Undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu vunnið evropeiska silvurvirðisløn frá BELMA

Á stórum tiltakið á netinum í dag varð greitt, at talgilda undirvísingartilfarið, sum Nám, Tøkni og Sjókovin hava latið úr hondum, hevur vunnið silvurvirðisløn frá BELMA. Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri BELMA, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award. Úrslitið verður vanliga kunngjørt á heimsins størstu bókamessu, sum er í Frankfurt 20.-24. Oktober, men í ár var handanin á netinum. Væl av fólki var saman í hølunum hjá Námi, har til bar at fylgja við stroymingi av tiltakinum.  

Undirvísingartilfarið var innstillað í bólki 3 (tilfar til aldursbólkarnar 12 – 17 ár) og í september varð greitt, at undirvísingartilfarið varð ein av 17 útgávum, sum vórðu valdar á úrvalslistan í bólki 3. Sjókovin hevur staðið fyri innihaldsliga partinum, Tøkni hevur ment KT pallin, og Nám hevur staðið fyri námsfrøðiliga partinum, umframt ritstjórnini.

Nakrar av grundgevingunum hjá dómsnevndini vóru, at talan er um sera fjølbroytt tilfar, sum stimbrar uppundir hugleiðandi og djúphugsandi læring, um sera viðkomandi evni. Eisini var nevnt, at tilfarið megnar at samantvinna lokal og altjóða perspektivir, við at taka støði í føroyskum viðurskiftum, meðan tað samstundis snýr seg um altjóða avbjóðingar, so sum veðurlagsbroytingar, og dálking. Niðanfyri síggjast nakrar av viðmerkingunum hjá dómsnevndini.  

 “The material has a large variety of informational texts, tasks, films, images and maps, offering the students many different learning opportunities”.

 “The material takes the Faroe Islands as a point of departure but expands the topics to global perspectives and emphasises sustainability and climate in a well-integrated way”

 “Well combined focus on specifics of the Faroe Islands fishing and salmon industry, with worldwide challenges connected to providing sustainable development in food supply, but also dealing with environmental problems and protection”

 “Rich and demanding content which is clearly structured regardless of the complexity of some parts; easy and accessible introduction to a new concept and new terms”

“Extremely beautiful photographs for each of the 8 areas and respective topics; illustrations and other visual aids support the text and textually based explanations; highly attractive videos provide added value”

Vit á Sjókovanum eru sera takksom fyri heiðurin, og vilja í hesum sambandi takka Námi og Tøkni fyri fyrimyndarliga samstarvið, umframt øllum teimum, sum hava givið sítt íkast til tilfarið, t.d. við at geva okkum loyvi at nýta myndir og filmar.

Tilfarið kann síggjast her

 

 

Previous
Previous

Væleydnað tiltak um innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum

Next
Next

Væleydnað tiltak um nýtt teldutøkt undirvísingartilfar til fólkaskúlan