Ráðstevna: Umhvørvisávirkanin og grøna orkuskiftið í fiskiskapi

Tann 13 Septembur, 2023, vóru starvsfólk frá Sjókovanum á ráðstevnu í Reykjavík um grøna skiftið í norðurlendskum fiskiskapi.

Ráðstevnan hevði til endamáls at varpa ljós á umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og hvat kann gerast fyri at minka um CO2 útlátið í fiskivinnuni. Ráðstevnan er partur av eini norðurlendskari verkætlan, sum hevur til endamáls at lætta um samstarvið millum áhugapartar, vaksa um tilvitskuna, og deila vitan um átøk at minka um umhvørvisávirkanina av virðisketum í fiskivinnuni í norðurlondum. Hóast veiddur fiskur er ein co2-vinarlig matvøra við munandi minnið útlátið enn neytakjøt, seyðakjøt , svínakjøt og høsn, er stórur tørvur á at minka um co2 útlátið í fiskivinnuni.  

Source: Friederike Ziegler, RISE

Framløgur frá granskarum úr Svøríki, Íslandi, Noreg og Danmark, vístu á, at brennievni í fiskiskapi er høvuðsorsøk til vakstrarhúsgass, og harvið dálkandi útláti frá fiskiskapi. Tey vístu á, at Norðurlond hava tikið stig til at minka um nýtslu av brennievni í fiskiskapi umvegis menning av burðardyggum og innovativum loysnum. Víst var á, at burðardygg gagnnýtsla av fiskastovnum var besti hátturin at minka um co2 útlátið. Stutttíðar loysnir eru millum annað at seta niður siglingarferð, útgerð, sniðgevan av fiskiskipum, ella hybrid battaríir. Langtíðar loysnir er millum annað framleiðsla og menning av grønum brennievnum, t.d. bioenergi, hydrogen, methanol ella ammonia brennievni. Harumframt var atlit tikið til hvussu politikkur og stuðulsskipanir kunnu vera við til at menna og stuðla fyritøkum í grøna orkuskiftinum. 

Source: Friederike Ziegler, RISE

Harumframt hoyrdu vit frá framleiðarum, sum arbeiða við at menna fiskiútgerð (Hampiðjan) og sniðgeva fiskiskip (Knud E. Hansen), sum eru so orkuvinarlig sum gjørligt. Finska fyritøkan, Wartsila, greiddi eisini frá teirra arbeiðið um framleiðslu av varandi orkukeldum til fiskiflotan og orkumarknaðin.  

Source: Kim Nørby Christensen, Knud E. Hansen

Fiskivinnufyritøkurnar Brim og Royal Greenland greiddu eisini frá teirra umhvørvispolitikki og hvussu tey minka um útlátið við allari virðisketuni í huga.     

Source: Lisbeth Due Schonermann-Paul, Royal Greenland

Til síðst hoyrdu vit frá granskingargrunnum og felagsskapum, ið øll stuðlað grøna orkuskiftinum í fiskiskapi. Eitt nú vísti norðurlendska orkugranskingarstovnurin á teirra gransking, stuðulskipanum og samstarvinum millum Norðurlond. Nordic Marine Think Tank greiddi eisini frá arbeiðnum á hvat leiklut veðurlagsbroytingar hava fyri vinnurnar, og hvussu ein grøn framtíð er tengt at samstarvið millum Norðurlondini. Fisheries Iceland vísti á framgongdina í íslendska flotanum og hvussu samstarv um at gera eitt grønt roadmap er við til at vegleiða teirra gongd til eina grønari fiskivinnu.  

Source: Hildur Hauksdóttir, Fisheries Iceland - SFS

Tað var eisini gjørt greitt, at Norðurlond hava góðar møguleikar at taka ein leiðandi leiklut í grøna orkuskiftinum í einum altjóðarligum høpi.

Source: Friederike Ziegler, RISE

Framløgurnar og upptøkurnar frá ráðstevnuni kunnu síggjast her: https://matis.is/en/matis_projects/norraent-netverk-um-umhverfisahrif-og-orkuskipti-i-sjavarutvegi/

 

Previous
Previous

Sjókovin hevði tvær framløgur á ráðstevnu um vitan til varandi aling

Next
Next

Spennandi ráðstevna um grøna skiftið í fiskivinnuni