Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna

Hósdagin 22. Apríl 2021 kl. 9.30 skipaðu Fróðskaparsetur Føroya og Sjókovin í samstarvi um tiltakið at leggja fram Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2020.

Tiltakið var í Smæruni í Tórshavn, og fleiri enn 50 fólk úr granskingar- og undirvísingarstovnum, fiskivinnuni, bankum, grannskoðarum og politisku skipanini møttu til tiltakið.

Rektarin á Setrinum, Chik Collins, bjóðaði vælkomin. Hann hugleiddi um týdningin av størri samstarvi millum gransking og vinnu, og um týdningin at gera hagtøl lættari atkomulig fyri øll. Síðani greiddi Unn Laksá, Stjóri á Sjókovanum, frá upprunanum til Sjókovanum, áðrenn hon legði frágreiðingina fram. Síðani var prát og kaffi á skránni

Frágreiðingin sæst her á heimasíðuni hjá Sjókovanum. Upptøkurnar frá tiltakinum síggjast her.

Previous
Previous

Væleydnað tiltak um nýtt teldutøkt undirvísingartilfar til fólkaskúlan

Next
Next

Væleydnað tiltak um marknaðarviðurskifti og brúkaraatferð í Ocean Cluster Faroes