Sjókovin hevur luttikið í tvørfakliga arbeiðnum at gera eina ICES-frágreiðing um alivinnuna í Føroyum

Aquaculture Overview røðin hjá ICES lýsir alivinnuna í ymiskum økjum. Hvørt overview er ein heildarmynd av alivinnuni í einum øki. Sum ein liður í hesi røð varð í mai 2022 ein tvørfakligur arbeiðsbólkur við serfrøðingum settur at gera eina heildarmynd av føroysku alivinnuni.

Í arbeiðsbólkinum vóru umboð frá føroyskum myndugleikum, ráðgevarar og granskarar við serkunnleika innan lív-, búskapar- og stjórnmálafrøði. Sjókovin luttøk í hesum arbeiði og hevði m.a. ábyrgdina av teimum samfelagsbúskaparligu greiningunum. Gunnvør Á Norði frá Fiskaaling P/F hevði leiðsluna av serfrøðingabólkinum og harumframt luttóku Heilsfrøðiliga starvsstovan, Umhvørvisstovan, Havstovan, og sp/f Avrik eisini í spennandi arbeiðinum at gera frágreiðingina.

Frágreiðingin lýsir føroysku alivinnuna í síni heild, bæði viðvíkjandi framleiðslu, lóggávu, umhvørvi og týdningin alivinnan hevur fyri føroyska samfelagið. Harvið er vitanin um alivinnu í Føroyum, sum áður var spjadd ímillum stovnar í ymsum frágreiðingum og vísindaligum greinum um alivinnu, nú samlað á einum stað.

ICES-frágreiðingin um føroysku alivinnuna er tann triðja í Aquaculture Overview-røðini. Tær fyrru útgávurnar lýsa ávikavist alivinnuna í Norðursjónum og Keltiska havinum.

Leinkja til frágreiðingina: Faroes ecoregion – Aquaculture Overview (figshare.com)

Slóð til frágreiðing frá arbeiðsbólkinum, ið Aquaculture Overview tekur støði í: Workshop on the Faroes Ecoregion Aquaculture Overview (WKFaroesAO) (figshare.com)

 

Previous
Previous

Nýggj verkætlan: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi farin í gongd

Next
Next

Sjókovin luttekur í stórari verkætlan um náttúrufyrisiting í stranda- og havøkjum, sum júst hevur fingið játtan frá Horizon Europe