Væleydnað tiltak um nýtt teldutøkt undirvísingartilfar til fólkaskúlan

Mánadagin 6. septembur 2021 kl. 14 skipaði Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki, har nýtt teldutøkt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu var lagt fram. Undirvísingartilfarið er eitt úrslit av einari samstarvsverkætlan millum Sjókovan, Nám og Tøkni.

Tiltakið var á Bátasavninum í Leirvík og fleiri enn 30 fólk frá ymiskum granskingar- og undirvísingarstovnum og fyritøkum møttu til tiltakið. 

Framløgan var í trimum pørtum. Rannvá Hansen frá Námi, ið hevur tikið sær av tí námsfrøðiliga partinum legði út við at greiða frá, hvussu verkætlanin var løgd til rættis og samstarvinum millum partarnar. Eisini greiddi hon frá, hvussu innihaldið í undirvísingartilfarinum er skipað og hvørjir arbeiðshættir verða nýttir í undirvísingartilfarinum. Síðani greiddi Ólavur Ellefsen frá Tøkni frá um tann tøkniliga partin av verkætlanini. Lagt var fram, hvussu tøkni kann verða nýtt í undirvísingarhøpi, um menningartilgongdina í hesi samstarvsverkætlanini og um ymsar teldutøkar læringsloysnir, ið Tøkni áður hava ment. Í triðja og seinasta partinum av framløguni var greitt nærri frá innihaldinum í undirvísingartilfarinum, ið Sjókovin hevur tikið sær av. Tað var Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, sum legði innhaldsliga partin av verkætlanini fram. Greitt var m.a. frá, hvussu teldutøka tilfarið er býtt upp í átta evni og hvussu tilfarið er skipað í bæði fleirvalauppgávur, skrivligar spurningar, samvirknar uppgávur, framløgur, spøl og aðrar arbeiðshættir. At enda var stuttfilmurin ‘’Pápi mín er fiskimaður’’, ið er framleiddur av Marine Stewardship Council, men føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina, sýndur.

Eftir tiltakið var ein drekkamunnur og prát, og høvi var hjá luttakarunum at síggja tekningar av djóra og plantusløgum í føroysku vistskipanini, sum Elisabet Maria Pálsdóttir, hevur gjørt í sambandi við tilfarið.

Heimasíðan við nýggja undirvísingartilfarinum kann síggjast við at trýsta á leinkjuna sjofeingi.fo og powerpoint framløgan kann takast niður her

Stuttfilmurin ‘’Pápi mín er fiskimaður’’ sæst á hesi leinkju

Previous
Previous

Undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu vunnið evropeiska silvurvirðisløn frá BELMA

Next
Next

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna