Væleydnað tiltak um innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum

Mikudagin 1. desember kl. 14 var fundur í Ocean Cluster Faroes, um hvussu data frá skipum betri kunnu nýtast bæði í fiskiskapi og granskingarhøpi. Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna eina rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi.

 

Fýra framløgur vóru á skránni, áðrenn kjakast varð um leiðina fram ímóti betri gagnnýtslu. Hjálmar Hátún legði fyri við at greiða frá, hvat hevur verið gjørt hesum viðvíkjandi, og hvørjir møguleikar eru at gagnnýta slíkt data. Hann vísti m.a. á, at hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking. Hann vísti á, hvussu rúgvismikið data er, sum longu nú er tøkt, men at í fyrstu atløgu er tørvur á, at hyggja nærri og skipa data betri, fyri at fáa veruliga nyttu úr datanum.

 

Jan Egholm frá Vikmar greiddi síðani frá drúgva arbeiðinum hjá Vikmar innanfyri hetta økið. Hann byrjaði at greiða frá upprunanum til arbeiðið til dagin í dag við Fishin.fo tænastuni. Hann vísti á hvørjir upplýsingar eru at fáa á síðuni, umframt hvørjir framtíðarmøguleikar eru at víðka um tænastuna, t.d. við at knýta elektroniskar veiðidagbøkur uppí. Ein fyrimunur við hesari skipanini er, at flest øll data eru beinleiðis, í mun til aðrar tænastur, so sum CATSAT. Hetta hevur stóran týdning, tí at til ber ikki at gera statisk kort yvir hita, tí at hann broytist so nógv. Hann greiddi frá treytunum at fáa atgongd, t.d. øll sum lata data, kunnu fáa data úr skipanini. At enda vísti hann á møguleikarnar at fáa beinleiðis biomassa frá skipum og at kortleggja fisk og fiskasløg við tøkni, so sum SeapiX.  

 

Jógvan í Dávastovu frá Smyril Line kom síðani inná samstarv um innsavnan av data umborð á Norrønu, og hvørjar avbjóðingar vóru. Hann vísti á søguna aftanfyri samstarvið, og greiddi frá endamálinum við mátingunum, sum vóru at máta havstreymin millum ísland, Føroyar og Skotlandsryggin, sum skuldu staðfesta, hvussu nógv av køldum havmassum floyma í Atlantshavið úr Polarhøvum, og hvussu nógvur heitur sjógvur floymir í ein landnyrðing norður í Polarhøvini. Tað var amerikanska National Science Foundation, sum stovnaði ‘The Norrøna Project’ í 2010. Hann greiddi frá, hvussu mátingarnar verða gjørdar, og avbjóðingunum við at fáa útgerðina at rigga umframt týdninginum av hesari innsavnanini, bæði tí at Norrøna siglir alt árið, umframt at hon siglir tvørturumNorðuratlantshavið. At enda nevndi Jógvan eisini, at Smyril Line hevur ein Continuous Plankton Recorder, men í løtuni verður hetta ikki brúkt, tí at pengar ikki eru til raksturin.

 

At enda greiddi Signar Heinsen frá Data Quality System frá, hvat tað inniber at góðskutryggja data. Hann vísti á, at føroyingar hava møguleika at leggja seg í oddin á hesum økinum bæði vinnuliga og í granskingarhøpi. Nakrar av avbjóðingunum í løtuni eru, at vit vita ikki heilt hvat verður mátað, at vit ikki hava dokumenterað instrument og uppsetingarsøguna, umframt at tað er veik ella eingin kalibrering og rudding av datanum. Signar vísti á, at vit kunnu fáa størri brúksnyttu við at gjøgnumganga alt datasettið, samanbera við aðrar mátingar og seta í verk eina góðskuskipan. Hann endaði við at siga at relatiónir – ella góð sambond millum partarnar – er grundleggjandi fyri góðskuna.

 

Aftaná var kjak, um hvørjir møguleikar eru at samstarva um datainnsavnan. Hjálmar vísti á, at data kemur í vísindaligar greinar, t.d. tá ‘Norrøna hevði funnið ein nýggjan streym’. Tosað varð um hvørjir umhvørvisparametrar hava ávirkan á fiskaútbreiðslu, og um hvussu leingi sildin hevði staðið í íslendskum sjógvi í ár. Kristian Martin Rasmussen vísti á, at hetta ikki var nakað nýtt, og at hetta eisini hendi fyri umleið 50 árum síðani. Møguliga var tað kaldi sjógvurin í økinum, sum gjørdi, at hon var verandi fyri at goyma uppá fitina. Hjálmar vísti á týdningin at fáa brúkt praktisku vitanina hjá teimum, sum hava royndir í fiskiskapi til at seta røttu spurningarnar og betri skilja sambandið millum umhvørvið og fiskaútreiðslu. Møguleikin at fáa fiskiflotan at samstarva um at seta út og taka upp útgerð var eisini umrøddur, og tað var væl móttikið, so leingi sum hetta ikki merkti at fara av fiski- ella siglingarleið. Eisini vóru spurningar um data, og hvussu hetta varð brúkt, og hvør fekk atgongd. Sjálvandi eiga skipini sítt data, men týdningarmikið er, at hesi viðurskifti eru greið. Eisini varð víst á, at rákið er soleiðis, at væntað verður, at data verður deilt við onnur í tann mun, tað letur seg gera.  Eisini vóru framtíðarútlitini nevnd í fiskiskapi. Hugsast kann, at um nøkur ár, fara siglandi dronur at leita eftir fiski, heldur enn skipini. Hetta fer sjálvandi at spara nógv um oljunýtsluna. Eisini var týdningurin av at kalibrera data umrøddur sum grundleggjandi, um data skal brúkast til gransking. Hjálmar vísti á, at ætlanin er at arbeiða víðari við hesum og søkja pengar frá granskingarráðnum, fyri at fara ígjøgnum hetta data og vita, hvør nytta er í tí. Ynskiligt er at gera verkætlanina í samstarvi við vinnuligar aktørar. Aftaná kjakið var kaffi, og prátið helt fram um framtíðarútlitini.

Framløgurnar frá tiltakinum kunnu takast niður her.

Previous
Previous

Sjókovin luttekur í slóðbrótandi verkætlan um taravinnu við fígging frá Horizon Europe

Next
Next

Undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu vunnið evropeiska silvurvirðisløn frá BELMA