Áhugavert OCF tiltak um aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum

Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes 6. december varð aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum (m.a. tara og skeljadjórum) umrøtt við støði í niðurstøðum frá AquaVitae granskingarverkætlanini, ið fleiri føroyskar fyritøkur og granskingarstovnar hava luttikið í.

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, legði út við at greiða stutt frá um lágtrofisk plantu- og djórasløg, og síðan um sjálva AquaVitae verkætlanini, ið hevði til endamáls at økja um aliframleiðsluna av hesum sløgum.

Síðan greiddi Adrianna Kochańska, sum er ph.d. skiftisnæmingur á Sjókovanum, frá um almenna undirvísingartilfarið og MA skeiðið í burðardyggari aling av plantu- og djórasløgum, sum er ment í samband við verkætlanina. Hon greiddi m.a. frá, hvussu tilgongdin at menna tilfarið hevði verið og vísti á, hvussu MA skeiðið kann verða við til, at økja um vitanina um aling av lágtrofiskum sløgum.

Gunnvør Á Norði, granskari á fiskaaling, greiddi frá úrslitum í sambandi við royndir at kanna, um kræklingur kann upptaka skarn frá fiski, tá ið alt verður tætt saman, og um hetta kann verða við til at minka um umhvørvisdálking. Hon vísti m.a á modeleringar av hvussu nógv kræklingur kann minka um umhvørvisárinið av skarni undir optimalum umstøðum, staðseting av kræklingi ímun til alibrúk og hvat kann hava ávirkan á upptøkuna hjá kræklingi av partiklunum frá laksi. Úrslitini frá kanningini vístu, at ein lítil partur av skarninum verður upptikin, tá kræklingurin er við vatnskorpuna við síðuna av aliringunum, og tí minkar tað nærum ikki um umhvørvisárinið. Um umstøðurnar við tættleika av kræklingi, streymviðurskifti og søkkiferðin á skarni vóru optimalar, hevði kræklingurin minkað nakað meira um umhvørvisárinið.

Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, segði frá, hvat Ocean Rainforest hevði fingið burturúr verkætlanini og hvørjar framtíðarætlanir eru fyri at betra og økja um framleiðsluna. Eisini kom hann inná nakrar av avbjóðingunum í samband við aling av tara og møguligar loysnir.

Magni Laksafoss og Unn Laksá, granskarar á Sjókovanum, løgdu fram um, hvat skal til fyri at menna lágtrofiska aling, og løgdu til seinast fram úrslitini av vinnu- og samfelagsbúskaparligu greiningunum í verkætlanini, við serligum denti á taraaling.

Eftir framløgurnar var kaffi, rís ala mande og prát.

Previous
Previous

Verkstova við áhugapartum í samband við ES verkætlan

Next
Next

Sjókovin hevði tvær framløgur á ráðstevnu um vitan til varandi aling