Tíðindi
Undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu vunnið evropeiska silvurvirðisløn frá BELMA
Á stórum tiltakið á netinum í dag varð greitt, at talgilda undirvísingartilfarið, sum Nám, Tøkni og Sjókovin hava latið úr hondum, hevur vunnið silvurvirðisløn frá BELMA. Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri BELMA, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award. Úrslitið verður vanliga kunngjørt á heimsins størstu bókamessu, sum er í Frankfurt 20.-24. Oktober, men í ár var handanin á netinum. Væl av fólki var saman í hølunum hjá Námi, har til bar at fylgja við stroymingi av tiltakinum.
Væleydnað tiltak um nýtt teldutøkt undirvísingartilfar til fólkaskúlan
Mánadagin 6. septembur 2021 kl. 14 skipaði Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki, har nýtt teldutøkt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu var lagt fram. Undirvísingartilfarið er eitt úrslit av einari samstarvsverkætlan millum Sjókovan, Nám og Tøkni.
Tiltakið var á Bátasavninum í Leirvík og fleiri enn 30 fólk frá ymiskum granskingar- og undirvísingarstovnum og fyritøkum møttu til tiltakið.
Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna
Hósdagin 22. Apríl 2021 kl. 9.30 skipaðu Fróðskaparsetur Føroya og Sjókovin í samstarvi um tiltakið at leggja fram Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2020.
Tiltakið var í Smæruni í Tórshavn, og fleiri enn 50 fólk úr granskingar- og undirvísingarstovnum, fiskivinnuni, bankum, grannskoðarum og politisku skipanini møttu til tiltakið.
Væleydnað tiltak um marknaðarviðurskifti og brúkaraatferð í Ocean Cluster Faroes
Mikudagin 3. mars var aftur eitt tiltak á skránni hjá Ocean Cluster Faroes. Tiltakið var væl vitjað og umleið 40 fólk úr fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi, miðnámsskúlaundirvísing umframt landsfyrisitingini møttu. Niels Vinther, Ráðgevi í Vinnuhúsinum og nevndarformaður í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Hann nevndi, at ofta drukna søla og marknaðarviðurskifti í kjakinum um kvotur, fiskiskap og fiskaprísir. Hann vísti á stóru gagnligu ávirkanina, um vit bert kundu økt søluvirðið á føroyska fiskavøruútflutninginum við nøkrum prosentum. Tí er hetta fyrsta stigið hjá Ocean Cluster Faroes at seta fokus á evnið. Fleiri tiltøk innanfyri evni vera á skránni komandi árið.
Sjókovin fingið grein útgivnað í vísindaliga tíðarritinum Climatic Change
Granskarar á Sjókovanum hava saman við øðrum granskarum kanna, hvussu samskapandi tillagingarætlanir í mun til veðurlagsbroytingar kunnu gerast fyri fiski- og alivinnuna. Úrslitini eru útgivin í eini grein sum tíðarritið Climatic Change hevur latið út.
Ocean Cluster Faroes setir góðsku og hagreiðing av fiski á breddan
13. November skipaði Ocean Cluster Faroes fyri tiltakið um handfaring av fiski og avleiðingar fyri góðskuna. Á skránni vóru tríggjar framløgur, umframt at Unn Laksá greiddi frá útslitinum frá góðskumetingini, sum var gjørd á upprunaliga tiltakinum undanfarnu vikuna, sum var avbrotið orsakað av streymsliti. Ivan Hansen frá Vaðhorn greiddi frá hagreiðing og avleiðingum fyri góðskuna. Kristian Martin Petersen greiddi frá avbjóðingum og loysnum umborð, meðan Arni Petersen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiddi frá um reglum um ráfisk, fyriskipanum um ráfiskakanningum og eygleiðingum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Sjókovin á Vísindavøkuni 2020
Sjókovin luttók á vísindavøkuni 6. November, sum var í Kongshøll í Havn. Unn Laksá, verkætlanarleiðari, legði fram nøkur av úrslitinum frá nýútkomnu frágreiðingini um hvussu koronafarsóttin hevði ávirkað føroysku fiski- og alivinnuna. Høvuðsniðurstøðan var at góða tilbúgvingin í Føroyum hevði gjørt tað møguligt at halda framleiðsluna koyrandi, og at allarstørsta neiliga ávirkanin var á marknaðarviðurskifti, við vánaligum fiskaprísum og stongdum marknaðum. Fyrilesturin varð tikin upp og verður sendur í KVF seinni
Koronafarsóttin og føroyska fiski- og alivinnan: Framløga í Løkshøll
Mikudagin 7. oktober var framløga av frágreiðingini um ávirkanina av Covid-19 á føroysku fiski-og alivinnuna í Løkshøll í Runavík