Sjókovin luttekur í slóðbrótandi verkætlan um taravinnu við fígging frá Horizon Europe

Sjókovin er partur av samtaki við 25 altjóða fyritøkum og stovnum, sum hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe til verkætlan, sum skal rudda slóð fyri at vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara í Europa.

Verkætlanin kallast SeaMark og byrjar 1. juli 2022 og gongur yvir fýra ár.  Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. Millum annað verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast ístaðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast ístaðin fyri plastikk.

SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.

Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainforest leiðir og samskipar verkætlanina, og ætlanin er at menna framleiðsuførleikan av taraúrdráttum í Føroyum munandi. Tólv aðrar fyritøkur frá ymsum evropeiskum londum eru við í verkætlanini. Teirra millum eru fyritøkur við áhuga fyri taraaling, og fyritøkur, sum framleiða burturúr tara. Aðrar fyritøkur eru eitt nú Carlsberg, Wattenfall og Algaia.

Tólv granskingarstovnar við nógvari tvørfakligari vitan eru eisini við í verkætlanini. Sjókovin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini. Sjókovin hevur m.a. ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar. 

“Vit eru sera spent uppá at byrja hesa spennandi verkætlanini, saman við nøkrum av teimum í oddinum í taravinnu - og gransking í Evropa. Hendan verkætlanin verður uttan iva við til at loysa fleiri av avbjóðingunum, sum standa fyri framman í hesari nýggju taravinnuni”, sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum.

 

Previous
Previous

Strong Faroese Seafood Industry Facing a Rough Ride

Next
Next

Væleydnað tiltak um innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum