Verkstova við áhugapartum í samband við ES verkætlan

Mynd: HuFoSS

Starvsfólk frá Sjókovanum luttóku í farnu viku á eini verkstovu saman við áhugapartum í samband við ES verkætlanina, MarineSabres.

Verkstovan var hildin í Zandvoort, Hollandi, har áhugapartar úr øllum Evropa komu saman við verkætlanarsamstarvsfeløgum at kjakast um møguleikar og avbjóðingar innan havumssiting, við atliti til samspælið ímillum umhvørvið, samfelagið og búskapin.

Hetta er tann fyrsta av fleiri verkstovum, har endamálið er at styrkja um samstarvið ímillum granskarar og áhugapartar tvørturum landamørk, fakbólkar, og stjórnarstig, og harvið skapa møguleikar, karmar og geva íkast til vistskipanargrundaða havumsiting, ið bæði stimbrar burðardygga gagnnýtslu og menning í bláa búskapinum.

Til ber at lesa meira um verkætlanina her https://www.marinesabres.eu/

Myndir: HuFoSS

Next
Next

Áhugavert OCF tiltak um aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum