Sjókovin hevði tvær framløgur á ráðstevnu um vitan til varandi aling

Tann 20. oktobur skipaði Fiskaaling eina ráðstevnu, ið bar heitið Vitan til varandi aling.

Tað vóru fleiri áhugaverdar og viðkomandi framløgur á skránni, ið bóru fram nýggja vitan um aling og viðurskifti, ið hava við aling at gera.

Starvsfólk hjá Sjókovanum hildu tvær framløgur. Unn legði fram um avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri alivinnuna, við tilvísing til dømi úr Noregi. Høvuðsboðskapurin í framløguni var, at veðurlagsbroytingar koma á ávirka alivinnuna uppá fleiri hættir, og hetta úrslitar í lívfrøðiligum, tøkniligum og umsitingarligum avbjóðingum, ið hevur búskaparligar avleiðingar við sær. Unn vísti eisini á, at tað er týdningarmikið at taka hædd fyri serstøku umstøðunum á firðunum, og tískil er neyðugt at gera eitt miðvíst arbeiðið fyri at fáa metingar um hvat er í væntu, og hvussu alivinnan og landið kann tillaga seg til tær avbjóðingarnar sum standast av veðurlagsbroytingum.

Magni legði fram eina meting av búskaparligu avleiðingunum av lús í alivinnu. Metingin hjá Magna vísti á, at tað er stórur fíggjarligur missur av lús, ið ávirkar bæði inntøkur og útreiðslur í alivinnuni. Hesin kostnaðurin er serliga tyngdur av avlúsing og fyribyrgjandi tiltøkum. Hetta er fyrsta royndin at meta um búskaparliga kostnaðin av lúsini í føroyskum høpi, og Sjókovin ætlar at granska meira í hesum, í samstarvi við viðkomandi fyritøkur og stovnar.

Vit vilja takka Fiskaaling fyri eina góða ráðstevnu og gleða okkum at halda fram við góða samstarvinum.

 

Myndin lýsir hvussu veðurlagsbroytingar ávirka alivinnuna.

Previous
Previous

Áhugavert OCF tiltak um aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum

Next
Next

Ráðstevna: Umhvørvisávirkanin og grøna orkuskiftið í fiskiskapi