Væleydnað tiltak um marknaðarviðurskifti og brúkaraatferð í Ocean Cluster Faroes

Mikudagin 3. mars var aftur eitt tiltak á skránni hjá Ocean Cluster Faroes. Tiltakið var væl vitjað og umleið 40 fólk úr fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi, miðnámsskúlaundirvísing umframt landsfyrisitingini møttu. Niels Vinther, Ráðgevi í Vinnuhúsinum og nevndarformaður í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Hann nevndi, at ofta drukna søla og marknaðarviðurskifti í kjakinum um kvotur, fiskiskap og fiskaprísir. Hann vísti á stóru gagnligu ávirkanina, um vit bert kundu økt søluvirðið á føroyska fiskavøruútflutninginum við nøkrum prosentum. Tí er hetta fyrsta stigið hjá Ocean Cluster Faroes at seta fokus á evnið. Fleiri tiltøk innanfyri evni vera á skránni komandi árið.

Á skránni vóru tvær framløgur.

Themisstoklis Altintzoglou, frá norska granskingarstovninum Nofima, legði út við at greiða frá sínari gransking um brúkarahugburð og atferð. Hann legði út við at vísa á, at tað eru sera nógv og komplex viðurskifti sum ávirka brúkaraatferð.

  • Eitt av týdningarmiklastu atlitinum er um brúkaranum ‘dámar’ vøruna, ella um hann heldur hon smakkar væl. Gransking vísir, at tá brúkarin fer til handils, hugsar hann fyrst og fremst, um hann fer at njóta vøruna, áðrenn hann hugsar, um hon er heilsugóð ella burðardygg. Eisini er sera týdningarmikið at hava í huga, at um brúkarin hevur eina vánaliga uppliving av vøruni, so skapar tað eina andstygd ella mótvilja ómóti vøruni, og so er ósannlíkt, at hann roynir hana aftur.

  • Heilsa er eitt týdningarmikið atlit. Brúkarar vísa, at teir ‘ætla’ at keypa heilsugóðar vørur, men tað verður ikki altíð til veruligt keyp. Eisini vænta brúkarar, at um vøran er heilsugóð, so smakkar hon ikki so væl. Ungir brúkarar eru minni positivir yvirfyri heilsugóðum mati.

  • Eisini tosaði Themis um vørumenning, og at 70 – 90 av nýggjum vørum miseydnast, og tí er týdningarmikið at gera neyðuga fyrireikingararbeiðið og hava dirvi at taka stigið út á marknaðin. Eisini er sera týdningarmikið ikki at testa vøruna úti á marknaðinum.

  • Themis vísti eisini á gransking, sum vísti, at frystur fiskur fær betri skoðsmál í smakkiroyndum enn feskur fiskur, tá brúkarin ikki fær upplýsingar um hetta. Tá hann veit um fiskur er frystur ella feskur, fær sami feskur fiskur betri skoðsmál.

  • Eisini tosaði hann um brúkarahugburð til nýtslu av hjávørum, og vístí á týdningin av orðavali, t.d. hevur orðið food waste negativa ávirkan á hugburðin hjá brúkarum.

  • Síðani kom hann inn á hugburð til aling í mun til framleiðsluhátt (IMTA, RAS, vistfrøðiliga og vanliga framleiðslu). Vert at leggja til merkis her, var at vitanin um ymisku hættirnar var ikki serliga stór, og at ofta hevði brúkarin misskilt samanhangin millum ymiskar faktorar.

  • At enda vísti Themis á eina kanning av hvussu brúkarar á sosialum miðlum reagera uppá ymiskar samskiftishættir, t.d. um tað eru faktuellir upplýsingar ella kensluligir upplýsingar, og um myndir vóru við í uppslagnum. Har sást, at uppsløgini, sum vóru kenslulig við mynd, vóru dámd og deild fleiri ferðir enn tey, sum vóru faktabaserað.

Síðani kom Eydnar á Roykheyggi frá Nevinum at greiða frá virkseminum hjá teimum síðani byrjan til í dag. Hann legði dent á, at málið hevur alla tíðina verið at vera ein fiskaheilsøla, sum kann veita til smærri keyparar kring Evropa. Eydnar greiddi frá upprunanum til Nevið og legði dent á, hvat skal til fyri at vera ein fiskaheilsøla. Hann hevur allatíðina arbeitt við at koma longri út á marknaðin. Hetta krevur sera hart arbeiði og óteljandi túrar runt í Evropa. Fyri at hava eina væleydnaða fiskaheilsølu er neyðugt, at nøkur grundleggjandi viðurskifti eru í lagi.

  • Rávørugrundarlag – Neyðugt er at hava atgongd til rávøru alt árið. Rávørugrundarlagið hevur til tíðir verið svikaligt, t.d. viðv. havtaskuni, sum er nógv eftirspurd á matstovum. Nevið hevur síðani 2012 havt eina deild í Íslandi. Hetta gjørdu tey serliga fyri at fáa betri atgongd til rávøru fyri at hava veitingartrygd yvirfyri keyparunum.

  • Breitt vøruúrval – týdningarmikið at hava nógvar ymiskar vørur úr sama fiskaslagi, so okkurt nýtt er at bjóða keyparanum saman við tí, sum hann hevur eftirspurt.  

  • Veitingartrygd – Nyttar ikki at hava nokk av fiski eina viku, og so einki ta næstu, tí vøra skal avstað hvørja viku. Um veitingin er óreglulig, finnur kundin sær annan veitara.

  • Góðska – Hetta hevur verið ein avbjóðing. Nevið oyramerkir fiskin, soleiðis at kræsnastu kundarnir fáa besta fiskin.

  • Felag í ES – Nevið hevur felag í Danmark, tí annars er alt ov nógv pappírsarbeiði hjá keyparanum.

  • Fraktloysnir – tað er sera týdningarmikið at leggja flutningin væl til rættis. Gott samstarv við terminalar kring Evropa, haðani vøran verður send út til kundan.

  • Gjaldføri og tryggingar – tí at roknast skal við at bíða í longri tíðarskeið eftir pengunum.

  • Samskiftisførleikar – Sera týdningarmikið at kunna samskifta við kundan á hansara egna máli. Smærru kundarnir í Evropa hava ofta ikki starvsfólk, sum eru stinn í enskum.

At enda tosaði Eydnar eisini um umhvørvismerkir, t.d. sum MSC góðkenning og Icelandic Responsible Fisheries. Har nevndi hann, at um seljast skal í sølumiðstøðum, so má MSC góðkenning til. MSC er eisini sera týdningarmikið á ávísum marknaðum, sum t.d. Svøríki og Sveis. Eisini vísti hann á dømi, hvussu kundarnir hjá honum brúktu WWF listan yvir hvørji fiskasløg eru burðardygg í hvørjum øki og tískil kunnu etast. Hann vísti á listan yvir fiskasløg hjá WWF, har føroyskur fiskur er nevndur. Tó var MSC ikki týdningarmikið á matstovumarknaðinum.

Sum vanligt, so var endað við kaffi og práti.  

Framløgurnar sum vóru á tiltakinum kunnu síggjast her

Previous
Previous

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna

Next
Next

Sjókovin fingið grein útgivnað í vísindaliga tíðarritinum Climatic Change