Spennandi ráðstevna um grøna skiftið í fiskivinnuni

Tann 13 septembur 2023 verður ein ráðstevna í Hørpuni í Reykjavík um grøna skiftið í norðurlendskum fiskiskapi. Ráðstevnan ber heitið ´´Environmental impacts and energy transitions in the Nordic seafood sector´´

Ráðstevnan hevur til endamáls at varpa ljós á umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og hvat kann gerast fyri at minka um CO2 útlátið í fiskivinnuni. Ráðstevnan er partur av eini norðurlendskari verkætlan, sum hevur til endamáls at lætta um samstarvið millum áhugapartar, vaksa um tilvitskuna, og deila vitan um átøk at minka um umhvørvisávirkanina av virðisketum í fiskivinnuni í norðurlondum.

Á skránni verða framløgur frá granskarum, framleiðarum av fiskireiðskapi og tøkni, umboð frá reiðaríum, og embætisfólki. Skráin til ráðstevnuna sæst her.

Tað er ein møguleiki hjá fyritøkum og stovnum at bíleggja sær ein ókeypis bás fyri at kunna um viðkomandi loysnir ella verkætlanir, sum kunnu minka um umhvørvisávirkanina av fiskiskapi. Um hetta hevur tín áhuga, set teg í samband við Unn Laksá frá Sjókovanum á unn@sjokovin.fo ella jonas@matis.is.

Á ráðstevnuni fara umboð frá Sjókovanum at hava ein bás í samband við verkætlanina, Smart-Fisk, ið er eitt samstarv millum Sjókovan og føroysk reiðaríir at minka um oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum. Endamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.

Luttøka er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tú kanst melda teg til her.

Verkstova

Eisini verður ein verkstova um sama evni 12 septembur. Á verkstovuni verður sett fokus á vitanardeiling, netverking og raðfestingar til gransking. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Unn Laksá á unn@sjokovin.fo ella jonas@matis.is.

Previous
Previous

Ráðstevna: Umhvørvisávirkanin og grøna orkuskiftið í fiskiskapi

Next
Next

Byrjanarfundur í SmartFisk