvussu oljunýtslan kann minkast í fiskiskapinum.  

Tað er av alstórum týdningi at minka um oljunýtsluna hjá fiskiskipunum. Bæði av tí at oljan er sera týdningarmikil partur av samlaðu útreiðslunum og høgi oljuprísurin tyngir um raksturin hjá skipum og bátum, og tí, at Føroyar sum samfelag hava bundið seg til at minka um útlátið og fiskiflotin er ein týðandi partur av føroyska samlaða útlátinum. 

Eingi almenn útgreinaði tøl eru um oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi, men Sjókovin hevur seinastu árini, í tøttum samstarvi við reiðaríir, greinað oljunýtsluna í størstu skipabólkunum fyri árini 2019-2022.  

Verkætlanin byggir víðari uppá hetta arbeiðið, har farið verður undir at meira nágreiniliga skráseta og greina oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum, soleiðis at ítøkilig átøk kunnu roynast, mátast og at enda íverksetast fyri at minka um oljunýtsluna.  

Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum skal verkætlanin:

  1. lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Oljunýtslan verður skrásett og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna. 

  2. kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.  

  3. eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna. 

Við støði í punktum 1,2,3, at koma við ítøkiligum tilmælum um, hvussu oljunýtslan kann minka.   

Previous
Previous

Byrjanarfundur í SmartFisk

Next
Next

Sjókovin hevur luttikið í tvørfakliga arbeiðnum at gera eina ICES-frágreiðing um alivinnuna í Føroyum